mánadagur 27. februar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
carling cup
Frank Lampard elskar Bolton
Chelsea miðvallarin er tann leikarin, ið hevur skotið flest mál móti Bolton
í Premier League søguni saman við fyrrverandi Liverpool framherjanum,
Robbie Fowler. Teir hava skotið 12 mál í part móti Bolton.
Langt síðani seinast
Liverpool miðverjin, Martin Skrtel, er fyrsti Liverpool leikarin á
skjóta mál á Wembley fyri Liverpool síðani Steve McManaman
skoraði har í 1995. Tá vann Liverpool Carling Cup móti Bolton.
Tróndur Arge
Carling Cup kappingin verður mett
sum tann minna steypakappingin í
Onglandi í mun til søgusíku FA Cup
kappingina. Tað kemur javnan fyri,
at feløg raðfesta Carling Cup lágt og
spæla við eykaleikarum umframt at
geva teimum ungu ein møguleika.
Fyri Liverpool hevur kappingin
tó stóran týdning í ár. Felagið hevur
ikki vunnið nakað gullheiðursmerki
síðani 2006, tá felagið vann FA Cup.
Umframt tað, so luttekur felagið
heldur ikki í hvørki Champions
League ella Europa League. Tí
hevur Liverpool raðfest kappingina
høgt.
Kenny Dalglish varð settur í
starv sum venjari fyri einum árið
og tveimum mánaðinum síðani og
hann er nú í fer við at byggja eitt
nýtt lið upp. Í einum slíkum føri er
eitt gullheiðursmerki í Carling Cup
ein góður grundsteinur at hava.
Gerrard familjan avgjørdi
Liverpool setti seg á dystin frá
byrjan og longu aftaná fáar minuttir
rakti Glen Johnson tvørstongina.
Hóast Liverpool hevði tað mesta
av spælinum, so varð tað sjáldan
vandi á ferð frammanfyri Cardiff
málinum.
Tá Cardiff so fór í mótálop vóru
teir neyvir. Kenny Miller spældi
Joe Mason leysan og hann trillaði
bóltin millum beinini á Liverpool
málverjanum og í mál.
Í seinna hálvleiki helt Liverpool
fram við trýsta og lønin kom tá eitt
korter var farið. Eftir hornaspark
kom Liverpool miðverjin, Martin
Skrtel, at standa leysur og kundi
sparka bóltin í málið.
Kenny Miller og Luis Suarez
fingu hvør sín møguleika at at av
gera finaluna í vanligari leiktíð,
men í báðum førinum brendu
framherjarnir.
Í longdu leiktíðini skifti Liver
pool Dirk Kuyt inn. Tað skuldi vísa
seg at verða ein góð avgerð. Arbeiðs
hesturin úr Hollandi legði nevniliga
Liverpool á odda 2-1 góðar tíggju
minuttir fyri tíð.
Cardiff gav ikki skarvin yvir og
tveir minuttir fyri tíð javnaði Ben
Turner eftir hornaspark til stóra
gleði fyri Cardiff viðhaldsfólkini.
Í brotssparkskappingini brendu
bæði liðini tvey brotsspørk í part.
Cardiff verjuleikarin og systikna
barnið
hjá
Liverpool
liðskip
aranum, Anthony Gerrard, stóð við
ábyrgdini við tíggjunda og seinasta
brotssparkinum. Tíverri fyri hann
og Cardiff, so fór brotssparkið við
síðuna av.
– Eg veit hvussu tað kennist og
øll familjan fer at stuðla honum í
kvøld, segði Liverpool liðskiparin,
Steven Gerrard, um systkinabarnið,
Anthony Gerrard.
trondur@sosialurin.fo
Carling Cup hevur
týdning fyri Liverpool
Fótbóltur Liverpool vann í gjár ensku steypakappingina, Carling Cup, við sigri á
Cardiff City. Tað skuldu brotsspørk til áðrenn Liverpool kundi taka móti steypinum. Eftir
vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1 og eftir longda leiktíð stóð á jøvnum 2-2.
Mynd: Polfoto