Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kessler tók turran fisk við sær heim – Eg kann faá góðar proteinir og vitaminir frá turrum fiski, sigur boksarin, sum í apríl skal boksa dyst um heimsmeistaraheitið. Um vikuskiftið vitjaði hann í Føroyum. Um vikuskifti vitjaði trífaldi heimsmeistarin í boksing Mikkel Kessler í Føroyum. Hann kom til Føroya at verða gestur í sendingin Hvonn Live hjá Rás2. Hann fekk eisini stundir til at hyggja seg um og royna eitt sindur av føroyskum mati. – Eg royndi bæði grind og spik og turran fisk, og turran fisk skal eg hava við mær til Danmarkar aftur, tí eg kann fáa góðar proteinir og vitamini frá honum, sigur Mikkel Kessler. Hann hevði eisini eina smakkiroynd av turrari grind við í viðførinum, tá ið hann fór av landinum aftur. Kessler venur hart til stóra meistaradystin í Parkini 14. apríl. Tá skal hann aftur royna at vinna eitt heims­ meistarheiti í boksing. – Dysturin hevur sera stóran týdning fyri meg. Eg fyrireiki meg sera væl, og eg vil gera alt fyri at vinna dystin, sigur Kessler. Divaz og sjefari Í Hvonn Live leygarkvøldið var ymiskt annað á skránni eisini. Væl umtóktu Divaz spældu live fyri fólki, og tey høvdu sett saman eina serliga Whitney Houston medley at heiðra deyðu songkvinnuna. Pápar at føroyskum X Factor sangarum greiddu frá, hvussu upplivingin er at hava børn við í slíkari kapping. Hunda­ førari hjá løgregluni greiddi frá, hvussu ein sjefari verður vandur til sporhund. Og Maud Wang Hansen greiddi frá, hvussu tað var at standa á odda fyri verkfallinum hjá pedagogunum. Rannvá Gaard Fossaberg var annar av vertunum í Hvonn Live leygarkvøldið Mikkel Kessler greiddi frá, hvussu hann venur og livir sum boksari. Hann fyrireikar seg til meistaradyst í apríl mánaði Løgreglumaðurin Janus Berthelsen greiddi frá, hvussu sjefarin Poseidon verður vandur til sporhund Maud Wang Hansen var oddakvinna fyri verkfallinum hjá pedagogunum. Hon fortaldi um, hvussu stríðið var fyri hana persónligt Malan Eyðunsdóttir og hinar í Davaz prátaðu og sungu live á Hvonn Pápa ar føroyskum X Factor sangarum søgdu, hvussu tað er at hava børn við í stóru sjónvarpskappingini Myndir: Álvur Harladsen