Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Tað var serliga verjan hjá vest­ menningum, sum stóð stinn og nærmast ikki loyvdi odda­ liðnum í deildini at skjóta mál. Eftir støðuna 2-2 dróg VÍF frá og legði seg á odda í einari annars málfátækari dystarbyrjan, og tá ið 20 minuttir vóru spældir, hevði KÍF púra óvanligt bara skotið trý mál. Støðan var 6-3 til VÍF og KÍF minkaði til 6-4 min­uttin seinni. Tað var VÍF, sum greitt var við yvirlutan yvir einum ráðaleysum KÍF-liði, sum ikki líktist einum oddaliði hesa løt­ una. VÍF slapp til hálvleiks við 12-8-leiðslu. Ov seint hjá KÍF Byrjanin av seinna hálvleiki var jøvn og megnaði VÍF at verja um fýra máls leiðsluna. VÍF spældi skjótt og væl og góvu teir KÍF eina smakkiroynd av tí, ið hevur sermerkt teir í ár, og eftir einari løtu í seinna hálv­ leiki vunnu teir seg heilt upp á 17-11. Kollfirðingar góvu ongan­ tíð upp og minkaðu niður í 19- 16, áðrenn vestmenningar tó vístu gott áhaldni og hildu KÍF neyðuga nógv aftanfyri seg. Talan var allatíð um eina leiðslu við fimm málum, og tað sama var støðan tríggjar min­uttir fyri leiklok. Tá var nevniliga 23-18 til VÍF og øll hildu, at dysturin var av­ gjørdur, men tá gjørdi KÍF skjótt av minkaðu teir heilt niður í 23-22, áðrenn VÍF tó róliga kundi avgera dystin við ein­um brotskasti, sum teir tó mis­nýttu og mundu givið KÍF ein seinasta møguleika, men tíðin var runnin undan koll­ firðingum. Teir vóru aftanfyri allan dystin og gjørdu ikki vart við seg fyrr enn ov seint var, og máttu teir tískil uppiborið lúta 23-22. VÍF heldur nú fjarstøðuna niður til H71, sum er fýra stig aftanfyri við tveimum dystum færri. KÍF tapir bara sín annað dyst í ár, hin fyrri somuleiðis ímóti VÍF, men hevur tað ikki stórvegis at siga fyri liðið, sum liggur greitt á odda – heili átta stig niður til VÍF. Pætur Albinus Liðini vóru jøvn í einari varligari byrjan og komu ikki nógv mál fyrstu løtuna. Eftir einum korteri var støðan 5-4 til Kyndil, og tá tók dysturin eina stóra vend. Klaks­ víkingar vágaðu meira í álops­part­ inum, og við stundum sera góðum álopsspæli vóru teir við til at leggja Kyndil aftur um seg. Serliga Jón Jacobsen á vinstra vongi vísti stór­spæl og við smáum detaljum hevði greitt tak á málverjunum hjá Kyndli. Team Klaksvík valdi seinastu løtuna av fyrra hálvleiki at mans­verja Miroslav Vladkov, og hetta pilkaði spælið hjá Kyndli fullkomiliga sundur. Teir høvdu trupult við at spæla seg ígjøgnum og í hinum endanum høvdu klaks­ víkingar lætt spæl. Team Klaksvík var á odda 15-10 í hálv­leikinum. Comeback miseydnaðist Í seinna hálvleiki helt Team Klaks­ vík fast í góðu gongdini frá fyrra hálvleiki. Við fýra málum á rað og støðuni 19-10 kundi dysturin verið av­gjørdur, men Kyndil vildi tað øðrvísi. Við góðari hjálp frá einum reyðum korti til Team Klaksvík, kom Kyndil av álvara í gongd og eftir at hava verið aftanfyri 21-14 komu teir heilt upp á javnt 21-21. Hesa løtuna vardu teir Filip Jojic og klaks­víkingar formáddu sær einki í álopspartinum, meðan Kyndil hin­ vegin var flúgvandi og skoraði í hvørjum álopi. Serliga Høgni Klein Olsen á vinstra vongi stóð seg væl og skeyt fleiri mál. Team Klaksvík fekk loksins aftur sett hol á málskjótingina og kom á odda 26-23. Tá hevði Kyndil hvørki orku ella tíð at svara aftur einaferð afturat, og Team Klaksvík vann dystin 27-24. Við sigrinum leggur Team Klaks­ vík seg undir liðina á StÍF við 12 stigum. Team Klaksvík hevur tók leikt ein dyst færri. Kyndil verður ver­andi á aftasta plássi, nú við fýra stigum upp til Team Klaksvík og StÍF. