Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Klokkan telur støðugt, og nú eru tað gott og væl fimm mánaðir, inntil eitt føroyskt ítróttarfólk fer undir størstu avbjóðingina, sum nakar føroyingur í ítrótti nakrantíð hev­ur verið í. Tað snýr seg um Pál Joensen, sum um eina viku um fimm mánaðir fer at royna seg í 1500 metra svimjikappingini í olympisku leik­unum í London. At 21 ára gamli vágbingurin er komin so langt, er ikki komið av sær sjálvum. Tað vita vit øll. Nú er longu nakað síðani, at avrikið var so mikið sannførandi, at hann rakk kravtíðini at taka lut í innleiðandi kappingini á 1500 metrum, og nú ræður um at fyrireika seg so væl, sum tað á nakran hátt ber til, áðrenn farið verður til London. Undir leiðslu av Jón Bjarnason hevur Pál Joensen síðani kapp­ ingarnar í Póllandi og USA nakað fyri jól vant í Vági. Talan hevur verið um tunga venjing, sum er neyðug og avgerandi fyritreyt, um úrs­litið í summar skal verða so gott, sum teir báðir tykjast sannførdir um, at tað skal bera til at røkka. – Eg havi neyvan møguleika at røkka gullkrónuni. Kinverska Sun Yang verður tað torført at gera nakað við. Men málið er at vinna heiðursmerki, hevur Pál Joensen áður sagt, og hann ger alt tað, sum tað er honum møguligt fyri at røkka so langt fram í røðini, sum tað á nakran hátt ber til. Sær seg sum jarnbrot Pál hevur ongantíð dult, at tað hevði líkað honum best, um tað hevði borið honum til at farið til London at umboða føðilandið, men tað ber ikki til, tí Føroyar eru ikki limir í olympiska felagsskapinum. Tí fer Pál í summar at umboða Dan­ mark í London. – Vón mín er, at umboðanin og avrikið hjá mær í summar kann verða jarnbrot fyri, at tað skal eydnast Føroyum at gerast lim­ ur í olympisku familjuni, og at tað harvið skal bera til hjá mær eina ferð seinni at svimja fyri Før­oy­ar í olympisku leikunum, segði Pál Joensen nakað herfyri í samrøðu við blað um Føroyar sum ferða­ mannaland, ið danska Politiken gav út. Seinasta mánaðin hevur Pál verið á venjingarlegu saman við danska landsliðnum, og venjarin, Jón Bjarnason, hevur verið saman við honum. Í gjárkvøldið settu teir báðir saman við hinum í danska ferða­ lagnum seg í flogfarið í Suðurafrika, og í kvøld roknaðu teir við at koma aftur til Føroya við síðsta flog­ farinum hjá Atlantsflog. Dygst undan fráferðini úr Suður­afrika fingu vit orðið á Jón Bjarnason, sum segði seg vera ógvuliga væl nøgdan við hesa venjingar­leguna: – Vit hava fingið væl burturúr, og hetta ber við sær gott grundarlag fyri venjingunum, sum nú standa fyri framman. Talan hevur ikki verið um nakra kapping á hesum túr­inum, men nógvar royndir hava verið á skránni, og tær geva okkum gott grundarlag at halda fram á, sigur Jón Bjarnason. Eftir at teir báðir Pál og Jón nú í ein mánað hava verið saman við donsku liðfeløgunum, so verður tað nú í Vági, at næsta stigið á leiðini ímóti stóru kappingini í London í summar verður tikið. Næsta kappingin hjá Páli verður í næsta mánað, tá ið hann fer at taka lut í Danish Open. Tað verður 22. mars. Tað gekk skjótt í hæddunum Seinasta mánaðin hava teir báðir, Pál og Jón, verið saman við danska landsliðnum í Spania í tvær vikur og so í Suðurafrika. Í fyri­reik­ing­ unum til stóra málið í summar er tað týdningarmikið at venja í hædd­unum. Í Spania var venjingarlegan í Sierra Nevada í Suðurspania, har teir hava vant í 2300 metra hædd, og í Suðurafrika hava teir vant í Pretoria í 1800 metra hædd. Har hava teir vant uttandura, og tað hevur ikki minsta týdning, tá ið havt verður í huga, at hitastigini har suðuri á leiðini hava verið 34 hesar báðar vikurnar, sum teir hava verið har suðuri. Jón Bjarnason vildi í gjárkvøldið ikki siga so nógv um tíðir, men á facebook skrivaði hann undan vikuskiftinum um royndirnar, sum vóru hósdagin, og tær helt hann boðaðu frá góðum: – Pál svam 5000 metrar í tíðini 54:00.18. Tað er ein væl betri tíð, enn nakar dani nakrantíð hevur svomið henda langa teinin. Hann legði eitt sindur varliga fyri, men síðstu 3000 metrarnar svam hann 50 sekund skjótari, enn besti danin á langa teininum, Mads Glæsner, nakrantíð hevur megnað, skrivaði Jón Bjarna­ son. Hetta var í 1800 metra hædd, men havast skal framvegis í huga, at hetta var uttandura, og at hita­ stigini vóru 34! Í samrøðu við danska svimji­ heimasíðu segði Pál Joensen undan fráferðini úr