Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Síðsta heyst var Christian Lamhauge Holst ein av lykla­ spælarunum á lands­liðnum. Superligu spælarin í Silkeborg er ikki við landsliðnum á venjingarleguni í Spania. Tað kemst av, at hann er saman við hinum í Silkeborg á venjingar­ legu í Turkalandi. Christian var í fjør ein av profilunum á Silkeborg lið­ num, men higartil hevur tað ikki gingið nakað serligt á venjingarleguni. Orsøkin er tann, at hann er plágaður av skaða í lærkrikanum. Skaðin er so mikið herviligur, at hann er orsøk til, at Lamhauge mað­ urin ikki er førur fyri at venja saman við liðfeløgunum, men heldur er í viðgerð hjá fysio­ terapeutinum. Silkeborg hevur spælt tveir dystir í Turkalandi, og Christian hevur ikki verið á vøllinum. Í fyrra førinum endaði tað 2-2 ímóti rumenska FC Vaslui, og í seinna førinum var talan um málleysan javnleik ímóti Tromsø. Um eina viku, mánadagin 5. mars, skal Silkeborg fyrstu ferð eftir vetrarsteðgin í eldin í superliguni. Tá verður mót­ støðuliðið OB á Odense stadion. Tað man vera lítið sannlíkt, at Christian Lamhauge Holst tá verður millum teir fyrstu ellivu. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Fótbóltslandsliðið kom upp á pláss í venjingarleguni í La Manga í Spania um middagsleitið í gjár. Seinna­ partin var ein venjing á skránni, og í dag verður vant tvær ferðir – eina ferð fyrrapartin og eina ferð seinnapartin. Týskvøldið verður tann fyrri av tveimum venjingardystum á skránni. Tá verður mótstøðuliðið Real Murcia, sum er á 11. plássi í næst­bestu sponsku deildini. Hós­ dagin verður spælt ímóti La Union, sum er partur av triði bestu deildini í Spania. Umstøðurnar at venja eru góðar. Í gjár var heiður himin, og hita­stigini vóru millum 20 og 25. Hann sigur frá sama veðri næstu dagarnar. Umframt føroyska landsliðið eru lið úr Danmark, Svøríki, Noregi og USA í hesum døgum í La Manga á venjingarlegu, veit heimasíðan hjá FSF at siga. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Ein vánalig aðalroynd er gott tekin um, at tað fer at roynast væl, tá ið tað ræður um. Soleiðis plagar at verða tikið til, og so er at vóna, at tað verður soleiðis hjá AaB og Pól Jóhannusi Justinussen. Leygardagin var síðsti venjingar­dysturin á skránni, og sunnudagin verður fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin. Sunnudagin verður AaB vertur, tá ið topp­ liðið og stórfavoritturin at vinna enn eitt meistaraheiti, FCK, fer at vitja í Aalborg. Seinasti venjingardysturin var á dystarvøllinum í Aalborg leygardagin, har Djurgaarden IF úr Stokholm vitjaði. Fyrr­ ver­andi stórliðið í Svøríki megn­aði akkurát at bjarga sær sessin í bestu deildini síðsta heyst. Eftir sera soltna byrjan varð Magnus Pehrsson, sum áður hevur verið venjari í AaB, settur sum venjari, og tað roynd­ist betri hjá honum, enn tað gjørdi í Aalborg, har hann fekk sekkin. Pól Jóhannus Justinussen var als ikki á vøllinum leygar­ dagin. Hann varð eitt sindur skaddur á venjingarleguni í Portugal, og AaB venjarin, Kent Nielsen, hevði ikki føroyska spælaran á liðnum. Tríggir spælarar skiftust at røkja bæði plássini í miðverjuni, og tað gekk ikki meiri enn passaligt. Djurgaarden vann 2-0, og í báðum førum var talan um ikki serliga sannførandi avrik hjá miðverjunum. Hóast hann neyvan verður millum teir fyrstu ellivu sunnu­ dagin, so heldur Pól Jóhannus, at tað skjótt fer at verða pláss fyri honum: – Tað verður torført at koma á liðið, men eg eri klárur, og eg ætli mær at taka av møguleikanum, tá ið hann kemur. At eg umframt í mið­ verj­uni havi royndir í vinstru síðu ber við sær, at talan verður um fleiri møguleikar, men eg kenni meg best í miðverjuni, segði Pól Jóhannus Justinussen í gjár við tipsbladet.dk. Í gjár vandi AaB í Hadsund, har ikki færri enn 500 fjepp­ arar møttu upp at hyggja at venjingini og at fáa autograf frá føroyska spælaranum og liðfeløgum hansara. Dreym­urin um at liva sum fulltíðar yrkis­ spælari er í løtuni veruleiki. Takið er nú at sleppa framat á besta liðnum! Pól Jóhannus verður á beinkinum Fótbóltur Føroyski spælarin í Aalborg verður ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti FCK sunnudagin, men hann roknar við at fáa møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum Christian er skaddur Góðar umstøður á La Manga Fótbóltur Tvær venjingar eru í dag á skránni hjá landsliðnum, sum týskvøldið fer at spæla tann fyrra av tveimum venjingardystum Myndir: www.fsf.fo