fríggjadagur 24. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tann 27. desember var eg og vitjaði
Sigurd, og vit prátaðu um mangt og
hvat. Tá eg skuldi fara avstað reisti
hann upp, hugdi meg beint inn í
eyguni og spurdi: Hevur tú skrivað
nekrologin? Eg segði, at tað hevði
eg ikki. Hann segði tá við meg, at
tað skuldi eg gera, og hann vildi fáa
hann til góðkenningar, so at tað ikki
kom at standa nakað skeivt í honum,
og at hann skuldi vera klárur at seta
í bløðini tá ið hann doyði. Eg skriv
aði eitt uppskot til minningarorð, og
fekk honum tey at lesa, men hann
helt at tey vóru ov rósandi, so tað
mátti eg gera umaftur. Men hann
viknaði skjótt, og lítið kom burturúr,
og nú hann doyði mikudagin tann
22. februar kl. 9.45 er neyðugt at gera
tað sum hann ynskti, at fáa minn
ingarorðini upp á prent, hóast hann
ikki fekk góðkent allar smálutir.
Sigurd fekk eitt langt lív. Hann
fegnaðist um at blíva 92 ár tann 16.
november. Mánadagin 5. desember
var illveður, og konan Renata var til
bókbinding, og hon ringdi til hansara
at siga, at tað var ov vánaligt veður at
koma eftir sær við bilinum, men tað
helt hann onga orsøk vera at óttast
fyri, so hann koyrdi eftir henni, og
komu tey heim í øllum góðum og
fingu sær ein drekkamunn. Meðan tey
sótu við borðið fekk hann ein hjarta
tilburð og misti næstan ondina. Hann
kom á landssjúkrahúsið og morgunin
eftir var hann so mikið ressaður at
hann kundi ringja til elsta bróður
sonin og greiða frá tí sum hent var.
Mánadagin eftir varð hann sendur
á ríkissjúkrahúsið og var har nakrar
dagar áðrenn hann varð sendur
heimaftur við teimum boðum, at
læknarnir ikki kundu hjálpa honum.
Hann kom so heim, var púra klárur
og visti hvønn veg tað bar. Hann gekk
upp og niður gjøgnum trappurnar,
var uppi um dagarnar, koyrdi bil og
fyrireikaði seg til summarið við ferða
mannaskipunum, tí sum hann segði,
einki er so vist sum deyðin, men einki
er so óvist sum deyðastundin, so tað
ráddi um at vera fyrireikaður til báð
ar møguleikarnar. Hann fegnaðist
ómetaliga um, at onkarsonurin Bern
hard kundi koma heim, og teir fingu
nakrar góðar dagar saman.
Sigurd var føddur í 1919 í Hoyvík
á trøðni Uttan fyri Garðar í teimum
húsunum foreldur hansara bygdu
tá tey giftust í 1903. Hetta summarið
vóru tey fyrstu húsini á trøðni tikin
niður, tey frá 1835, sum Símun Joen
sen av Glyvrum hevði fingið upp tá
hann setti búgv har saman við Lottu
úr Geilargarði í Kaldbak.
Faðir Sigurd var Hans Simonsen,
sum var vaksin upp í gomlu royk
stovuni har Uttan fyri Garðar. Gott
munnu tey hava fingið í beinini, tí
tey fýra systkini fingu ein miðalaldur
upp á 90 ár. Elsta systirin Johanna
giftist inn á Høgaból í Saltangará við
Símun Simonsen. Kristianna giftist
í Havn við Sámal Samuelsen og
fluttu tey til USA. Símun giftist við
Elsu Mariu úr Sandvík og settu tey
búgv á Lágni í ovaru helvt av trøðni
í Hoyvík.
Móðir Sigurd, Sanna, var úr Inni
stovu í Mykinesi, og altíð var nógv
mykinesfólk og vitjaði hjá teimum,
serliga Lavris, faðir John og Pól.
Sigurd var yngst av sjey systkjum.
Hann hevði tveir brøður og fýra
systrar. Elsti bróðirin Johan giftist
við Sigrid úr Sandavági, og tey búðu
í Havn. John giftist við Annu á
Argjum, har tey búðu. Elsa giftist við
skiparanum Johan Larsen í Porkeri.
Margreta giftist við Herman Jensen
í Danmørk. Elsebet Kristina giftist
við Poul Vang í Kaldbak. Anna giftist
við Jógvan Hansen í Klaksvík, og tey
fluttu niður til Ballerup.
Nú Sigurd doyði var hann tann
seinasti av systkjunum at fara. Eisini
var hann elsti hoyvíkingur, og nú
fækkast tey, sum minnast til ta lítlu
bygdina, sum Hoyvík var. Tá hann var
føddur vóru fá hús. Heima á Garði
vóru bóndahúsini og uppsitarahús
ini, men Royndarstøðin var í gerð. Í
niðaru Hoydølum stóð sanatoriið,
men annars vóru eingi hús fyrr enn
komið var oman til Havnar. Hetta
var áðrenn fyrsti bilurin í 1922 var
komin til Føroya, og teir mjølsekkir,
tey skuldu fáa, máttu tey sjálvi rógva
til Havnar eftir og bera á bakinum til
hús niðan eftir gøtuni.
