Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ogn til sølu Vegna trotabúgvið Sp/f A1+A2, verður ognin matr. nr. 23, Miðvágur, liggjandi á Jatnavegi 32, hervið lýst til sølu. Talan er um eitt grundøkið stórt 321 m2 við ástand­ andi lítlum sethúsum í einari hædd og lítlum lofti. Húsini eru í sera ringum standi. Ein støðulýsing er gjørd, sum vísir, at tað helst gerst neyðugt at takað húsini niður. Áhugað kunnu venda sær til Óla M. Hansen, advokatfulltrúa, á telefon 669900, 517316 ella á telduposti oha@faroelaw.fo Advokatpartafelagið Faroe Law Yvir við Strond 15 · Tórshavn · Tlf. 66 99 00 Vegna Sp/f Dorus S. Johannesen í konkurs og Sp/f DSJ í likvidatión verða fylgjandi ognir lýstar til sølu: • Vørugoymsla – rør, fittings, ventilar o.t. • Rakstraramboð, so sum sveisimaskinur, sveisiútgerð, • Volvo V 50 persónbilur, árg. 2007 • Landrover Discovery, árg. 2001 • Toyota Dyna lastbilur, árg. 2006 • Man Lastbilur • Útleggjaralast • Kobelco 750 kg, gravmaskina • New Holland gravmaskina • Terex Schaeffer HR 32, gravmaskina • Terex Schaeffer HR 16 gravmaskina • Terex Schaeffer HR 12 gravmaskina • Skuffur og grabbar til gravmaskinur • Viðfestivognar ymsar støddir • Arbeiðsskúrur • Goymsluskúrur (við skaða) Búgvið fyriheldur sær rætt til at velja millum inn­ komnu boðini, herundir eisini ikki at taka av nøkrum boði. Áhugaði kunnu venda sær til Jóhan J. Lamhauge, advokat á lamhauge@klett.fo ella tlf. 31 17 44. Bringsnagøta 21 · Postboks 62 · 110 Tórshavn · Tel 311744 Faks 318844 · www.klett.fo · klett@klett.fo Ognir í konkursbúgvi til sølu Íbúð til leigu Íbúð í Vesturgøtu til leigu frá 1. apríl. Íbúðin hevur stovu/køk, 1 kamar, wc og skúr. Til leigur fyri 4.500 + ljós og hita ca 900 kr. Skriva mail til ibud56kvm@gmail.com Snotilig hús til leigu í Hoyvík Nærum fult møblerað sethús verða leigað út í eitt ár fram. Fert tú væl um og roykir ikki, kunnu hesi húsini verða tíni fyri 9.500 krónur um mánaðin (+ el/fjarhita). Talan er um eini 11 ára gomul hús, 180 fermetrar í tveimum hæddum, við køki og stovu í einum, fýra kømrum, stórari loftsstovu og tveimum wc við brúsu. Húsini standa nær skúla, dagstovni, Bussleiðini og í barnavinarligum umhvørvi og góðum grannalagi. Húsini kunnu leigast beinanvegin. Bill. mrk. 190112 Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra móður, omma, langomma. Anna Nielsen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til prestin Sonju Klein, berarar og sangarar. Tøkk fyri blómur og kransar. Ein serstøk tøkk fer til Lágargarð, fyri góða umsorgan ta tíð hon var har. Vegna tey avvarðandi Olga og Finnbogi Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum, sum á ymiskan hátt mintust meg og gjørdu mær 70 ára dagin góðan, hugnaligan og skemtiligan. Blíðar heilsanir Jørleif Kúrberg Tøkk Hjarliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jógvan Clementsen Á Sandi f. 03.07.1932 d. 05.01.2012 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Beggan, Elsa og Jonna Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kitty Poulina Magnussen úr Vági, ættað úr Fuglafirði, búsitandi á Tvøroyrar Ellis- og Røktarheimi andaðist og varð jarðað. Takk til familju, vinir og kenningar. Takk til sangarar í kirkjuni og á grøvuni. Takk til prest og gravarar. Takk fyri heilsarnir, kransar, blómur og gávur. Takk til tykkum sum fylgdi henni til hennara seinasta hvílistað. Ein serstøk tøkk til viðskiftarfólkið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimið sum seinastu mongu árini vóru um Kitty. Fyri tey avvarðandi Katrin, Inga, Jensa, Ditlev og Conrad við familjum AÐALFUNDUR og FYRILESTUR verður í Skúlanum á Trøðni, Frælsið 32, hóskvøldið 15. mars 2012 kl.19.30. Skrá samb. lóg felagsins. Nýggir limir kunnu tekna seg. Hans Holm, lektari, hevur fyrilestur: Hvat hendir í Miðeystri. VINAFELAGIÐ FØROYAR-ÍSRAEL