Danmark, har hann vandi í nakrar dagar í 50 metra hyl­inum í Bellahøj svimjihøllini, áðrenn fráferðina til Spania, at hann roknaði við, at talan fór at vera um venjingarlegu, sum fór at bera við sær harða venjing, ið hevði sum mál at eyka um konditiónina. Tað er meðan tunga venjingin hevur verið á skránni, at royndin varð gjørd hósdagin, og nú er tað takið hjá Jóni Bjarnason – iva­leyst í samstarvi við donsku lands­liðs­ venjararnar – at syrgja fyri, at venjingin verður skynsamt saman­ sett, so fyritreytirnar fyri góðum úrsliti í London í summar verða so góðar, sum tað ber til. Avrikini higartil Danmark hevur einki heiðursmerki vunnið í olympisku leikunum á mannfólkasíðuni síðani í 1988, tá ið Benny Nielsen úr Aalborg tryggjaði teimum eina silvurkrónu. Danir hava ávísar vónir um, at tað skal eydnast í London í summar, sum ikki er eydnast í teimum fimm olympisku kappingunum, ið hava verið síðani 1988. Vónin er ikki minst grundað á, at tað kanska fer at eydnast Páli Joensen at vinna 1500 metra kappingina. Tað er ikki so undarligt, at tað eru góðar vónir um, at Pál skal standa seg væl í summar. Hann hev­ ur áður so staðiliga víst, at hann er førur fyri at standa seg, tá ið mest stendur á. Í 2008 streyk hann inn á altjóða pallin, tá ið hann í EM í serbiska høvuðsstaðnum Beograd vann trý gull heiðursmerki – í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing fyri juniorar. Í 2010 vann Pál silvur í 1500 metra kappingini fyri seniorar í Budapest, og í juli í fjør var hann nummar fýra í HM kappingini í Kina, tá ið hann eisini setti norðurlendskt met. Stóri maðurin í kappingini á langa teininum er Sun Yang úr Kina. Pál heldur seg ikki hava stórvegis møgu­leikar at gera nakað við hann, men Pál hevur longu syrgt fyri, at Føroyar eru settar á altjóða svimji­ atlasið, og hóast tað ikki hoyrist so nógv til stóra arbeiðið og íløguna, sum stútt og støðugt verður gjørd í fyrireikingarnar til stóra takið í London í summar, so er tað framúr, tá ið ein føroyskur ítróttarmaður sigur – og úrslitini gera at tað er tyngd í útsøgnini – at málið hjá honum er at vinna heiðursmerki í London í summar. Væl afturkomnir úr Suðurafrika tit báðir. Vit bíða í spenningi! joannes@sosialurin.fo Pætur Albinus Effo, sum er eitt føroyskt orkufelag, veitir orku og tilhoyrandi tænastur til húsarhald, stovnar og vinnulív í Føroyum. Harafturat eigur felagið allar Fast-handlarnar kring landið umframt stóra oljuterminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum. – Hetta er ein stórur heiður fyri okkum og øll okkara starvsfólk, sigur Niels Juel Nattastad, stjóri á Effo. - Vónandi fer okkara stuðul at verða eitt munandi klípi undir hesi deild og hjá feløgum og leikarum king landið. Effo-deildin, sum hon nú eitur, er nakað serlig. Tað er henda deild, sum nógvir vónríkir ungdómar síggja upp til og vilja gerast partur av og sum er lopfjølin til okkara fótbóltslandslið – Føroya sterkasta altjóða brand, sigur Niels Juel. – Fyri okkum er tað stórfingið at hava gjørt hesa avtalu sum hóskar sera væl til okkara atferð og hugburð. Vit eru eitt felag, sum hvønn dag kemur í hvønn krók í Føroyum, og tað er júst tað, sum Effo-deildin eisini ger. – Vit gleða okkum til samstarvið við FSF komandi trý árini og eg fari at nýta høvi at ynskja øllum feløgum og fótbóltsáhugaðum eitt gott kappingarár í Effo-deildini, sigur Niels Juel Nattestad at enda. Christian Andreasen, FSF-forseti, fegnast somuleiðis um avtaluna við Effo: – Avtalan tryggjar, at øll feløg í Effo-deildini fáa ein eyka stuðul kom­andi 3 árini. Vit gleða okkum til samstarvið við Effo, og eg fari somuleiðis at ynskja øllum eitt gott kappingarár í Effo-deildini, sigur Christian Andreasen at enda. Fyrsti dystur í Effo-deildini verður í Gundadali leygardagin 24. mars millum meistararnar úr B36 og uppflytararnar úr FC Suðuroy. Tað er full ferð á hjá Páli Svimjing Eftir í ein mánað at hava veriðí hæddunum á fjarskotnum leiðum og gjørt íløgu til olympisku leikirnar koma Pál Joensen og Jón Bjarnason í kvøld til hús aftur við stórari optimismu í viðførinum Effo-deildin er nýggja heitið Fótbóltur Fótbóltsamband Føroya og orkufelagið Effo hava í dag á tíðindafundi í FSF-húsinum gjørt ein trý ára stuðulssáttmála, sum inniber at besta deildin hjá monnum í fótbólti nú fer at eita Effo-deildin Mynd: Álvur Haraldsen