Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 21 var­ ón 27 krónur Verða allir tunlarnir lagdir í eitt felag, fer tað at kosta 67 krónur at koyra ígjøgnum. Verður Eysturoyartunnilin privatur, verður tað væl dýrari. Verður tilmælið frá Landsverki fylgt, kann prísurin vera 27 krónur hvønn vegin ± Áki Bertholdsen Kári P. Højgaard sigur, at hóast ymsir mátar eru at fíggja nýggjar undir­sjóvar­ tunlar upp á, sær hann í hvussu so er eitt fyri sær. Og tað er, at hetta eru so dýrar verkætlanir, at tað slepst ikki undan, at landið er uppi í. Tað slepst heldur ikki uttan um, at talan er um samhaldsfastar verkætlanir, sum vit øll verða við til at gjalda. Dýrari at koyra Ein møguleiki er at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag og at lata inntøkur frá teimum, sum geva avlop, fíggja arbeiðið at gera og reka aðrar tunlar. Tað merkir so, at gjaldast skal framvegis fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eftir at teir eru goldnir. – Í hesum sambandi er tað púra greitt, at jú dýrari tað verður at koyra ígjøgnum tunlarnar, tess minni er sam­ felagsliga nyttan av teimum, sigur hann. – Av tí, at almennir tunlar verða munandi bíligari at byggja, fer tað eisini at vera munandi bíligari at koyra ígjøgnum teir. – Landsverk sigur, at fyri at fáa íløgurnar at javn­ viga, verður prísurin at ferðast ígjøgnum Eystur­ oyar­tunnilin, onkustaðni ímillum 32 krónur og 42 krónur hvønn vegin, alt eftir, hvussu rentan og fíggingin annars verður. – Verður tunnilin privatur, verður prísurin omanfyri 50 krónur hvønn vegin. Men verður loysnin hjá Landsverki, við einum Eystur­oyartunli við ongari rundkoyring, kann prísurin fara heilt niður á 27 krónur. 67 krónur Kári P. Højgaard sigur, at verða Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin lagdir í eitt felag, kann ferðaprísurin verða 67 krónur, um so er, at talan verðum eina almenna verkætlan. – Verða allir tunlarnir, uttan Sandoyartunnilin, lagdir eitt felag, fer tað at kosta 42 krónur at koyra ígjøgnum og verða allir tunlarnir lagdir í eitt felag, fer tað at kosta 59 krónur at koyra ígjøgnum. Verður talan um eina pri­ vata verkætlan, verður prís­ urin 15-20 krónur hægri. Men talan kann partvís eisini verða um at útvega fíggingina við at leggja eitt eyka avgjald á brennievni. – Verður eitt eyka av­ gjald upp á 75 oyru lagt á brenni­evni í fimm ár og tunn­ilsgjaldið verður sam­ haldsfast upp á 67 krónur fyri allar tunlarnar, ber til at fíggja ein tunnil í Eystu­ roy og Sandoy, uttan at nerva gjaldførið hjá lands­ kassanum, sigur Kári P. Højgaard. Í hesum sambandi legg­ ur hann afturat, at skal landið taka lán til slíkar verkætlanir, fer fer umdømi okkara at versna og tað elvir til hægri rentu. – Tað er eisini ein spurningur, takast má upp í. Men hann nevnir at enda, at tað er eisini komið upp í kjakið, at seta bummgjald á aðrar tunlar, sum tað nú er ókeypis at brúka, eitt nú Kaldbakstunnilin, fyri at útvega fígging til at byggja samferðslukervið út. aki@sosialurin.fo Rokningin má býtast ímillum allar føroyingar UNDIRSJÓVARTUNLAR Skal tað bera til at gera fleiri undirsjóvartunlar, slepst ikki uttan um, at landskassin má vera uppi í og at rokningin má býtast sundur ímillum allar føroyingar heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum Kári P. Højgaard, lands­ stýrismaður, sigur, at hann nú fer at taka spurningin um undirsjóvartunlar upp til politiska viðgerð í eini roynd at finna semju. Hann staðfestir, at ein­ asta endamálið við kann­ ingini, sum Landsverk og Deloittes hava gjørt, er at gera støðuna upp og at kanna, hvussu ávísir møguleikar ávirka sam­ felagið og kostnaðin. Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina lang­ tíðarætlan fyri, hvussu samfersðlukervið skal byggjast út hesi næstu 12 árini og hetta arbeiðið fer hann nú seta hol á. Hann staðfestir sostatt, at enn er ongin politisk avgerð tikin yvirhøvur. Tí harmar tað hann, at tað koma so av­gjørd­ ar fráboðanir frá borgar­ stjórum í Vágum og í Norðoyggjum, sum ikki vilja hoyra talan um, at tey skulu halda fram at gjalda fyri at brúka tunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir – Í hesum sambandi nyttar ikki at hugsa lokal­ politiskt burtur av, tí talan má vera um eina sam­ haldsfast loysn, annars er ongin møguleiki, sigur Kári P. Højgaard. Finna semju Tað merkir so, at gjaldast skal framvegis fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eftir at teir eru goldnir – Tað merkir, at gera vit undirsjóvartunlar fyri 1,7 milliard, kostar teir líka stóra upphædd at halda tey næstu 20 árini. – Sostatt er talan um risa­stórar upphæddir, sum krevjast fyri at knýta Eystur­ oy og Sandoy upp í meginøkið við undirsjóvartunlum. Eftir at hava fingið úr­ slitið av kanningini, sær lands­stýrismaðurin fyri sær, at skulu vit gera ein Eysturoyartunnil og enntá ein Sandoyartunnil, slepst ikki uttan um, at talan verður um almennar verkætlanir. Hann sigur eisini, at talan má vera um samhaldsfestar verkætlanir, har øll eru við til at gjalda, antin so ella so. – Tað slepst ikki undan, at tað almenna er uppi í, staðfestir hann. Hann sær eisini fyri sær, at Eysturoyartunnilin verð­ ur gjørdur fyrst, tí so kunnu inntøkurnar frá hon­um brúkast til at fíggja Sand­ oyartunnilin. aki@sosialurin.fo Tað merkir, at gera vit undirsjóvartunlar fyri 1,7 milliard, kostar teir somu upphædd at halda tey næstu 20 árini Verður talan um eina privata verkætlan, verður prísurin 15-20 krónur hægri