mánadagur 27. februar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Pípan fingið annað ljóð
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hóast
Fólkaflokkurin
er
ímóti tilfeingisskatti, loyvis
gjøldum og øðrum hugsandi
avgjøldum, sum talan er um
at leggja á vinnuna, so hev
ur løgmaður boðað frá, at vit
fara at fáa onkran form fyri
loyvisgjaldi.
Í Degi og Viku fríggja
kvøldið segði løgmaður, at
talan verður um eitt trísiffr
að tal, altso eitt gjald, sum
liggur ímillum 100 milliónir
og eina milliard.
Hann
endurtók
eisini,
hvussu lítið hann helt um
avrikið hjá Jákupi Mikkelsen,
frákoyrda landsstýrismanni,
sum hevur sent sítt uppskot
um rullandi fiskiloyvi í 12 ár
til hoyringar.
Soleiðis arbeiða
vit ikki í landsstýri
num framyvir, hev
ur løgmaður sagt.
Soleiðis eru tek
in í sól og mána um,
at løgmaður ætlar at
stýra uttan um
F ó l k a
flokkin
–
ella
vil hann siga Fólkaflokki
num, hvør tað er sum ger av,
hvar skapið skal standa.
Men aftur er tað hesin
ólukku blokkstuðulin, sum
løgmaður ikki fekk. Hóast
Fólkaflokkurin ikki hevur
viljað sagt nakað alment um,
hvussu lítið hann helt um
hesa roynd løgmans, so legði
Jákup Mikkelsen ikki fingr
arnar ímillum. Við háðandi
vendingum segði hann, at
Fólkaflokkurin alla tíðina
visti, at tað var ómøguligt at
hækka blokkstuðulin aftur.
Tí gekk Fólkaflokkurin við
til orðingina í samgongu
skjalinum.
Men kanska er tað júst
tað, sum Fólkaflokkurin nú
fær aftur frá løgmanni í grá
um kálvskinni: Uttan um
vilja Fólkafloksins at kroysta
hann til at fáa einar 2-300
milliónir inn í onkrum formi
fyri loyvisgjaldi.
Tá
Sambandsflokkurin
ikki fær fíggjað skattalætt
an til tey ríku við stuðuli í
Danmark, so má hann taka
onnur ráð fyri – og her er
loyvisgjaldið kanska svarið
– samstundis sum løgmaður
kann seta Fólkaflokkin upp
á pláss...
Í síðstu viku hevði Kári P. Højgaard,
landsstýrismaður í innlendismál
um, kunnandi fund við tingfólk um
framtíðar tunnilsgerðir í Føroyum.
Hóast prátið um Skálafjarðartunn
ilin av sonnum fór í dvala, tá privata
partafelagið mátti ganga í seg sjálvt
og viðganga, at tað helst fór at vera
ein ov tungur burður at fara undir
hesa verkætlan á privatum grund
arlag, so hevur alla tíðina liðið í
kortunum, at tunnilinsætlanin skal
fremjast.
Kári P. Højgaard hevur verið ein
av fremstu talsmonnum fyri at gera
hesa verkætlan á privatum grund
arlag. Men nú tá kanningin hjá
Landsverki, sum John Johannes
sen, fyrrverandi landsstýrismaður
í Innlendismálum bað um, er al
mannakunngjørd, so tykist pípan
hjá Kára P. Højgaard hava fingið
annað ljóð.
Tá trøini fyri nøkrum árum síð
ani vuksu inn í himmalin – og alt
bar til – var politiskur meiriluti fyri,
at privatfólk skuldu sleppa at gera
hesa verkætlan og harvið vinna fitt
av peningi. Tað luktaði longu frá
byrjan, tá ognarlutir hjá stigtakar
um og nevndarlimum fingu ov stór
an týdning fyri ætlanina.
Men alt hetta er nú sópað av
borðinum við fráboðanini hjá lands
stýrismanninum í innlendismálum.
Tí nú bendir alt á, at verkætlanin
verður fram av tí almenna.
Og tað er helst longst sum best.
Tær báðar tunnilsverkætlanirnar,
sum eru framdar við Vágatunlinum
og Norðoyatunlinum hava víst, at
tann leisturin bar til.
Sambært kanningini hjá Lands
verki, so er tað møguligt at útvega
munandi bíligari fígging, um tað er
tað almenna, sum kemur at eiga og
reka Skálafjarðartunnilin. Verður
hann á privatum hondum, uttan at
tað almenna á nakran hátt er uppi
í, so fer meirkostnaðurin at liggja
millum 400 og 800 milliónir, vís
ir kanningin hjá Landsverki. Fyri
brúkaran fer munurin at merkja, at
tað fer at kosta 37,8 krónur at koyra
ígjøgnum ein almennan tunnilin,
meðan tað kostar 79 krónur at
koyra ígjøgnum tann privata.
Um hetta er munurin, so er valið
eyðsýnt.
Landsstýrismaðurin hevur eisini
spælt við tankanum um at leggja
allar tunlarnar í eitt felag og at lata
inntøkur frá øllum tunlunum fíggja
samlaðu ætlanina, sum eisini skal
fevna um Sandoyartunnilin. Hetta
er sjálvandi ein leistur, sum órógvar
fólk í Norðoyggjum og í Vágum, tí
hetta er ikki í tráð við ta avtalu, sum
varð gjørd. Men eyðsæð er, at skulu
hesar báðar stóru verkætlanirnar
við Sandoyar- og Skálafjarðartunl
unum fremjast, so skulu heilt serlig
stig takast.
Í so máta er hendan frágreiðingin
eitt gott og hent íkast til kjakið.
Upp til 800 mió kr bíligari
at byggja alment enn privat
Ein bilur, sum sunnunáttina
koyrdi niðan eftir Hoydals
vegnum í Havn, rendi á
hendan bilin, sum vit síggja
á myndini. Í staðin fyri at
boða frá rýmdi bilførarin.
Men hann sleppur ikki
so, tí í samanstoytinum
misti hann aðra nummar
plátuna.
– og tí veit politiið,
hvør eigur bilin, men hóast
leitað hevur verið eftir hon
um, varð hann ikki funnin.
Tað sama hendi næst
síðstu sunnunátt, tá ein bil
førari, sum rendi á ein garð í
Hoyvík, rýmdi av staðnum.
Hann misti eisini numm
arplátuna, og tí fór politiið
beina leið heim til viðkom
andi, sum var fullur.
So ráðini til teirra, sum
vilja rýma undir politinum
eftir slík óhapp má vera at
tryggja nummarpláturnar
betur.
– Ella gera tað allar
besta: Als ikki at koyra, tá
tey drekka!
Nummarplátan
avdúkaði
Loyvisgjald fyri blokkstuðul
Føroyar
í tí nýggja
Arktis
Martin Breum
kjak á síðu 24
Bíliga
loftvegis –
ein fólka
rættur
Jústinus Eidesgaard
kjak á síðu 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000