Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vegna plásstrot er nógv kjaktilfar ikki komið í blaðið. Men tað kann lesast undir »Viðmerkingar« á heimasíðu okkara www.sosialurin.fo Kjak Gjøgnum árini eru nógv undarlig postulat komin frá Landsbankanum, og tað hevur líka so ofta verið andøvt móti teirra løgnu uppfatan av tí økonomiska veru­ leikanum. Men teir gev­ast ikki á hendur. Nú eru teir aftur úti við einum ”nýggjum” statistikki, sum skal kyrra fólk og billa teim­ um inn, at Føroyar og Ísland eru serliga væl fyri viðvíkjandi arbeiðs- loysi. Hetta er ein sera ambivalentur sannleiki, sum eina ferð enn prógv­ar, at statistikkur í skeivum hondum lætt­ liga verður skyldur við loddrætta lygn. Taka vit tey naknu heimaføroysku tølini, ber væl til at siga, at Før­oyar og Ísland hava lægri arbeiðsloysistøl enn t. d. Danmark og Svøríki. MEN Lands­ bankin ”gloymir” at taka við í analysuna, at nettup Føroyar og Ís­ land loysa sítt arbeiðs­ loysisproblem við frá­ flyt­ing. Og tað er ikki altíð ”ektað” fráflyting. Nei, eg møti bæði í Jýllandi og á Sjællandi mongum føroyingi, sum siga, at teir arbeiða her, MEN standa í fólkayvir- litinum í Føroyum. Hes­ ir menn eru reelt før­ oyskt arbeiðsleysir, men koma ikki við í tann primitiva statistikkin hjá Landsbankanum. Nógvir íslendingar hava akkurát sama mynstrið í Norra. So skal skrásetingin vera statistiskt korrekt, noyðast landsbanka- menn undir drúgva kanning av ”donskum” før­oy­ing­um og ”norsk­ um” íslendingum, og tað verður so mikið strævið arbeiði hjá teimum, at eg forstandi væl, at teir heldur velja at fuska við sínari grunnu analysu. Høvdu Svøríki og Dan­mark havt somu støðu sum Ísland og Før­oyar, troystaðu teir sær ikki fram við so ten­ dentiøsum stati­stikki, sum Lands­bank­in ger. Man merkt die Absicht und wird verstimmt. Tað ræður um at mála við ljósa­reyðum pensli, so fólk ikki skullu leita sær til meira mannsømulig livikor! Sminkað tøl frá Lands­ bankanum Virgar T. Dalsgaard Bíliga loftvegis - ein fólkarættur Jústinus Leivsson Eidesgaard Hósdagin sendir kringvarpið dokumentarsendingina um dýra sambandið millum Før­ oyar og útheimin loftvegis. Hetta er ein sending, sum fer at venda hesum spurningi og eisini fer at viðgera spurningin djúpari enn bara krónur og oyrur. Sjálvur hevði eg hend­ an spurning frammi í val­ stríðnum, tað rakk til ein hálvan tingsess og sostatt ikki nóg langt. Undir valstríðnum kom eisini fram, at landsstýrið hev­ur játtað, at ein nevnd skuldi kanna, hvussu Atlantic Airways kundi keypast aftur og gerast alment. Og harvið eisini at fáa prísleguna niður á eitt støði, har øll hava ráð at ferðast. Argumentini í móti at gera flogfelagið alment aftur hava millum annað verið, at tað er at leggja seg út í privata vinnu og talan er enntá um eitt felag, sum er skrásett í partabrævaskálanum í Oslo. Tað vil siga, at skeivt er at brúka almennar pengar upp á eitt privat felag Og ketan hoppar av, tá vit vita, at gott nokk er talan um eitt alment, privat felag, men felagið er i eini monopolstøðu og er einsamalt og uttan kapping á Føroyaleiðini og hevur sostatt slett ikki somu arbeiðsumstøður sum onnur flogfeløg úti i heimi. Bakkafrost er eisini skrá­ sett á børsinum i Oslo, og Bakka­frost skal vísa sítt dugna­semi í harðari kapping við aðrar allirisar úti í heimi. Tað sleppur Atlantic í verandi støðu frá. Ein fólkarættur Seinastu tíggju árini er ferð­ ingarmynstrið loftvegis kring allan heim broytt til tað ókenniliga. Prísirnir eru lækkaðir munandi og vanlig fólk hava í dag ráð at ferðast. Fleiri og fleiri lágprísfeløg eru komin á marknaðin og tað ber til í dag at ferðast fyri næstan einki í mun til fyrr. Og føroyingar eru eftir­ bátur á hesum økinum. Vit hava framvegis alt ov høgar prísir á føroyaleiðini, og um tú ikki er í øgiliga góðari tíð, kostar tað eins nógv at koma millum Føroyar og Keypmannahavn, sum