Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Seinna steypakappingin í am­ boðsfimleiki verður leygar­ dagin. Tað er fimleikafelagið Støkk, ið skipar fyri kappingini, men verður hon hildin í Havn. Kappingin verður í fimleikar­ høllini hjá Fimi í Gundadali. Amboðini, ið kappast verður í, eru gólv og forskotin barr á kvinnu­síðuni og lop, ringar og rekk á mannfólkasíðuni. Kappingin fyri gentur og smádreingir byrjar kl.10, meðan kappingin hjá kvinnuunglingum, kvinnum, dreingjum, mans­ung­ lingum og monnum byrjar kl.13. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Tað var fyri góðari viku síðani, at føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, skeikl­ aði sær fótin undir venjing og mátti halda steðg. Hann er nú komin fyri seg og byrjaði í gjár at venja við liðfeløgunum aftur. Skaðasteðgurin gjørdist tískil seks dagar langur. Pól Jóhannus hugsavnar seg í løtuni um nýggja felag sítt og er tískil ikki við á venjingar­ leguni hjá landsliðnum í La Manga. Hann hevur júst verið á venj­ingarlegu við AaB í Algarve í Portugal, og er hann eftir fleiri dystum í beinunum eis­ini inni í myndini at spæla við leygardagin, tá ið hann og liðfelagarnir heima í Aalborg hitta svenska Djurgården í venj­ ingardysti. Pætur Albinus Milan Cimburovic, sum hevur verið ungdómsvenjari í TB og B36, og eitt stutt skifti var hjálpar­venjari hjá B36, hevur fingið venjarastarv í Alabama í USA. Hetta skrivar Suðuroyar­ portalurin. Hann skal venja eitt U19-lið hjá Soccer Academy Alabama. Hann skal standa á odda hjá lið­ num saman við einum venj­ara úr brasilska felagnum Fluminense. Í fyrstu atløgu er hann settur í starv í mars-mánaða, men møgu­liga verður samstarvið longt í summar. Milan venjari í Alabama Fótbóltur Milan Cimburovic, sum í nógv ár var ungdómsvenjari í Føroyum, er settur í eitt líknandi starv í Alabama í USA Kappast í amboðsfimleiki Pól Jóhannus sloppin av við skaðan Fótbóltur Pól Jóhannus Justinussen er vorðin frískur eftir skaða í fótinum og venur nú aftur við liðfeløgunum í AaB landsliðstroyggjuni, og hann dylir ikki fyri, at tað eitt nakað broytt og styrkt landslið, hann nú aftur stendur andlits til andlits við. – Eg haldi, at liðið blívur sterkari og sterkari, og at tað er við til at styrkja um landsliðið, at alsamt fleiri av leikarunum royna seg uttan­lands. Ikki minst profilar sum Christian Holst, Jóan Símun og Gunnar Nielsen v.m., peikar Jákup á. Hann hevur altíð roynst sum fram­rættaður leikari, men ójavnt um tað hevur verið sum hang­andi áleypari, liggjandi beint aftan­ fyri áleypari ella úti á høgra borði. Sjálvur sigur hann tað vera líka­ mikið, hvar hann spælir, tí hann ger altíð sítt besta, líkamikið hvar venj­arin velur at seta hann. Jákup hevur drúgvar royndir og hevur leikt fimt-flestar landsdystir fyri Føroyar. Hesar royndirnar skal hann nú føra víðari. – Fyrst og fremst komi eg altíð við øllum, sum eg havi – bæði á vøllinum og uttanfyri. Eg eri ein vinnaratypa og havi roynt eitt sindur av hvørjum, so um eg við mín­um royndum fái hjálpt teimum yngru, so er tað super, sigur Jákup á Borg at enda. Jákup hevur drúgvar royndir og hevur leikt fimt-flestar landsdystir fyri Føroyar. Hesar royndirnar skal hann nú føra víðari Savnsmynd: Álvur Haraldsen Drúgvar royndir