fríggjadagur 24. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Hann kom brakandi inn í før
oyska
fótbóltsheimin
longu
sum 18 ára gamal, tá ið hann fyri
barndómsfelagið B36 skeyt ikki
færri enn 25 mál í 28 dystum fyri
besta liðið. Hann varð alt fyri eitt
skýrdur at vera eitt hitt størsta
fótbóltstalentið, ið Føroyar enn
høvdu sæð, og við royndarvenj
ingum í Liverpool, Watford, Crewe
og OB var hann í sínum ungu ár
um ein av slóðarunum fyri aðrar
leikarar, ið strembaðu uttanlands.
Hetta var ikki vanligt um hetta
mundið, men gávurnar hjá Jákupi
vóru ikki at fara skeivur av.
Eftir heldur miseydnaðar til
verur vendi hann aftur til ein
gerandisdag í Føroyum, og her
hevur hann av álvara sett síni
merki. 128 mál í 305 dystum hevur
havnarmaðurin latið eftir seg í
bestu føroysku deildini, umframt
at hann í 62 dystum fyri føroyska
landsliðið hevur skotið tvey mál.
Nú er 32 ára gamli áleyparin
aftur at síggja á landsliðnum.
Møguleikin var til staðar
Tað var á sumri í 2010, at ein av
avgjørt stinnastu landsliðsleikar
unum, Jákup á Borg, boðaði frá, at
hann tók seg av landsliðnum.
– Eg eri ikki ein unglingi longur.
Eg havi tørv á hvíld, og eg seti meg
ikki føran fyri at spæla við fullari
megi á landsliðnum, segði hann tá
við Sosialin.
Nú eru tvey ár gingin, Jákup hev
ur fingið sína hvíld og hetta seinna
kappingarárið var hann ein av
gerandi liður í at felag hansara, B36,
gjørdist Føroyameistari. Hann var í
stórformi og hinvent nógv undan
farin ár, var Jákup í fjør ongantíð
raktur av skaðum og spældi næstan
allar dystirnar fyri B36.
– Eg havi havt ein góðan dialog
við Jóannes Jakobsen (hjálparvenj
ara, blðm.) frá tí hann bleiv settur,
so hetta er nakað, eg havi hugsað
um í eina tíð, sigur Jákup á Borg
um val hansara at aftur melda seg
kláran fyri landsliðið.
Tá ið Jákup fyri tveimum árum
síðani tók seg av landsliðnum, var
tað ikki fyri eyga ongantíð aftur at
umboða Føroyar.
– Ein skal ongantíð siga ongantíð,
og tað var júst tað, eg sjálvur segði,
tá ið eg gavst. Ein skal ongantíð
klamsa við hurðum, sigur hann.
Fyribils ella varandi?
Nú ein av profilunum í føroysku
kappingini aftur meldar seg kláran
at spæla fyri landsliðið, munnu
nógvir spurningar verða settir, um
talan er um eitt fyribils ella eitt var
andi comeback. Vit settu tí Jákupi
henda spurningin.
– Lat okkum nú taka venjingar
leguna í La Manga og kappingarárið
2012 fyrst, áðrenn vit lova nakað
meiri. Men um kroppurin heldur
til tað, og ikki minst um Lars og
Jóannes vilja hava meg at vera ein
partur av landsliðnum, so kanst tú
gott kalla tað eitt varandi comeback.
Men tað eru eisini nógvir ungir og
dugnaligir leikarar, sum banka uppá
dyrnar, og tað skal so ikki ein gomul
rotta sum eg uppihalda nøkrum
plássi hjá teimum, sigur Jákup.
Landslið í menning
Tað eru skjótt gingin tvey ár síð
ani Jákup á Borg var at síggja í
Jákup á Borg aftur á landsliðnum:
Royndirnar
skulu hjálpa
teimum yngru
Fótbóltur – Tað eru nógvir ungir og dugnaligir leikarar, sum
banka uppá dyrnar á landsliðnum, so tað skal ikki ein gomul rotta
sum eg uppihalda nøkrum plássi hjá teimum, sigur ein eyðmjúkur
Jákup á Borg, sum nú ger comeback á landsliðnum og er við í
hópinum, sum leygardagin setir kósina mótvegis venjingarlegu í La
Manga. Jákup hevur drúgvar royndir í landsliðshøpi og ætlar sær
nú at læra frá sær og annars hjálpa til í tann mun, hann er mentur