Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 19 19 0 57 6 51 24 2 Fleyr 19 16 3 52 10 42 21 3 SÍ 18 14 4 45 12 33 17 4 Ternan 19 10 9 30 29 1 12 5 Dráttur 19 7 12 23 41 -18 9 6 ÍF 19 6 13 22 43 -21 8 7 TB 18 3 15 13 49 -36 3 8 KÍF 19 0 19 5 57 -52 0 25/02 TB - Ternan 0-3 (11-25, 23-25, 19-25) 25/02 Dráttur - KÍF 3-0 (25-15, 25-19, 25-13) 26/02 Mjølnir - SÍ 3-0 (25-13, 28-26, 25-21) 26/02 Fleyr - ÍF 3-0 (25-9, 25-15, 25-21) Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 10 8 2 28 11 17 12 2 ÍF 10 7 3 24 16 8 10 3 Mjølnir 10 5 5 18 21 -3 7 4 Fleyr 12 1 11 12 34 -22 1 26/02 Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-18, 25-15, 25-19) Hilmar Jan Hansen – Vit trúgva upp á tað, sjálvt um vit væl vita av, at tað verður ikki lætt at klára tað. Nú skulu vit bara vinna okkara og so vóna, at SÍ kann rætta okkum eina hjálpandi hond. Tað sigur liðformaðurin hjá Mjølni, Thorvald Danielsen, nú hann ger støðuna upp ímóti endanum á kappingini í Eik- liguni hjá monnum, sum av álvara er farin at nærkast end­ anum. Stigatalvan fortelur, at SÍ hevur spælt seg í FM-final­ una, men at bæði ÍF og Mjølnir teoretiskt kunnu taka hitt finaluplássið. – Avgerandi dysturin fyri okkara viðkomandi verður sunnudagin, tá vit skulu á Kambsdal at spæla ímóti ÍF. Vinna vit hann, so eru vit bara eitt stig aftan fyri ÍF, men tapa vit hann, so er liðugt, sigur Thorvald, ið minnir á, at Mjølnir eigur ein útsettan dyst á ímóti SÍ á útivølli. – Tann dysturin verður ikki spældur fyrr enn aftan á dystin millum ÍF og SÍ, har vit mugu vóna, at sørvingar vinna. Og so skulu vit sjálvandi eis­ini vinna á sørvingum, sum upp á ein máta kunnu velja, um teir vilja møta okkum ella fugl­ firðingum í finalunum. Í gjár tók Mjølnir ímóti Fleyr og vann ein greiðan 3-0 sigur, ið var fyrsta stigið á leiðini at røkka allan vegin í finaluna. – Fleyr hevði einki at spæla fyri, meðan vit høvdu alt at spæla fyri, og tað merkti dystin, ið bleiv ein tann lættasti hjá okkum í vetur. Einki koyrdi hjá Fleyr, meðan vit spældu væl, og tað var gott at vinna, tí annars hevði alt verið liðugt, staðfestir liðformaðurin hjá Mjølni. Bara tríggir dystir eru eftir av landskappingini hjá monn­ unum. Næsta sunnu­dagin spæla ÍF og Mjølnir á Kambs­ dali, har ÍF aftur leygardagin eftir tekur ímóti SÍ, sum so aftur eina ferð eftir tann dystin hev­ur heimavøll ímóti Mjølni. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Mjølnir hevur við sínum 24 stigum longu tikið annað finaluplássið, og nú stendur kappingin í enda­ spurtinum í landskappingini hjá kvinnunum millum Fleyr, sum hevur 21 stig fyri 19 dystir, og SÍ, sum hevur 17 stig fyri 18 dystir. Ein dystur, tey bæði liðini hava eftir, verður júst teirra millum sunnu­ dagin komandi í Havn. Sum stigatalvan sær út, er tað altso SÍ, sum rennur aftan á Fleyr, og umframt teir dystirnar, sum eftir dystarskránni eru eftir, eigur SÍ ein dyst hangandi, sum skuldi verið spældur ímóti TB sunnudagin 5. februar, men sum ongantíð bleiv til