mánadagur 27. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Liverpool
Tað eru 7667 dagar síðani at ein
ungur Ryan Giggs koma á vøllin
fyri fyrstu ferð í eini Manchester
United troyggju. Hárið er í dag
grátt í støðum og nakað styttri, men
annars ber ill til at síggja munin á
Ryan Giggs, sum spældi sín fyrsta
dyst fyri felagið og Ryan Giggs, sum
spældi sín dyst nummar 900 fyri
felagið í gjár.
Dysturin millum Norwich og
Manchester United stóð á jøvnum
tá vanliga leiktíðin varð farin, men
aftaná 22 ár í Manchester United,
so veit Ryan Giggs betri enn at geva
upp og sláa seg til tols við einum
javnleiki.
Vanliga leiktíðin er farin, tá
walisin snýkjur seg inn í brotsteigin.
Meðan flestu eyguni eru rundanum
fremri stong, so hevur Ryan Giggs
leitað sær við aftari stong. Og rætt
hevði Ryan Giggs, tí innleggið
kom allanvegin til aftari stong har
Ryan Giggs við sínum kæra vinstra
fóti førkar bóltin tað seinasta,
men avgerandi pettið inn um
málstrikuna til enn ein Manchester
United sigur.
Hendan greinin kundi eins væl
verið ein heiðursgreið til Ryan
Giggs, men sum hann spælir og
hugnar sær á vøllinum í løtuni, so
kann tann greini eins væl bíða til
hann spælir sín dyst nummar 1.000
fyri felagið.
Arsenal eru við aftur
Stóri dysturin hetta vikuskiftið
var á Emirates leikvøllinum har
Arsenal tók ímóti Tottenham.
Arsenal og Arsene Wenger hava
verið fyri nógvum ákoyringum
seinastu tíðina. Tapini móti AC
Milan og Sunderland í ávíkavist
Champions League og FA Cup hava
fingið Arsenal viðhaldsfólk at seta
spurnartekin við Arsene Wenger.
– Lít á meg, segði fraklendingurin
á Aðalfundinum hjá Arsenal fyrr í
hesum kappingarárinum. Gongdin
broyttist nakað, men tá tíggju
minuttir restaðu av fyrra hálvleiki
í gjár mundu tey flestu hava mist
álitið á Arsene Wenger.
Triðja tapið upp í slag var nær
og so var tað móti grannunum og
arvafíggindanum Tottenham. 2-0
stóð á talvuni eftir at Louis Saha og
Emmanuel Adebayor høvdu skorað
hvør sítt mál.
Síðani hendi eitt ella annað,
sum Arsenal viðhaldsfólk helst
høvdu kunna hugsa sær hendi
oftari. Arsenal fór at trúgva upp á
tingini. Upp á fáar minuttir høvdu
Bakary Sagna og Robin Van Persie
javnað. Í seinna hálvleiki vend alt
á høvdið og Arsenal endaði við at
vinna heili 5-2 við einum máli frá
Tomas Rosicky og tveimum frá
Theo Walcott.
Arsenal prógvaði við sigrinum,
at tað eru eginleikar á liðnum til
at vinna móti teimum bestu. Teir
skoraðu millum annað eisini fimm
móti Chelsea á Stamford Bridge. Nú
er spurningurin um Arsenal kann
skjóta fimm mál móti AC Milan í
seinnu 1/8 finlauni í Champions
League og koma víðari eftir at hava
tapt fyrra dystin 4-0.
Harry til landsliðsvenjara
Tottenham
venjarin,
Harry
Redknapp, hevur leingið verið settur
í samband við starvið sum enskur
landsliðsvenjari. Aftaná ein hálvan
tíma av grannauppgerðini tóktist
hetta helst um eitt gott hugskot.
Ein tíma seinni sungu Arsenal
viðhaldsfólkini tó í spølni: »Harry
Redknapp til landsliðsvenjara«. Upp
á ein tíma hevði Arsenal trumlað
Tottenham niður og skorað ikki
færri enn fimm mál.
Enska fótbóltssambandið, sum
ikki eingur nógvar góðar vinir í fót
bóltsheiminum, hevur framvegis
ikki tikið eina avgerð um hvør skal
venja landsliðið, hóast næstan
alt peikar á, at tað verður Harry
Redknapp.
Á hvørjum einasta tíðindafundið
verður Harry Redknapp spurdur
um enka fótbóltssambandið sett
seg í samband við hann. Í hinum
endanum
stríðist
Tottenham
leiðslan fyri at halda fast í 65-ára
gamla onglendinginum, sum hevur
staðið á odda fyri felagnum síðani
2008.
Øll hendan óvissan kann ikki
verða til fyrimuns fyri Harry
Redknapp og Tottenham í løtuni.
Tað var ikki høvðusorsøkin til tapið
í gjár, men tað ikki verið ein hjálp.
