fríggjadagur 24. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Eftir at løgtingslimurin Ger
hard Lognberg í mikudagin
á Portalinum var endurgivin
fyri niðrandi orð síni í tingi
num um sømdargávur til
listafólk, kom eldur í bæði
javnaðarfólk,
listafólk
og
onnur.
Javnaðarflokkurin kom
við eini spakari viðmerking
um, at orðini máttu standa
fyri Gerhardsa egnu rokning,
og at orðini als ikki vóru
umboðandi
mentanarpoli
tikk floksins.
Tað var ein orsøk til, at
Javnaðarflokkurin ikki tók
harðligari til orðanna móti
Gerhardi Lognberg.
- Tað er ikki fyrstu ferð,
at Gerhard Lognberg ger
slíkt.
Hann
provokerar
fyri at skapa rumbul, og
tað ringasta er, at fleiri
fólk í landinum eru samd
við honum, sigur Rigmor
Dam, sum umboðar Javn
aðarflokkinum í mentanar
nevnd løgtingsins.
Óheppið
Hon heldur tað vera nógv
fyri, at Gerhard Lognberg
skuldi
koma
við
sínum
sjónarmiði sama dag, sum
orðaskifti var um at upp
skotið hjá samgonguni um at
avreiða okkara fiskiríkidømi,
sum Rigmor Dam tekur til.
- Tað varð gjørt alt ov
nógv burtur úr tí, sum Ger
hard Lognberg segði. Í staðin
fyri at luta eftir honum áttu
allir føroyingar at farið upp
á barikadurnar, sigur Rigmor
Dam.
Hon heldur, at verður tað,
sum samgongan vil, vendist
ikki aftur, og ráð vera hvørki
til at føra mentanarpolitikk
ella vælferðarpolitikk.
- Tað var tí, at vit ikki
mótmæltu so hart alment í
gjár, sigur Rigmor Dam, sum
leggur aftrat, at sjónarmiðið
hjá Gerhardi Lognberg stríð
ur móti grundreglunum í
javnaðarhugsjónini.
Ikki er greitt, um spurn
ingurin verður tikin upp
innanfloks.
Randi Jacobsen
Tey seinastu nógvu árini
hava
parkeringsplássini
við bryggjaríið hjá Frans
Restorff í Tórsgøtu í Havn
verið
almenn.
Tíðarav
markingin var avmarkað,
so parkeringsplássini kun
du bara brúkast av fólki
við smáørindum í býnum.
Men herfyri varð skelt
ið tikið niður og forðingar
lagdar, so eingin bilur
sleppur inn á økið.
- P/F Frants Restorff eig
ur økið, og orsøkin er ikki
onnur enn hon, at vit fara
at leiga parkeringsplássini
út, sigur Heini Restorff.
Skelti um hetta kemur
upp fyrsta dagin.
Sjálvur
bygningurin
hevur leingi staðið til leigu,
men beint nú er eingin
áhugaður leigari.
Ætlanin var annars at
ríva húsið niður og bygg
ja nýtt á grundina. Tekn
ingarnar vóru gjørdar og
byggiloyvi í lagi, men so
kom kreppan, og alt steðg
aði upp.
Randi Jacobsen
P/F Supply Service í Leir
vík flytir í summar skriv
stovu sína til Havnar.
Fyritøkan keypti eina
húsaogn á Skansavegi 7 í
Havn, beint við Krákustein.
Tað skuldi alt ganga
skjótt. Húsið á tí næstan
900 fermetra økinum varð
tikið niður, og farið varð so
undir at byggja nýtt.
- Vit løgdu stóran dent á,
at nýggja húsið skuldi falla
væl inn í lendi og hóska
saman við sethúsunum í
býlinginum, og tí vildu vit
ikki byggja nakran stóran
glasbygning, sigur Jens
Meinhard
Rasmussen,
stjóri í P/F Supply Service.
Arkitektavirkið Kontr
ast hjá Maifinni Norðoy í
Havn hevur teknað húsið.
- Húsið líkist ikki frá set
húsunum. Klædningurin
líkist, húsið fær flagtekju
og fær vanlig vindeygu,
sigur Maifinn Norðoy.
Í fyrsta umfari verða 10
skrivstovupláss í húsinum,
men tað kann útbyggjast
til at kunna hýsa 20-25
starvsfólkum.
Húsið er í gerð, og
ætlanin er at flyta inn á
ólavsøku.
Supply Service
flytir til Havnar
Á ólavsøku skal skrivstovuhúsið, sum Supply
Service byggir á Krákusteini í Havn, verða liðugt
Leiga parkeringspláss út
Tey fimm parkeringsplássini oman fyri bakaríið
hjá Frants Restorff í Havn, verða skjótt leiga út
Fiskaríkidømið
hevur størri týdning
- Vit hava týdningarmiklari mál enn orðini
hjá Gerhardi Lognberg at taka okkum av,
sigur løgtingskvinnan Rigmor Dam