Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Góði Kaj Leo! Vónandi hevur tú roknað út, at tú bert sleppur at áleggja tilfeingisgjald á makrelin við Fólkafloksins loyvi, um tú gongur við til fremja størsta rán í Før­ oya søgu. Nevnliga at seta í verk rullandi fiski­ loyvi aftan á 2018. Sum tann ábyrgdar­ fulli persónur tú ert, vilt tú sjálvandi ikki fara í søguna sum tann løg­maður, ið framdi ára­túsundar svikaráð móti tínum egna fólki. Áset tilfeingisgjald á makrelin, og álegg í stund­ini Fólkaflokkinum at taka hatta uppskotið um rullandi fiskiloyvir aftur. So hevur tú ein veruligan møguleika fyri at vinna virðing millum okkum føroyingar fyri tínum embæti. Tað er nú týðiligari enn nakrantíð, at tað mill­um fólkafloksmenn so illa lýdda til­feingis­ gjaldið brádliga kemur sum kallað, tí tað nú kann nýtast sum eitt kær­komið skálkaskjól, ið verður lagt út sum roykslør fyri at seta í gildi rullandi fiski­loyvir. Reiðararnir vilja við gleði rinda eitt fitt til­ feingisgjald fyri makrelin í ár, um teir afturfyri fáa ognarrættin til tær mongu milliardirnar, sum tey rullandi fiski­ loyvini eru verd. Tí tá 12 ár eru farin afturat, er endaligi ognarrættur teirra til hesi loyvir tryggj­aður. Góði løgmaður og tit onnur ábyrgdarfullu ting­fólk: Gerið ikki ta beistagerð at ræna ok­ kara og tykkara eftir­ kom­arar fyri milliardir av krónum við at hoppa upp á hatta roykslørið, ið mest av øllum lík­ist eini korruptari saman­ svørjing millum partar av politisku skipanini, partar av vinnuni og ávísar fíggingarstovnar. Skuldi tað hent, at offurið verður, at onki tilfeingisgjald verður lagt á makrelin í ár, er tað piparnøtur afturímóti, at tit avhenda fólksins ogn í allar ævir til nakrar fáar, privatar aktørar. Umframt at útliloka, at nýggj vinnulívsfólk fáa ein veruligan møguleika fyri at koma inn í fiski­ vinnuna, fer hetta at seta ferð á spekulatión í milliardaflokki við hes­um loyvum, ið sum frálíður í stóran mun fara at enda á út­ lendskum hondum ígjø­ g­num føroyskar strá­ menn. Í veruleikanum er hetta málið so stórt, at tað eigur at verða lagt út til fólkaatkvøðu, sum hóskandi kundi ver­ið hildin saman við fólka­ atkvøðuni um komm­ unu­saman­legg­ing. Rán á al­ljós­ um degi Kári Mikkelsen journalistur og politiskur viðmerkjari Tíðargrein Skattur av handli við fíggjarkrøvum Eyðfinnur Jacobsen ES-nevndin hevur lagt fram lógaruppskot um at skatta handil við fíggjarkrøvum. Skotið er upp at leggja av­gjald upp á 0,1% á handil við partabrøvum, skuldar­ brøvum og gjaldoyra, og at leggja avgjald upp á 0,01%, tá handlað verður við øðr­um fíggjarligum tólum (ter­mins­ avtalum o. ø.) ES-nevndin roknar við, at skatturin av handli við fíggjar­krøvum kemur at geva einr 57 milliardir evrur um árið. Uppskotið hjá ES-nevnd­ ini bygdi á eina reglu um, at skatturin skuldi rindast í tann mun seljari ella keyp­ ari er heimahoyrandi í ein­ um ES-landi. Harðar at­ finn­ing­ar hava verið ímóti upp­skotinum, eitt nú, at slík­ur skattur kann elva til, at kapitalurin verður fluttur úr Evropa. ES-nevndin hevur tikið atfinningarnar til eftir­tektar og ætlar nú í staðin, at avgjald skal leggjast á tær fíggjarognir, sum hava sín uppruna í einum ES-landi uttan mun til, hvar í heim­inum, handlað verður. Hetta er sama mannagongd, sum hevur verið galdandi fyri partabrævhandil í Bretlandi í mong ár. Robin Hood-skattur Felagsskapir, ið arbeiða fyri øktari hjálp til menn­ingar­ londini, hava í mong ár arbeitt fyri fáa altjóða samfelagið at seta í verk skatt av handli við fíggjarkrøvum, ein skatt, sum eisini verður nevndur Robin Hood-skattur, og sum skal koma menningarlondunum til góðar. Hesir felagsskapir vísa á, at um 50% av hesum skatta­inntøkum fór til at avmarka skaðan av veður­lags­broyt­ingum