nakað, tí TB hevði fleiri spælarar, ið vóru sjúkir tá. – Eg veit ikki, hvussu verður við tí dystinum, men tað hevði verið best, um hann var fingin frá hondini longu nú, so vit kundu konsentrerað okkum um teir báðar síðstu dystirnar hjá okkum, sigur liðskiparin hjá SÍ, Karin Mikkelsen, ið ikki hevur mist mótið, hóast SÍ í gjár mátti lúta fyri oddaliðnum, Mjølni, fyri aðru ferð innan fyri eina viku. – Tað gekk heldur frægari hjá okkum enn í steypafinaluni, men tað kostaði hjá okkum, at vit ikki komu nóg skjótt í gongd. Nú mugu vit royna at koma upp úr aldu­ dalinum, so vit fáa víst, hvat vit í veru­leikanum kunnu, nú tað er so umráðandi hjá okkum at vinna hesar síðstu dystirnar. Ov fáir góðir dystir Í dystinum í gjár fór Mjølnir langt framum beinanvegin og vann eisini stórsigur í fyrsta setti, meðan annað sett líktist meira tí, ið væntast kundi í einum dysti, har so nógv stóð upp á spæl hjá øðrum liðnum, tí farast mátti út um 25 bóltar fyri at fáa setti avgjørt. Í triðja setti byrjaði Mjølnir aftur nógv betri, og tá SÍ byrjaði at koma fyri seg, var longu ov seint, og Mjølnir vann settið og dystin. – Tann stóri trupulleikin í vetur hevur verið, at alt ov fáir dystir hava verið ordiliga avbjóðandi. Vit hava spælt tveir øgiliga góðar ímóti Mjølni fyrr í kappingini, umframt at dystirnir ímóti Fleyr eisini hava verið góðir. Men annars hevur einki verið, sum veruliga hevur givið nakað, tí mótstøðan hevur ikki verið har, staðfestir Karin Mikkelsen. – Nú verða vit so noyddar at taka í nakkan á okkum sjálvum, tí vit vita, at vit hava meira í okkum. Vit hava eitt gott lið, men mugu royna at koma upp nú, so vit kunnu røkka í finaluna. Dystirnir, sum eru eftir hjá SÍ og Fleyr, ið kappast um eitt finalupláss, eru sínamillum upp­ gerðin sunnudagin, tá Fleyr í Gunda­dalshøllini tekur ímóti SÍ, og leygardagin eftir tað skal SÍ á Kambsdal at spæla ímóti ÍF, sam­ stundis sum sørvágskvinnur vóna, at tær fáa hjálp frá Mjølni, ið tekur ímóti Fleyr. Harumframt hevur SÍ so heimadystin ímóti TB eftir, men ikki er greitt, nær hann verður spældur. Av hinum liðunum hevur Ternan í vetur gjørt mest vart við seg, og leygardagin vunnu kvinnurnar á Toftum greitt á TB, samstundis sum Dráttur vann líka so greitt á KÍF. Og í gjár gjørdi Fleyr sítt fyri at halda munin niður til SÍ, tá kvinnurnar hjá ÍF vórðu sendar heimaftur við einum 0-3 tapi. hilmarjan@sosialurin.fo Mjølnir skal gera sítt Mansflogbóltur Menninir hjá Mjølni mugu vinna báðar teir síðstu dystirnar, umframt at teir mugu fáa hjálp frá SÍ, skal tað lukkast at koma í FM-finaluna eik-ligan SÍ rennur aftaná Kvinnuflogbóltur Við trimum dystum eftir, er SÍ fýra stig aftan fyri Fleyr, ið bara skal vinna ein dyst aftrat fyri at tryggja sær pláss í FM-finalunum ímóti Mjølni FLEYR HELDUR TRÝSTIÐ Við einum tryggum 3-0 heimasigri á ÍF, gjørdi Fleyr sítt fyri at halda fast um trýstið á SÍ, ið framvegis er aftanfyri í kappingini millum hesi bæði um at koma í FM-finalurnar ímóti Mjølni Mynd: Álvur Haraldsen