fríggjadagur 24. februar 2012síða 48
Tekstur á síðuni
Páll Finnur Páll
í Klaksvík
Fríggjakvøldið spælir væl umtókti tónleikabólkurin Páll
Finnur Páll í Klaksvík. Framførslan verður í KÍ-høllini, og
dyrnar lata upp á midnátt. Páll Finnur Páll fara at spæla
sangir av nýggju útgávuni og sjálvandi eisini tríva í teir
góðu, gomlu sangirnar.
Páll Finnur Páll
KÍ-høllin í Klaksvík
Fríggjakvøldið 24/2 kl. 00.00
baksíðan...
Ein orsøk at venja?
Fótbóltsspælarar kunnu gerast betri
Sosialurin
Skúli í Miðlahúsinum
Kunnandi fundur um útbúgvingar
í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Portal.fo
Har sita áskoðararnir!
Serliga langsíðurnar líktist meiri
eplaveltum enn einum fótbóltsvølli
sportal.fo
Kemur væl við onkrastaðni
Skeið um seyðahald í Suðuroy
sudurras.fo
Hvør keypir eitt havnarlag?
Ein frítíðarfiskimaður í Danmark fær
helst 2.500 krónur í bót og missir rættin
til at fiska í Oyrasundi í eitt heilt ár fyri
at selja 10 skrubbur við havnalagið,
sum hann ikki hevði loyvi til at selja
Portal.fo
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Rocky fær
gjøgnumbrot
Leygarkvøldið ber til at síggja fyrsta
filmi í røðini um Rocky á DR1. Sylvester
Stallone spælir Rocky Balboa, sum
arbeiðir á einum slaktaríi, men droymir
um at fáa gjøgnumbrot sum boksari.
Tá ið meistarin Apolli Creed kemur til
Philadelphia, sær Rocky møguleikan at
bjóða honum av.
Rocky
DR1
Leygarkvøldið
25/2 kl. 22.35
Lønin hjá landsstýris-
monnum er alt, alt ov lág.
Eg eri sannførdur um, at
skalt tú fáa ordilig fólk í
landsstýrið, skalt tú eisini
rinda prísin.
Ein av mínum liðfeløgum
segði við meg, at tá tú ert
skaddur, er tað kanska
tú næstan líka so gott at
verða deyður, tí tú fert í gloymibókirnar
hjá øllum. Ongin hugsar um teg, tá
hópurin skal mannast og ongin vísur
áhuga fyri tær
Gunnar Nielsen, føroyskur málmaður í Manchester City,
sum fekk álvarsaman knæskaða
Bárður Nielsen,
løgtingsmaður
Harður rockur
í Keypmannahavn
Fríggjakvøldið spælir føroyski rockbólkurin Hamferð
konsert í Keypmannahavn. Konsertin verður á Norður
bryggjuni, og umframt Hamferð fer eisini íslendski
rockbólkurin Skálmøld at spæla. Hamferð og Skálmöld
hava lurtað væl eftir teimum norðurlendsku kvæðunum
og sagnunum og knýta hetta saman við hørðum
metaltónleiki.
Ragnarrock
Norðurbryggjan í Keypmannahavn
Fríggjakvøldið 24/2
kl. 22.00
Politikarar eiga at ganga
á odda og spyrja seg sjálvar
um tað, teir fáa í samsýning,
er rætt og rímiligt.
Rigmor Dam,
løgtingskvinna
X Factor pápar
Fríggjakvøldið sendir Rás2
aftur av Hvonn í Havn.
Umframt serliga gestin
Mikkel Kessler, verða eisini
onnur spennandi innsløg.
Pápar at føroyskum X Factor
luttakarunum fara at greiða
frá, hvussu tað er at uppliva
síni børn í stórari sjónvarpskapping av hesum slagi.
Fólk eru væl komin á Hvonn at lurta, og annars ber til
at hoyra alt á Rás2.
Hvonn Live
Hvonn & Rás2
Leygarkvøldið 25/2 kl. 20.00