Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var eitt vælmannað lið, sum stenvdi út um fjørðin miku­kvøldið, at vera við á ein­um kunnandi fundi um nýggja nólsoyarferju. Umframt Johan Dahl, lands­stýrismann í sam­ferðs­ lu­málum, vóru bæði stjór­ in og skipsinspektørurin á Strand­ferðsluni, Bogi Mort­ en­sen og Jóan Petur Abr­a­ ham­sen við. Umframt teir nevndu sótu eisini Poul Michelsen, for­maður í Framsókn, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Henrik Old, ting­maður fyri Javn­að­ar­ flokkin, Jákup Sìmun Sim­ on­sen, formaður í havna­ nevnd­ini í Tórshavnar kom­mu­nu, og Bjarni Djur­ holm, tingmaður fyri Fólka­ flokk­in, í pallborðinum. Aftrat hesum vóru eisini Sirið Stenberg, løg­tings­kvin­ na fyri Tjóðveldi, og Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fram­sókn við á fundinum. Tað vóru kortini ikki bert politikarar, sum leitaðu sær um fjørðin mikukvøldið. Jón­svein Lamhauge, havna­ meistari og Mourits Mohr, stjóri á MEST, luttóku somu­ leið­is á fundinum. Fyrst fekk Johan Dahl orðið, og hann greiddi frá upp­ritinum, sum Strand­fara­ skip Landsins hevu gjørt. Hetta umfatar fýra nýggj­ ar ferjur til fýra av teim­ um seks farleiðinum, sum Strandferðslan røkir. Mest áhugaverda fyri nólsoyingar var sjálvandi skip­ið til ta farleiðina. Skit­ sa er gjørd, men dentur varð ladgur á, at talan í allarhægsta grad var um eina fyrstu skitsutekning, og at tað langt frá er víst, at enda­liga úrslitið fer at síggja so­leiðis út. Talan er um eitt skip, sum er 32 metrar langt og 10 metr­ar breitt. Tað kann taka 11 vanligar persónbilar, ella tveir stórar lastbilar. Ferðafólkakapasiteturin er 170 um summarið og 90 um veturin. Áhugaverd hagtøl Annars upplýsti Johan Dahl eitt sindur um hagtøl sein­ astu trý árini. Í 2009, tá Ritan framvegis røkti farleiðina, flutti Strand­ ferðsl­an runt roknað 65.000 ferða­fólk um nólsoyarfjørð og hagtølini vístu 74 bilar. Hesi tølini vuksu í 2010, tá Ternan varð sett inn á far­ leiðina síðst í mai mánaði. Tað árið flutti skipini hjá Strand­ferðsluni góð 67.000 ferða­fólk og góðar 2.500 bilar um fjørðin. Tá liðugt var uppgjørt í fjør – sum var fyrsta árið, har Ternan røkti farleiðina alt árið, sjálvandi burtursæð frá tíðarskeiðunum, har Tern­an varð sett inn á skop­un­ar­far­ leiðina – vísti tað seg, at flutt vóru 71.500 ferðafólk og 4.600 bilar um fjørðin. Økta ferðafólkatalið, saman­hildið við, at íbúgvara­ talið í Nólsoy ikki veksur, men kanska heldur minkar, má síggjast út frá teirri sann­ roynd, at Ternan hevur skapt ein tørv at fáa flutt bilar millum oynna og høvuðs­ staðin. Nógv fólk hava gjørt sær dælt av, at tey kunnu koyra bilin til dyrnar, leiga tey til dømis eini hús í Nóls­ oy eitt vikuskifti. Tað er so ómetaliga nógv meira laga­ ligt, at tveita alt viðføri í ein bil og koyra til dyrnar í Nóls­ oy, heldur enn at dragsa alt av Klivum, hagar ein nú hev­ ur leigað hús. Eisini brúka nólsoyingar nógv, at taka bilin við út um viku­skiftið. Nógv, sum hava bil, nýta helst høvið at keypa inn eftir tilboðum í ymisku handlu­num, og fylla so bilin at taka við til Nólsoyar um viku­skiftið. Eisini er tað hent, skal onk­ur hava nýtt køliskáp, kom­fýr, frystiboks, sjónvarp ella hvat tað nú skal vera. Nólsoy í aðru røð Spurningurin var sjálvandi eisini havdur á lofti, hvar í røðini eitt nólsoyarskip skuldi raðfestast í mun til hini trý skipini. Landsstýrismaðurin legði dent á, at eingin slík rað­fest­ ing enn var gjørd, men hann segði eisini, at eingin ivi er um, at nólsoyarskipið er mill­ um tvey tey fyrstu. - Verður hugt at støðuni er hon tann, at vit hava Ternu­ na, sum er eitt útmerkað skip, og sum er sett í stand og nú­tímansgjørt fyri út við 10 millión­ir krónur. Tað er eisini mín fatan, at nólsoyingar eru ógvuliga glaðir fyri skipið. Á skúv­oy­arleiðini er støðan ein onn­ur, sigur Johan Dahl. Tá talan er um komfort og reglu­semi, eru skúvoyingar nógv ringast fyri, og sjált um Skúvoy hevur minsta íbúgvara­talið, so er nýggj ferja mest tiltrongd á hesi far­leið­ini. Vit hava ein trupulleika í Skúv­oy, sum vit mugu taka okk­um av, sigur John Dahl. Og har fær hann stuðul frá andstøðuni. - Nú veit eg ikki, hvussu mong tykkara hava siglt um skúv­oy­arfjørð, men tað havi eg. Og eg kann bara siga, at tað eru ikki umstøður at bjóða fólki, so eg vil mæla til, at tann farleiðin verður rað­fest ovast, sigur Bjørt Samuel­sen. Strandferðslustjóri, Bogi Morten­sen, vildi ikki vísa á nakra raðfesting, men vísti til uppritið hjá stovninum um fýra nýggjar ferjur. - Mítt tilmæli skal vera, at tá tær fýra nýggju ferjur­ nar eru bygdar, skulu vit varðveita Ternuna sum av­ loysara­skip, tí hon kann røkja bæði kalsoyarleiðina, nóls­oyar­leiðina og skopun­ar­ leið­ina. Hartil skulu vit varð­ veita Sam í flotanum, tí tað er einasta skipið, sum kann frem­ja seruppgávur, segði Bogi Mortensen. Strandferðslustjórin kun­ di hinvegin lova nóls­oy­ing­ um, at teir verða tikn­ir við upp á ráð, tá av­loysara­skip skal finnast til Tern­u­na, meðan hon søkir skopun­ar­ leið­ina, tá Teistin fer til um­ væl­ing­ar. Skúvoyarferjan helst raðfest ovast Tað kom fram á kunningarfundinum, sum ein lokal trímannanevnd skipaði fyri í skúlanum í Nólsoy í fyrrakvøldið. Men enn er langur vegur á mál, áðrenn farið verður undir at smíðað tær fýra nýggju ferjurnar, sum Johan Dahl hevur sett út í kortið Bogi Mortensen, Jóan Petur Abrahamsen og Bjarni Djurholm lurta eftir framløguni hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í samferðslumálum, í skúlanum í Nólsoy mikukvøldið Mynd: Leo Poulsen Hetta er fyrsta skitsan av nýggjum nólsoyar- og kalsoyarskipi, men dentur verður lagdur á, at broytingar saktans kunnu koma