Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 24. februar 2012 14 VIKUSKIFTI Grindadráp Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Hvalaveiða var leingi ein stórídnaður við stórum marknaðareftirspurningi og fíggjarligum avkasti. Hvalaúrdráttir vóru nýttir til eitt nú brennievni, sápur og kosmetikk umframt aðrar ger­andis­ vørur. Men so hvørt ídnaðurin gjørdist meiri effektivur, vóru fleiri hvala­sløg næstan útdeyð vegna grova ovurveiðu. Nakrir av leiðandi aktør­unum í ídnað­ inum vóru Noreg, Bretland og Japan. Ein ábending um lítlu virð­ingina fyri hval­inum í tíðini var ameri­kanska flog­ vápnið, sum Í 1950'unum brúkti stórhval sum skjótiskivu í skjóti­venjingum yvir havinum. Hvalur var ein søluvøra, ið kundi útnyttast uttan mørk. Sum fráleið var ídnaðurin ikki longur burðardyggur, og við sterkum mót­mælum frá umhvørvis- og djóra­ verndar­felagskapum eydnaðist tað í 1986 at fáa meiriluta fyri at samtykkja eitt fyribils altjóða bann ímóti stór­ hvala­veiðu, ið fremvegis stendur við. Við her­rópinum »Save the whales!« høvdu felagskapir sum t.d. Greenpeace tá megna at fingið almenning og politik­arar í nógvum vesturlendskum lond­um, eitt nú USA, á sína síðu. Hetta gjørdu teir við myndatøkum, stórum krav­gongum og politiskum átøkum. Átøkini lýstu hvalin sum eitt offur fyri fyri­lits­leysari og grovari handilsligari út­nyttan. Við hesum megnaðu teir at geva hvalinum eina nýggja støðu í fólksligu hugmyndini, ið var nógv øðr­vísi enn áður nevna vørufatanin av hval­inum. Hvalurin gjørdist sum fráleið menn­iskjans vinur, sum mátti verjast frá allari fram­tíðarútnyttan. Hetta kom eisini til sjóndar í filmslistini og Holly­wood. Flestir føroyingar munnu hava sæð eitt nú Free Willy filmarnar, uttan at hugsað stórvegis um føroyska grinda­drápið í tí sambandi. Hóast føroyska grindadrápið hvørki er serliga ídnaðarligt – ella sýnir somu vanvirðing ímóti hvalinum sum ídnaðaðarliga veiðan í síni tíð gjørdi – er neyðugt at hava í huga, at dagsins mót­støða ímóti grindadrápinum hevur sín uppruna í altjóða »Bjargið hval­ unum!« átøkunum og døpru søguni um hvalasløg, sum næstan vóru útruddað. At verja grindadrápið úteftir gerst tí ein sam­skiftisavbjóðing av teimum heilt stóru. Ein moralsk broyting Hugmyndaliga broytingin er eyðsæð. Hvalir vóru í síni tíð sæddir sum annaðhvørt risa kjøtfjøll ella oljubingjur. Nú eru hvalir menniskjaliggjørdir og eru vorðnir »havsins menniskju«, okkara syskina­børn ella syskin í havinum, hevur norski fólkalívsfrøðingurin Arne Kalland víst á. Broytingin skal lutvíst skiljast sum eitt úrslit av máls­ligum broytingum, ið komust av mót­mæl­ unum. Við støðugt at umrøða hval sum hóttan og sum offur hava nógvir vestur­lendingar fingið eitt nógv meiri kenslu­ligt tilknýti til hval, sum verður sæddur meiri sum »persónur« og ikki »ber náttúra«. Tá føroyingar so fara í grind er hetta í roynd og veru brot á tað, ið er vorðið normur í flestu londum í vestur­heiminum: at hvalur er »off limits« sum liður í føðiketuni. Hug­mynda­liga broytingin er eisini livibreyðið hjá eitt nú Sea Shepherd og Green­peace. Tí er tað púra nátúrligt fyri sjónvarpsrásina Animal Planet at stilla seg á síðuna hjá Paul Watson tí hann um­boðar, sambært sær sjálvum, hval­ ir­nar sjálvar, ímóti harðrendu atferðini hjá menniskjum. Soleiðis sær grindadrápið út í eygunum á nógvum uttanfyri Føroyar. Og hóast altjóða mótmælini ímóti Føroyum ofta eru sera ósaklig, er spurningurin um vit veruliga skilja hvaðani mótstøðan kemur. Her kemur søgan um hvussu hvalurin fór frá at vera lítið virt náttúrutilfeingi til heilt serstaka veru við egnum rættindum Ómodernað og barbariskt