og bardagan móti fátækra­dømi í menn­ingar­londunum, vildi árliga altjóða hjálpin til menningarlondini hækka tíggjufalt. Hini 50% vildu hinvegin kunna skapt í hundrað túsundvís arbeiðs­ pláss í Evropa árliga. Fakta Ein handil við fíggjarkrøvum er ein handil við t. d. virðisbrøvum og gjaldoyra. Hugskotið um skatt av handli við fíggjarkrøvum (Financial Transaction Tax) gongur heilt aftur til navn­ frama enska búskaparfrøðingin John Maynard Keynes, sum undir búskapar­kreppuni í 1930-árinum setti fram uppskot um skatt av hesum slag. Í 1970-árunum útbygdi nobelprísvinnarin James Tobin hugskotið til í staðin at fevna um gjald­oyra­handlar, eisini nevndu Tobin- skatturin. Endamálið hjá Tobin var, at skatturin skuldi avmarkað spekulatión og við hesum fáa javnvág í marknaðin. Vegna plásstrot er nógv kjaktilfar ikki komið í blaðið. Men tað kann lesast undir »Viðmerkingar« á heimasíðu okkara www.sosialurin.fo SMS kl.10 føstulávints­mána­ morgun 2012. Á torginum stend­ur eitt borð við ein­um naknum konu­ fólka­nið­ur­parti. Føturnar kross­lagdar venda móti svarta for­hanginum. Kubb­að av um tvøran, blóð­ið drívur. Ein klútur, átøkur einum laki, er stapp­aður í kviðin at drekka blóðið. Høgrumegin ein av­høgd, blóðgað hond. Vinstrumegin eitt av­høgt høvd! Nei, hyggur tú nærri, eru hond og høvd ikki høgd av, men skrykt av. Okkurt ódjór hevur skrykt tað leyst frá kroppi, spengur, radd­ar­bond og vælindi, alt hongur og dillar. Longur til vinstru ein stór­ ur flatskíggi. Høgru­megin á gólvinum er ein maður í ferð við at rigga ljóðið til. Tað ljóðar sum serlig ræðsluljóð skulu sendast í hátalarunum. Framman fyri skíggj­ an og henda nakna blóð­uga niðurpart, sum vendir áskoð­ aranum baki – tað, sum er av bak­inum, frá lendunum og niðureftir – eru nakrir hugna­ ligir toystólar til bør­nini at toyggja kropp­in á, meðan tey síggja (ræðu?) film. Rundan um er eitt slag av amfi-veggi. Rundur, høgur, svartur og allur lagdur við lokka­neti. Í lokkanetinum eru ovur­stórir eitur­koppar, rottur, deydn­ingahøvd, spøkilsi og heil beinagrind í jarn­rima­búri. Eg spyrji meg sjálva, hvar leiðslan í SMS er. Hvat hugsa tey fyri sær? Er hetta fasta­ lávint? Nógv vaksin hava spesi­ali­serað seg í at fram­leiða pervertión til børn, men hví gongur SMS á odda? Hetta sær út sum ein smag­ leys eftirgerð av amerikanska Hallo­ween-haldinum, og tey, sum skapt henda pall, hava blandað alt í ein ellibita. Gamalt er, at trøll dansa í føstu. Frá føstu­lávints­mána­ degi til páskir gera myrkur­sins andar nógv meira um seg enn annars. Harav stóðst siðurin við at hava eina kettu í tunnuni. Kettan, serliga tann svarta, var trúgvi fylgis­neytin hjá heksini, og hon ímynd­aði tað ónda og tær myrku maktirnar. Meiningin við at sláa tunnu var at reka myrkursins andar úr bygdini, tá ið føstan tók við, so at tíðin ikki varð heilt púrgjørd. Allahalganna er eftir goml­um siði tíðin, tá ið slørið millum henda heimin og hin heimin, millum livandi og deyð, er tynst. Sambandið mill­um hesu­megin og hinu­megin er sterkast í alla­halguni. Tí hava halloween-siðirnir ein so sterkan dám av deyða, og í Amerika eru spøkilsi, deydn­ inga­høvd og lík­kistur við í halloween-haldinum. Vit hava ong­an­tíð hildið alla­halg­anna á henda hátt, men tey síðstu árini er hetta eis­ini komið til Føroya. Men hví fara dekora­tørarnir í SMS at vella alt saman? Hvat er fasta­lávint, og hvat er alla­ halganna? Og hví í víðu verð skulu børn fáa nakin, sundurskorin konufólk stungin upp í eyguni, tá ið tey skulu ó-hugna sær eina løtu í SMS, meðan tey vaksnu gera ørindi? Hvat halda foreldur og omm­ur og abbar um slíkt gestaltarí? Er hetta fínasta slag? Dei­ ligt hjá børnum at óhugna sær við? Til marknaðar­deildina í SMS Sonja Schneider