fríggjadagur 24. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin
25.
februar
2012 eru áttati ár liðin,
síðan mamma mín Valdis
Andreasen varð borin í heim
25. februar 1932 .
Mamma er dóttir teirra
Sigvald Oliver Djurhuus úr
Kollafirði og Anne S. E. Djur
huus, fødd Hansen ættað úr
Miðvági.
Omma og abbi fingu
10 børn; Napoleon (Pola),
Sverra,
Kristinu,
Sofíu,
Tummas, Gunnhild, Berg
tóru, Valdis, Bjørgfinnu og
Snorra.
Síðst
í
tríatiárunum
flytur familjan, sum hevði
búleikast í lítlu húsunum
Liðini í Kollafirði til Havnar
og inn í eina íbúð í Portu
gálinum úti á Reyni.
Portugálið eri heimið hjá
familjuni, til flutt verður Í
Lon síðst í fýratiárunum.
17 ára gomul í 1949 fara
elsta systirin og mamma til
Skotlands at arbeiða sum
au pair. Her arbeiðir hon, til
hon flytur heim aftur í 1953.
Næstu árini arbeiðir hon
í Ullvøruhúsinum. Hon er
eitt skifti eisini í Íslandi og
arbeiðir.
Fyrst í sekstiárunum ar
beiðir mamma sum stovu
genta á hotellum í Keyp
mannahavn,
har
møtir
hon
sínum
lívskærleika.
Mamma og pápi, Kristian
Andreasen giftast 19. mai
1962 á Ráðhúsinum í Keyp
mannahavn. Tey fáa 4 børn,
– vit eru 4 beiggjar, Eirikur
føddur 14. mars 1963, Hans
og Oliver føddir 17. mars
1964 og eg sjálvur føddur 12.
oktober 1972.
Foreldrini hjá mær flyta
heimaftur tíðliga í seksti
árunum og flyta tá inn í
húsini á Traðagøtu 15, sum
pápi mín hevði latið byggja
fá ár frammanundan.
Umframt at halda hús
arbeiðir mamma sum rein
gerðarkvinna á skrivstov
unum á Bacalao og eitt
skifti eisini í Skálabúðini,
meðan pápi mín framvegis
siglir úti-
Í 1976 lata foreldur míni
upp
kiosk.
Kiosk
Vaka
hava tey í 9 ár; kioskin varð
væl vitjað og var eftir tá
tíðarinnar meti framkomin
og hevði eitt breitt úrval av
vøru. Mamma mín hevur
altíð verið sera virkin í øll
um tí, hon hevur fingist við,
og tíðin í Kiosk Vaka var als
einki undantak.
Mamma plagar onkuntíð
at umrøða “kiosktíðina” sum
eina strævna, men góða tíð.
Tey selja húsini seinnapartin
av áttatiárunum. Tey kenna
eisini um hetta mundið svið
an av krepputíðunum, sum
koma tá. Mamma fær starv
hjá P.A. Restorff fyrst í 1986.
Har situr hon við kassan
og arbeiðir annars alt fyri
fallandi arbeiði í handlinum.
Í samfull 22 ár arbeiðir hon
her, og gerst ein partur av
umhvørvinum. Hon kemur
í samband við eina rúgvu av
fólki, og fryntliga lyndið ger
tað lætt at práta við kund
arnar.
Hon er 75 ár, tá ið hon
gevst hjá P. A. Restorff í
2008.
Mamma er ein av “morg
unfrúunum” í Svimjihylin
um, og har hevur hon notið
nógvar, nógvar góðar og
frískligar tímar, um tað so
er talan um gosbað ella eitt
lop av 5 metra plattinum,
ger tað henni ikki mun, og
vit, sum standa henni nær,
vita, hvussu hon gleðir seg
at koma í svimjihøllina.
Henni so líkt, so er hon
sjáldan í frið og vitjar javnan
á rennibreytini, luttekur í
gongutúrum og dámar væl
at koma í Heimaforbundið
í
Frelsunarherinum.
Vit
gleða okkum hvørja ferð,
hon bjóðar okkum øllum til
døgurða, tað eru løtur, sum
eru so ríkar, at orð valla
kunnu lýsa virðið. Familjan
er henni so sera kær, har
mamma er so miðsavnandi
í allar mátar.
Hesi áttati árini hevur
lívið ikki altíð verið ein
“dansur á rósum”, men lívs
gleði, lætt lyndi og áræði
hevur mamma mín altíð
havt. Hon hevur eisini syrgt
fyri at bera hetta víðari bæði
til okkum synirnar og síni 8
ommubørn.
Av
systkinaflokkinum
liva í dag 5 eftir. Hin 17. au
gust 1999 gerst mamma
einkja, tá ið pápi mín and
ast.
Hon hevur á lívsleiðini
tikið manga avbjóðing, og
fyri okkum er hon ikki bara
mamman og omman, men
í so mongum lutum ein
fyrimynd. At leggja sinum
næstu gott í beinið hevur
hon megnað til fulnar, og
tí er tað einki minni enn
ein heiður fyri meg at festa
hetta á blað, og hendan
heiður ynski eg at deila við
tykkum og við hesum ynskja
mammu míni so inniliga og
hjartaliga til lukku við áttati
ára degnum.
Áki
Valdis Andreasen 80 ár
TØKK
TØKK
25 ára
starvs
dagur
Fyrsta februar hevði Óli
Reinert, roknskapar- og
fíggjarleiðari, 25 ára
starvsdag hjá Poul
Hansen, heilsølu.
Á myndini Óli Reinert
og Høgni Hansen, stjóri.
70 ára
føðingardagur
Í dag fyllir Selma
Petersen, Syðrugøtu,
70 ár. Dagurin verður
hildin saman við
teimum næstu.