Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Landsbankin ger á hvørj­ um ári saman við B­ú­skap­ ar­ráðnum tvær bú­skap­ ar­metingar, eina tíðliga á ári­num og eina seint um summar­ið ella tíðliga á heysti. Í gjár kom so tann fyrra frá­greiðingin, og hon er held­ ur minni optimistisk, enn seinna metingin í 2011. - Hetta kemst fyrst og fremst av, at tann ábend­ ingin um økta nýtslu í hús­ ar­haldunum ikki vísti seg at halda kortini. Tað vísir seg, sum húsarhaldini eru ógvu­ liga varin og at tey heldur gjalda niður av skuld enn at økja nýtsluna, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Meðan húsarhaldini í Dan­mark lata 98% av inn­ tøku­num fara út í nýtslu, koyra føroysku húsarhaldini bara 84% av inntøkunum út í nýtslu. Og tað merkist aftur í bú­skapinum. - Økt nýtsla hjá húsar­ hald­unum førir til fram­ leiðslu­øking og harvið størri búskap, sigur Sigurd Poul­ sen. Hetta er annar parturin av tí, búskaparfrágreiðingin sókn­ast eftir. Hitt er eru al­ mennu myndugleikarnir. - Nýggja flat­skatta­ skipanin er stig rætta vegin, men við so mongum øðrum lík­um tiltøkum, tekur tað tíð, áðrenn úrslitini síggjast aft­ur. Annað, ið hyggjast má eftir, er skúlaverkið og heilsu­verkið, men eisini her tekur tað tíð, áðrenn úr­slit síggjast, sigru Sigurd Poul­ sen. Húsarhald størstan týdning Eitt annað, sum neyðugt ver­ ð­ur at hyggja eftir, at burð­ar­ dygdin í fiskivinnuni. - Tað er einki at ivast í, at makrelurin bjargaði før­ oyska búskapinum í fjør, og vit mugu hyggja eftir, hvussu vit tryggja eina burðardygga fiskivinnu, sigur Sigurd Poul­ sen. Hinvegin heldur hann ikki, at skatting av pen­sjón­ um við inngjald hevur nakr­ an búskaparligan týdning. - Einki annað enn at tað er við til at fíggja skattalættan, sig­ur Sigurd Poulsen. Húsarhaldsnýtslan er størsti posturin í endaligu nýtslu­ni. Tað hevur tí stóra ávirk­an á búskaparliga virk­ semið, um húsarhaldini broyta sín nýtsluatburð. Økja tey nýtsluna, so veksur bú­skap­ur­in eisini. Hóast seinasta treysti­ kann­ingin vísir, at húsarhald eru vorðin meira svartskygd aftur, so metir Landsbankin, at húsarhaldini fara at økja nakað um sína nýtslu í 2012 og 2013. Orsøkin til hesa meting er, at føroysku húsar­haldini eru ikki so illa fyri sammett við onnur lond. Eisini vilja tey spara minni upp (vaksa nýtsluna), verður bú­skaparstøðan og útlitini meira støðug. Tekur tíð Búskaparvøksturin bíðar eisini eftir myndugleikunum. Tað almenna eigur við bygn­ að­arligum broytingum at frem­ja tiltøk, sum stuðla und­ir produktivitetsvøkstur, fyri harvið at fáa bú­skap­ar­ vøkstur. Broytingarnar ella til­tøkini, sum vera sett í verk, eiga í minst møguligan mun at skala eftirspurningin. Felags fyri átøk, sum kunnu fremja vøkstur, er, at tey taka tíð til tey virka. Skatta­um­legg­ingin hjá lands­stýri­num er eitt dømi. Ein umlegging av fiski­vinn­ u­ni, sum fer betur við fiska­ til­feinginum og gev­ur betri lønsemi í fiski­vinnuni er eitt annað. Um­legg­ingar innan­ fyri heils­u­verkið, skúlaverkið og almanna­verk­ið, sum geva betri tænastu uttan at kosta meira, eru somu­leiðis dømi. Fyrr tey verða sett í verk, fyrr virka tey. Tiltøk, sum minka hallið á fíggjarlógini skjótt uttan at skaða eftirspurningin, eru kanska ikki so nógv, men tey finnast. Eitt dømi er royndin í 2011 at útvega nýggj­ar inntøkur til landið fyri rættin at veiða makrel, sig­ur Landsbankin í síni fyrru búskaparmeting í 2012. Bíða eftir myndug­leikum og húsarhaldum Føroyski búskapurin hevur rúm at vaksa, men neyðugt er, at myndugleikarnir seta átøk í verk, og ikki minni týdningarmikið, at húsarhaldini økja um nýtsluna Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, heldur, at skattalættin er eitt stig rætta vegin fyri einum sunnari búskapi Mynd: Álvur Haraldsen Mánadag, mikudag og vikuskiftisblaðið restina av januar-ársfjórðingi Gjald kr. 100 Gjald kr. hald Sosialin Tórsgøta 1 · Boks 76 · FO-110 Tórshavn NavN: Bústaður: tel.: teldupostur: eg bindi meg hervið til: sosialin jan.-ársfj. fyri kr. 100,- vikuskiftisblaðið jan.-ársfj. fyri kr. 50,- Send eini sms-boð við tekstinum SOS HALD 100 ella SOS HALD 50 til 1940 Kostnaður er ávíkavist 100 og 50 kr. umframt vanligt SMS gjald 50 Vikuskiftisblaðið restina av januar-ársfjórðingi Tekna teg við fylla lepan niðanfyri og send til Sosialin, ella gjøgnum sms-boð við navni og bústaði. Eisini er møguleiki at tekna hald gjøgnum teldupost á bokhald@sosialurin.fo