Sigurd hevði ikki langan skúlaveg,
tí einasti skúlin í bygdini var í kjall
aranum hjá teimum. Lærarinnan
hevði tó ikki bert hoyvíksbørn, men
helt eisini skúla uppi á Hvítanesi og
í Norðradali. Hóast skúladagarnir
ikki vóru nógvir, hildnaðist tó væl,
og hann kom í realskúlan og fekk
prógv har.
Tað var meðan hann gekk í real
skúlanum, hann var sína fyrstu
uttanlandsferð. Rikard Long skipaði
fyri at realskúlabørnini kundu sleppa
eina ferð til Reykjavíkar, og tað var
stórfingið fyri hesi børn at síggja eitt
heilt annað land. Tey vóru m.a. inni í
ríkisútvarpinum og sungu, so at tey.
sum heima vóru, kundi hoyra tey!
Hann hevði sera góðan sjóhug,
men foreldrini vildu hava at hann
fekk sær arbeiði uppi á landi, og tey
fingu hann inn á kontórið hjá sorin
skrivaranum, har hann kom í oktober
1935. Hann var sera samvitskufullur
og møtti hvønn dag til arbeiðis, og
á vegnum oman hevði hann verið á
posthúsinum og sorterað postin so at
tá sorinskrivarin kom til arbeiðis kl.
9, var alt sum tað skuldi vera. Seliga
hevði hann við tinglýsingina at gera,
og har møtti hann ofta Emil Olsen
sparikassastjóranum.
Ein
dagin
spurdi Emil, um hann vildi fáa arbeiði
í sparikassanum. Hann sá fyri sær,
at tað lív sum hann livdi var sum í
einum fongsli, og als ikki var tað sum
hann kundi hugsað sær. Hann vildi
út í náttúruna og á flot, og fór hann í
sparikassan, so kom hann bara í eitt
nýtt fongsul alt lívið. Hann segði tí
nei takk, og Emil var sera bilsin.
Hann var við í arbeiðinum heima,
bar torv, velti og hoyggjaði og mjólk
aði kúnum, og var so nógv á floti sum
tað yvirhøvur bar til. Hann og pápin
komu til Kaldbaks við gásini og bóru
ungarnar niðan á Brúnavatn í leypi,
og tá ið stórkavin var í 1947, kom
hann til Kaldbaks á skíðum. Tiverri
brotnaði onnur í Mjørkadali, men
hann vavdi pettini saman so hann
kom fram í øllum góðum.
Saman við Sigmund Petersen
stovnaði hann Føroya Sílaveiðu
felag. Í 1947 settu teir fyrstu laksa
maðkapirrurnar út, men hesi sein
astu árini tosaði hann ofta um,
hvussu bilsin hann var av, at laksur
skuldi vera vorðin okkara størsta
útflutningsvøra. Hesi árini fiskaði
hann síl víða um landið, og fyri
smádreingirnar í Kaldbak var tað
sera forvitnisligt at eygleiða henda
fiskiskap uppi á Vøtnunum.
Í 1948 bjóðaðu systkinabørnini
John og Poul Joensen honum starv
á skrivstovu síni, og hann fór frá
sorinskrivaranum. Síðani starvaðist
hann hjá Farosit, har Dánial Daniel
sen úr Leynum fekst við málinga
framleiðslu úr føroyskari royðu. Tá
systir hansara Margreta við familjuni
var her eitt skifti í fimmtiárunum,
høvdu tey ein frukthandil saman,
men so fór Margreta niðuraftur. Í
1955 og -56 var hann útróðrarmaður
saman við bróðuri sínum John. Hann
segði, at ongantíð hevði hann havt
so lítla inntøku, men ongantíð hevði
hann havt nakað arbeiði, sum hann
hevði verið so glaður fyri sum hetta.
Tá var Poul systkinabarnið for
maður í Føroya Ferðamannafelag,
og hann bjóðaði Sigurd at standa
fyri Ferðamannastovuni. Hetta var
eitt arbeiði, sum bar við sær, at hann
kundi koma út í náttúruna at vísa út
lendingum okkara land, og lítið var at
gera um veturin, so hetta helt hann
vera sera áhugavert, og tók hann við
har í 1956.
Hetta arbeiði gjørdist hansara
lívsstarv. Í 1959 komu tey fyrstu
cruise-skipini higar, og tey, har vóru
umborð, høvdu áhuga í at sleppa
bussferðir fyri at síggja Føroyar.
Hesum fór hann at skipa fyri, og gav
hetta virksemi øktar inntøkur til
ferðamannastovuna, men sanniliga
eisini nógv meir arbeiði. Tá kom væl
við at hann fekk eina sera dugnaliga
konu, Renatu, sum er úr Sveis, og
sum hevur holla skrivstovutbúgving
og málkunnleika, simultantulkur
sum hon er bæði í enskum, týskum
og fronskum. Tey bæði róku ferða
mannastovuna á fyrimyndarligan
hátt í fleiri ár, gjørdu bóklingar og
samstarvaðu eisini við Strandfara
skip Landsins um uttanlandssigling
ina hjá Smyrli.
