Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Á jólum átti eg tvær lang­ ommur og tveir langabbar. Tað var ikki so lítið. Tey vóru øll øgiliga gomul, tey vóru 100+97+91+89 ár tilsamans, íalt 377 ár. Eg elskaði tey øll. Í dag, tveir mánaðir seinni, eigi eg bara eina lang­ ommu og ein langabba, tað er heldur ikki so lítið. Hini bæði, omma pápa mín og abbi mammu mína, eru deyð síðan á jólum. Eg haldi, at tað er eitt sind­ur løgið, at eg skuldi missa bæði eina langommu og ein langabba upp á so stutta tíð, og eg haldi eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tey bæði, sum ikki kendust nak­að serligt, nú skulu liggja úti í kirkjugarðinum í Havn, næstan heilt lið um lið, tað eru bara nakrir fáir metrar ímillum gravirnar. Men eg kendi tey bæði, og pápi mín og mamma mín kendu tey bæðu uppaftur betri enn eg, og abbarnir og ommurnar hjá mær, kendu øgiliga væl langommuna og langabban, sum vit nú hava mist. Bæði langomman og lang­ abbin mistu teirra pápar, tá ið tey vóru smábørn, tey vistu, hvat tað var at vera faðirleys. Tey fingu nýggj heim, og tað var gott, men ikki altíð bara stuttligt. Eg rokni við, at lang­omman og langabbin hava nógv at tosa um. Onnur omma mín er ís­ lendsk, og onnur omma lang­ abban var eisini íslendsk. Hetta høvdu vit bæði til fe­ lags, tað var ikki so lítið, og eg veit, at langabbin var øgiliga erpin av íslendsku ommu sínari. Eg rokni við, at nú tá ið langabbin eisini liggur úti í kirkjugarðinum, so er langomman ikki so einsa­ møll. Tey kunnu passa upp á hvørt annað og hjálpa hvørj­ um øðrum. Eg ivist ikki í, at tey blíva góðir vinir, tí tey vóru fittastu fólk í allari verðini. Góða langomma og góði langabbi. Takk fyri at tit vóru so góð við okkum øll. Heilsan Sigga Smæra Jónasdóttir, skjótt 2 ár Til minnis um eina langommu og ein langabba Brynhild Næs f. 27. juli 1922, d. 1. januar 2012 Kartni Winther f. 2. januar 1914, d. 9. februar 2012 Føðingar Tann 14. februar fingu Susie Bech og Torkil Strøm, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4570 gr. 16. februar fingu Petra Mortansdóttir og Thomas Jacob P. Debes, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4890 gr. 15. februar fingu Anna Sofía og Henrik Mellemgaard, Hoyvík, ein son. Han vigaði 4000g og var 56 cm langur. Han eitur Símun. 30. januar fingu Marie Langgard og Egi Gothard Danielsen, Ålborg, eina dóttur. Hon hevur fingið navnið Lív, hon var 52 cm long og vigaði 4500 gr. 14. februar fingu Birita og Petur á Roykheyggi, Runavík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 17. februar Brynhild og Eli Viðbjørg, Klaksvík, drongur. Hon var 56 cm langur og vigaði 4125 gr. 20. februar fingu Erna Gaard Joensen og Steen Rói Lorenzen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3570 gr, Í 1977 fingu hesir 21 sjúkra­ røktarfrøðingarnir prógv. Tær hava hitst til merkis­ dagar og hugnakvøld av og á bæði í Suðuroy, Sandoy, Klaksvík og í Havn. Summarið 2011 vóru nakrar av teimum ein sera væl eydnaðan túr í London, har tær m.a vitjaðu Florence Nightingale savnið. Á sjálv­ um 35 ára degnum tann 25. februar 2012 hittast tær í Kirkjubø til eina hugnaløtu. Tvær eru deyðar, tær eru Marjun á Krákusteini og Thur­ id Jacobsen. Annars hava tær verið aktivar í ar­beiðs­lívinum hesi 35 árini. Um lív og heilsa verður, hava tær ætlanir um at klára 10 ár afturat. Sitandi f.v. : Ebba Andrea­ sen, Ása F. Petersen, Bergit Weihe, Birtha Weihe, Poula Jacobsen, Elsebeth Olsen, Marna Hansen og Gudny Bornak. Standandi f.v.: Pia Nielsen, Petra A. Poulsen, Oddny Nol­ søe, Paula Árnafjall. Lærar­ inn­urnar Bergliot Ihlen, Thur­id Jacobsen, Poula Poul­ sen og Anna Maria Person. Marjun á Krákusteini, Berith M. Weishaupt, Meta av Fløt­ um og Anna Djurhuus. Aftast f.v.: Elsa Vest, Ása Poulsen, Jeanna á Lágabø, Dorthea Winther og Ásla Svensson. Sjúkrarøktarfrøðingar í 35 ár