Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Tað var Tjaldur, sum byrjaði dystin best og legði seg á odda frá dystarbyrjan, men vest­manna­ gentur stríddu seg inn aftur í dystin og vóru komnar upp á javnt 7-7 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá dróg Tjaldur aftur frá, og tað var eyðsæð, at tær høvdu tað gott aftur við Adinu Petrea á vøllinum. Hon rundaði nógv álop av sjálv við at langa bóltin í kassan, somuleiðis sum Ansy Sevdal var kvik í mótálopunum og revsaði mistøkini hjá VÍF. Tjaldur var á odda 19-13 í hálvleikinum. VÍF reisti seg Við seks málum á odda vóru lunnar lagdir undir fyrsta sigurin til Tjaldur í ár, men hetta vildu vest­ manna­genturnar øðrvísi. Tær fingu betri tamarhald á skjúttunum hjá Tjaldur og vóru somuleiðis meiri avgjørdar í álopspartinum. Smáar tíggju minuttir fyri leiklok hevði VÍF á fyrsta sinni í seinna hálvleiki bart seg upp á javnt, nevniliga 23- 23. Tær steðgaðu heldur ikki tá og komu tær eisini á odda 27-24, áðrenn tað aftur datt sundur hjá teimum og Tjaldur vann seg inn aftur í dystin. Ein dystur, sum var nógv aftur og fram, endaði við 28-28-javnleiki. Tjaldur kundi í hálvleikinum valla ynskt sær betri útgangsstøði til at fingið fyrsta sigurin í ár, men enn bíðar hann. Tær hava nú tvey stig og eru púra einsamallar á aftasta plássi, meðan VÍF verður verandi á triðaftasta plássi. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Stjørnan var leygardagin á vitjan á Skála hjá StÍF, sum hóat góða gongd í síðstuni ongan­tíð megnaði at seta Stjørn­una undir trýst. Stjørnan vann 26-12 eftir at hava verið á odda 12-6 í hálvleikinum. VB var á vitjan hjá Kyndli, og tær gjørdu tað sama við havnar­liðið, sum tær gjørdu bara níggju dagar framman­ undan – nevniliga vunnu. Hesa­ferð vunnu tær 26-22. Sigrarnir hjá VB og Stjørn­ uni hetta vikuskiftið merkja, at tær framvegis liggja stavn um stavn við 26 stigum hvør á øðrum plássi. Júst hesi bæði liðini bresta saman í einum týðandi oddabraki í Vági kom­ andi sunnudag. albinus@sosialurin.fo sunset deildin Mynd: Álvur Haraldsen Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 18 584 413 171 34 2 Stjørnan 18 476 417 59 26 3 VB 18 465 415 50 26 4 Kyndil 18 466 454 12 15 5 VÍF 18 439 473 -34 13 6 StÍF 18 416 465 -49 10 7 Tjaldur 18 387 596 -209 2 VB og Stjørnan stavn um stavn Hondbóltur Kappingin um seinna finaluplássið í SunSet-kappingini er beinhørð. VB og Stjørnan vunnu bæði um vikuskiftið og eru tey nú púra jøvn, áðrenn tey hittast í einum oddabraki komandi sunnudag Tjaldur mundi vunnið Hondbóltur Tjaldur var um reppið at fáa fyrsti sigurin í ár, tá ið tær spældu javnt 28-28 ímóti VÍF í Vestmanna