tað ger at fara úr Keypmannahavn og til fjarastu lond í heim­ inum. Tað er leiðin millum Føroyar og Danmark, sum er fløskuhálsurin til ein annars opnan heim. Vit skulu hugsa ferða­ sambandið til Danmarkar sum ein motorveg út í heim. Tað hevur eins stóran týdn­ ing fyri føroyingar at koma trygt og bíligt fram millum Før­oyar og útheimin og tað er at ferðast innanlendis. Tað er ongin, sum mótmælir, at skattgjaldarin rindar í ólukku­mát fyri at suður­ oy­ingar kunnu koma fyri ein rímiligan penga til mið­ staðarøkið. Hvat er munurin á Suðuroyarleiðini og leiðini út í heim loftvegis? Frí kapping ella alment Jóhan Dahl hevur sýnt dirvið og hevur kallað ein spaka fyri ein spaka í okkara loftvegis ferðasambandi, og løgmaður hevur lovað at taka hendan spurning upp í samgonguni. Tað er skilagott at vita , um økt kapping á leiðini vil fáa prísin niður. Um ikki, tá verður landið noytt at taka um endan og lata vegin upp út í heim, eins og vegirnir eru opnir innanlendis og ein frítt kann koyra aftur og fram, tó við gjaldi í undir­ sjóvartunlum. Vit eru knýtt at útheim­in­ um og hava verið tað seinastu mongu árini. Ein stórur partur av føroyingum nema sær útbugving í Danmark. Ein rúgva av føroyingum búgva niðri. Skal trivnaður vera í Føroyum, mugu vit eisini hava samband til okk­ ara landsmenn í Dan­mark og víðari út í heim. Og tað hevur alstóran týdning fyri, at tey ungu sum lesa uttanlands ikki missa sambandið til heimlandið, at tey, tá tað passar teimum kunnu koma heim at vitja. Bíligt ferðasamband mill­ um Føroyar og útheimin er ein fólkarættur, sum ikki er eitt politiskt mál hjá nøkrum einstøkum flokki, tað eru allir føroyingar sum ynskja hetta, ella í hvussu er øll, sum ikki hava pengar í klemmu sum eigarar av Atlantic Airways. Hevur SU skift navn til MFS? HUXA Meginfelag Føroyskra Stu­ denta (MFS) hava verið eftir okkara tinglimi, Hanusi Sam­ ró, tí hann ikki tekur undir við, at nýútbúgvin sleppa upp í ALS. HUXA er sjálvandi í móti, at nýútbúgvin fara upp í ALS, tí tann einstaki borg­arin má eisini taka ábyrgd. Forkelað Tað er einki land í heiminum, sum hevur so góðar stuðuls­ skip­anir sum Føroyar, tá ið tað kemur til lesandi. Føroyar hava sett sær fyri, at øll, utt­ an mun til inntøku, kyn ella húðarlit, sleppa at nema sær út­búgving, óansæð hvar í heiminum – púra ókeypis. Umframt stuðul. Tað er kanska ikki so nógv nýtt í tí. Um vit harafturímóti sam­anbera okkum við onn­ ur lond, so fáa lesandi, ið lesa uttan fyri Føroyar, ein flog­ ferðaseðil um árið til Føroyar, í Danmark sleppa tey at vinna kr. 71.000 um árið, umframt 65.000 kr. um árið, sum nýggi botnfrádrátturin veitir, um ein lesandi velur at arbeiða í feriunum í Føroyum. Um vit taka dømi út frá einum, ið lesur í Danmark, so hevur ein lesandi í Danmark møguleikan at fáa 65.000 kr + 71.000 kr + 60.000 (5.000 kr. um mánaðin í studningini), sum er tað sama sum 196.000 kr. um árið – skattafrítt! SU=MFS? Meginfelag Føroyska Stu­ denta skrivaði eitt lesara­ bræv í gjár, har tey siga, at tey ikki skilja, hví Han­us Samró er í móti, at nýút­búgv­ in sleppa upp í ALS. Tað, sum er undranarsamt í lesara­ brævinum er, at Regin Berg, Guðrið Poulsen og Birita í Dali hava sett navn til - ikki samd nevnd. Tað, sum hesi trý hava til felags er, at tvey av teimum sita í nevndunum hjá Sosial­ ist­isk Ung (SU). Tískil loyva vit okkum at spyrja, um tað er ein MFS nevnd, sum tekur undir við hesum sjónar­mið­ unum, ella um tað bara eru umboðini fyri Sosial­istisk Ung, sum taka undir við hes­ um. Tað skal harafturat við­ merkjast, at Meginfelag Før­ oyskra Studenta ikki hevði øll lesandi undir sær, tá ið tey frámæltu løgtinginum (http://mfs.fo/?p=2411) at hækka inntøkumarkið úr 10.000 kr. til 20.000 kr., tí fleiri boðaði alment frá, at tey ikki tóku undir við tí. Tískil loyvir HUXA sær at spyrja, um SU hevur broytt navn til MFS?