fríggjadagur 24. februar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 24. februar 2012
15
VIKUSKIFTI
The bad guys
Í altjóða høpi hava Føroyar rættuliga
fingið bad guy status saman við eitt
nú Japan og Noreg, sum hava fingið
nógva umrøðu. Djóraverndar- og um
hvørvisfelagskapir skoða stríðið ímóti
hvalaveiðu og grindadrápið sum eitt stríð
fyri siðmenningini og modernitetinum
sjálvum. Her kunnu teir gera sær dælt
av útbreiddu uppfatanini av, at djóra
vernd og vælferð eru partur av at vera
modernaður og upplýstur. Vit eru øll
fyri djóravælferð í dag. Eingin vil setast
í samband við tað øvugta. Men tá tað
síðani hevur eydnast teimum at lýsa
grindadráp sum djórapínsla og vant
andi atliti fyri djóravælferð, hevur
tað eisini eydnast teimum at lýsa Før
oyar og aðrar hvalaveiðutjóðir sum
ómentaðar og ómodernaðar í altjóða
miðlum. Sambært teimum gamaldags
og aftanfyri siðmenningina – sum
rættuligar bad guys. Føroyska svarið
hevur verið, at argumentera fyri at
drápið verður gjørt á so humanan hátt
sum møguligt. Ivaleyst er hetta eitt av
vælmeinandi aðalmálunum hjá eitt nú
grindamannafelagnum, men tað sær
ikki út til at umheimurin er sannførdur.
Í teirra hugheimi er hvalurin einfalt
»off limits«.
Argumentini
Mótstøðan ímóti grindadrápinum byggir
á ymiskar grundgevingar. At byrja
við varð ofta grundgivið við, at fleiri
hvalasløg vóru hótt av ovurveiðuni, og
soleiðis er enn. Hesum hava Føroyar
eisini tikið undir við. Men síðani tóku
alsamt fleiri felagskapir ideologiskt
útgangsstøði í djórarættinda- og
djóravælferðarhugsan. Íblásturin hjá
mótstøðuni kemur eitt nú frá australska
heimsspekinginum Peter Singer. Hann
hevur víst á, at pínan hvalurin fer
ígjøgnum ikki kann rættvísgerast í
mun til nyttuvirði og ágóðan ið fæst
burturúr veiðuni. Hvalurin telst nevn
liga, sambært hesi hugsan, millum tey
djórasløg, ið hava serliga góðar førleikar
til at uppliva tilvitan og harvið pínu.
Harnæst verður ofta víst á, at hvalur
er ein serliga sosial vera við relativt
høgum intelligensi – eginleikum, ið
minna um eginleikar vit kenna frá
menniskjum. Fleiri hava víst á, at júst
hetta hevur gjørt hvalin til ein upp
lagdan kandidat at verja tí, at menniskju
í størri mun kunnu relatera til hesar
eginleikar hjá hvalinum, frammum t.d.
eginleikarnar hjá einum toski.
Ósaklig mótmælir?
Nógv bendir á at føroyingar, saman við
øðrum hvalaveiðutjóðum, ikki halda
kritikkin og mótstøðuna vera serliga
sakliga. Mótmælini hava tí ikki havt
stórvegis ávirkan enn. Spurt verður
til dømis hví grindadrápið verður sett
undir luppin frammum alt annað. Teir
hóma ein dupultmoral. Føroyingar
kenna onkunsvegna á sær, at umheim
urin hevur misskilt føroysku støðuna.
Næsta grein snýr seg tí um hví
føroyingar, hóast nógvu mótmælini,
enn drepa grind.
Um onkur kundi hugsað sær at
fingið størri innlit í søguligu gongdina
á økinum kann bókin hjá australsku
Charlotte Epstein, »The Birth of An
Anti Whaling Discourse« greitt við
mælast.
Næstu ferð:
Tí halda føroyingar
áfram at drepa grind
mynd: álvur haraldsen
Tá tað hevur eydnast djóraverndarfelagsskapum at lýsa grindadráp sum djórapínsla
og vantandi atliti fyri djóravælferð, hevur tað eisini eydnast teimum at lýsa Føroyar
og aðrar hvalaveiðutjóðir sum ómentaðar og ómodernaðar í altjóða miðlum
Free Willy – ímyndin av hvalinum
hjá nógvum vesturlendingum