Walcott út
Ein av leikarunum hjá Arsenal, ið
hevur verið fyri flestum ákoyr
ingum er Theo Walcott. Skjóti
høgri vongurin kom ikki væl frá
fyrra hálvleiki og fleiri Arsenal
viðhaldsfólk gjørdu vart við sína
ónøgt. So nógv, at Arsene Wenger
umhugsaði at skifta hann út.
– Viðhaldsfólkini vóru eftir hon
um og eg hugsaði at tað kanska var
betri fyri hann at eg bara skifti
hann út, segði Arsene Wenger.
Arsene Wenger valdi tó at lata
enska
landsliðsleikaran
verða
verandi á vøllinum. Theo Walcott
takkaði fyri álitið og skoraði mál
nummar fýra og fimm.
Theo Walcott viðgekk sjálvur,
at hann spældi ein vánaligan fyrra
hálvleik, men at tað einki annað er
at gera enn at kempa víðari.
City framvegis fremst
Manchester City er framvegis
fremst í Premier League. Teir
vunnu ein lættan 3-0 sigur á
heimavølli móti Blackburn. Man
chester City kom á odda um
miðjan fyrr hálvleik, tá Mario
Balotelli varð fyrstur á eitt flatt
innlegg úr vinstru frá serbanum,
Alexandar Kolarov. Tíðliga í seinna
hálvleiki økti Sergio Aguero, tá Paul
Robinson í Blackburn málinum
eftir horna sló bóltin fyri føtur
nar á svigarsoninum hjá Diego
Maradona, sum gjørdi skjótt av og
sparkaði bóltin í mál.
Stutt fyri tíð staðfesti Edin Dzeko
sigurin og oddasessin hjá Man
chester City við máli til 3-0. Aftur
var tað eftir upplegg frá serbiska
vinstra
bakkinum,
Alexandar
Kolarov, sum sendi bóltin í høvdið
á innskifta Edin Dzeko.
Chelsea,
sum
hevði
Frank
Lampard á liðnum aftur, vann 3-0
á Bolton. David Luiz, Didier Drogba
og Frank Lampard skorðu málini.
Newcastle var á odda 2-0 móti
Wolverhampton á heimavølli, men
gestirnir kempaðu seg aftur í aftur
og endaðu við at vinna sær annað
stigið.
West Bromwich Albion, sum
seinast vann 5-1 á Wolverhampton,
vann heili 4-0 á Sunderland. Queens
Park Rangers fekk fyri fimtu ferð í
hesum kappingarárinum ein mann
útvístan í dystinum móti Fulham.
Banamenninir hjá NSÍ í Europa
League útnyttaðu møguleikan og
vunnu 1-0. Wigan og Aston Villa
spældu málleysan javnleik, meðan
Stoke vann 2-0 á Swansea.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
26
20
3
3
67-19
63
2
Manchester United
26
19
4
3
63-26
61
3
Tottenham
26
16
5
5
51-30
53
4
Arsenal
26
14
4
8
53-37
46
5
Chelsea
26
13
7
6
47-31
46
6
Newcastle
26
12
7
7
38-38
43
7
Liverpool
25
10
9
6
29-23
39
8
Norwich
26
9
8
9
38-43
35
9
Sunderland
26
9
6
11
34-30
33
10 Everton
25
9
6
10
26-27
33
11 Fulham
26
8
9
9
32-36
33
12 Stoke
26
9
6
11
26-38
33
13 West Bromwich
26
9
5
12
33-35
32
14 Swansea
26
7
9
10
28-34
30
15 Aston Villa
26
6
11
9
29-34
29
16 Wolverhampton
26
5
7
14
30-51
22
17 Queens Park Rangers
26
5
6
15
27-45
21
18 Blackburn
26
5
6
15
37-59
21
19 Bolton
26
6
2
18
29-54
20
20 Wigan
26
4
8
14
23-50
20
Premier league
Legendur skoraðu fyri United
37-ára gamli Paul Scholes og 38-ára gamli Ryan Giggs
skoraðu málini fyri Manchester United í vikuskiftinum. Teir
hava samanlagt spælt 1.587 dystir fyri felagið.
Mistar Tottenham leiðslur
Hetta var sjeyndu ferð í Premier League søguni, at Tottenham
tapti ein dyst har felagið var á odda við tveimum málum.
Tað er fleiri ferðir enn nakað annað felag. (Opta)
Ryan Giggs:
Sama søga eftir 900 dystir
Í sínum dysti nummar 900 fyri Manchester United rann 38-ára gamli Ryan Giggs runt sum
ein unglingi og avgjørdi dystin í evstu løtu. Arsenal og Arsene Wenger fóru úr kolkjallaranum
og upp í sjeynda himmal upp á ein tíma í grannauppgerðini móti Tottenham