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus H71 spældi illa og við fimm málum eftir einum korteri kundu teir bara staðfesta, at StÍF uppiborið var á odda 6-5. Tað var serliga um­vegis skjótálop, at StÍF tók av nógvu álopsvillunum hjá einum for­køl­ aðum hoyvíksliði, og um strand­ ingar høvdu verið enn betur upp­ lagdir henda dagin, høvdu teir óivað verið á odda við fleiri. Marian Cirloganescu stóð eisini væl í StÍF- mál­inum. Løtuna til hálvleiks skrúvaði H71 eitt sindur upp og serliga umvegis ein stórspælandi Dánjal Tórgarð løgdu teir seg á odda við tveimum. StÍF slapp tó ógvuliga lætt álops­ partinum og við standandi skotum útifrá lótu teir ongantíð H71 sleppa avstað. Hálvleiksstøðan var 13-12 til H71. Avgjørdu at enda StÍF legði hart út í seinna hálvleiki og við tveimum skjótum málum vóru teir á odda 14-13. H71 tók tó skjótt aftur við stýringina av dyst­ inum og hildu teir seg á odda við teprari leiðslu heilt fram til StÍF aftur legði seg á odda 19-18. Jens á Skipa­gøtu í H71-málinum hevði betri tak á skotunum útifrá hjá StÍF, men samstundis sum Marian Cirloganescu í StÍF-málinum byrjaði at spæla seg upp, var gongdin jøvn og hvørki av liðunum sluppu at renna avstað. Fimm minuttir fyri leiklok fekk StÍF eina útvísing, ið kundi verið sera kostnaðarmikil, men H71 ikki at økja við meiri enn einum, og so skjótt StÍF aftur var fullmannað, javnaðu teir. Ein minutt fyri leiklok legði H71 seg á odda við einum, og bara tíggju sekund áðrenn dystarlok hevði StÍF við opnum málmøguleika møguleikan at javna, men Hanus Kristiansen í H71-málinum bjargaði skotinum og dystinum. H71 setti ferð á hinvegin og í seinasta sekundinum slóu teir sigurin fastan 26-24. Við sigrinum heldur H71 lív í vónini um at koma í FM-finaluna umvegis eitt 2. pláss. Teir eru fýra stig aftanfyri VÍF, sum tó hevur leikt tveir dystir fleiri. VÍF koppaði oddaliðnum Hondbóltur VÍF staðfestir sína støðu á 2. plássi eftir søtan sigur á oddaliðnum og kappingarneytanum KÍF. Talan kundi verið um stórsigur, men at enda vunnu vestmenningar tepurt 23-22 Atlantic Airways deildin Mynd: Álvur Haraldsen Vánaligt avrik mundi kostað H71 Hondbóltur Eitt skinklandi H71-lið, sum ikki hevði ráð til annað enn at vinna, avgjørdi í seinastu sekundunum og vann heima 26-24 á StÍF. H71 er tískil framvegis við í FM-stríðnum Team Klaksvík vann botnuppgerð Hondbóltur Við 27-24-sigri á Kyndli leggur Team Klaksvík seg nú undir liðina á StÍF og kann ota seg longri upp eftir stigatalvuni Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 17 473 392 81 30 2 VÍF 18 479 457 22 22 3 H71 16 418 417 1 18 4 Neistin 17 444 444 0 16 5 Team Klaksvík 16 427 457 -30 12 6 StÍF 17 409 444 -35 12 7 Kyndil 17 395 434 -39 8