Men tá Sigurd var 65 ár hendi
umskifti í ferðamannaviðurskiftun
um í Føroyum. Ferðaráð Føroya varð
sett á stovn, og í hesi nýggju skipan
var ikki pláss fyri Sigurd. Einki er at
ivast í, at tey flestu høvdu lagt seg
upp í snoð tá teimum hevði verið
slíkt fyri, men Sigurd og Renata
gjørdu sína egnu ferðaskrivstovu,
Faroeswiss, sum bæði seldi ferða
seðlar og tók sær av cruise-skipum.
Nøkur ár seinni kom Dánial Poulsen
uppí. Fyritøkan skifti tá navn til
Faroe Travel, og Sigurd fór tá undir
sína
egnu
fyritøkur,
Hoyviking
Tours, sum hevur tikið sær av cruise-
skipum burturav. Renata hevur síð
ani selt sína helvt av Faroe Travel til
Dánjal Poulsen, men hon arbeiðir tó
framvegis har.
Sigurd hevur síðani tikið sær av
ferðamannaskipum, og mong eru
tey, sum hann hevur samstarvast
við, bæði ferðaleiðarar, bussførarar,
og skipfeløg um allan heim.
Hetta hevði als ikki borið til utt
an so, at hann ikki hevði lært at
arbeiða við teldum. Ofta verður
sagt, at tað bert eru tey ungu, sum
kunnu gagnnýta teldurnar, men
Sigurd kom inn í telduheimin fyri
tjúgu árum síðani og gjørdist har
ein av teimum kringastu. Hann ikki
bert skrivaði teldubrøv, men nýtti
teldur sínar til bókhald. Tað var einki
nýtt fyri hann at bóka. Tá hann var
hjá sorinskrivaranum hevði hann
bókhaldið av frímerkjakassanum,
og tá hann var á aðalfundi í feløgum
kom hann annaðhvørt til hús við
gerðabókini sum skrivari ella við
kassabókini. Til endans mátti hann
halda uppat at ganga á aðalfundir,
tí hann hevði ikki tíð til alt hetta
virksemi.
Tann 11. desember 1943 var hann
ørindi í Føroya Banka við tingles
ingarskjølum. Torgerð Mohr sigur tá
við hann: “Hevur tú sæð beiggja tín?”
Hann hevði jú ein beiggja á Argjum
og ein í Danmørk, og hann hevði
hvørgan sæð. So siga tey, at Johan lá
við kaiina við einum nýggjum skipi.
Hann skundaði sær út at heilsa upp
á hann, og tá báturin Hoyvík fór í
vinnu fyrst í 1944, spurdi Johan, um
Sigurd kundi hava bókhaldið. Tað
hevur hann so havt øll árini, og eisini
eftir nýggjár í ár, 68 ár seinni, hevur
hann sitið við telduna og bókað fyri
hesa fyritøku.
So hvørt hann vandist við teir
møguleikar, sum teldan gav honum,
gjørdist hann enn kringari. Tey sum
samstarvaðu við hann, fingu fyrimun
av hesum. Tá eitt ferðamannaskip
hevði verið, setti hann seg at bóka
øll skjøl. Ferðaleiðararnir fingu løn
sína setta inn á kontuna sama kvøld,
og busseigararnir fingu samstundis
gjald fyri koyringina. Tá hann fór
í song móti morgni var slætt borð,
og hann hevði eisini bókað hvussu
nógv var í mappuni hann hevði uppi
á sær.
Hann var lítið frammi alment,
men í fjør hevði hann eitt lesarabræv,
har hann gjørdi vart við, at tað ikki
var satt at øll tey sum atkvøddu 14.
september 1946 vóru deyð. Hann
hevði enntá fingið fatur í landsfólka
yvirlitinum og fingið nágreinliga at
vita hvussu nógv ið kundu atkvøða
tá, og sum framvegis livdu. Í bókini
um fólkaatkvøðuna 1946 stendur
hansara frágreiðing um tann fund
hann var á í Tórshøll tann 27. mai 1946,
har Sigfried Skaale var fundarstjóri,
og har Sigurd var ein av teimum, sum
varð valdur í nevndina at skipa fyri
at fáa í lag eitt Føroyingafelag, sum
skuldi virka fyri at fáa føroyingar
at greiða atkvøðu fyri loysing á
fólkaatkvøðuni. Hann helt ikki fram
í nevndini tá felagið varð stovnað,
men tók undir við felagsins virki og
fegnaðist um úrslitið.
Umframt hetta var hann eisini í
fimmtiárunum í bygdaráðnum fyri
Tórshavnar uttanbíggjar kommunu.
Samkensla okkara er við teimum
sum við honum nú hava mist so
nógv.
Zakarias Wang
Nøvn
Sigurd Simonsen
føddur 16. november 1919, deyður 22. februar 2012