mánadagur 27. februar 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur tú hug at standa á odda fyri deildini Føroya Handilsskúli á Kambsdali,
virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnu
útbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram.
Starvið sum deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali er leyst at søkja.
Starvið
Sum deildarstjóri hevur tú undir ábyrgd av stjóranum á Føroya Handils
skúla dagligu fíggjarligu, umsitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av
Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Deildarstjórin skal í tøttum samstarvi
við stjóran á Føroya Handilsskúla tryggja, at útbúgvingarnar verða framdar
samsvarandi galdandi reglum, at undirvísingarligu viðurskiftini í skúlanum
eru í lagi, og at fíggjarætlanin fyri skúlan verður hildin.
Umsøkjarin
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og leiðsluroyndir. Royndir innan út
búgvingarøkið er ein fyrimunur, men ikki treyt. Tú dugir væl at leiða og at
skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at
taka við nýggjum avbjóðingum. Tú ert álítandi og álitisvekjandi og hevur
góð evni at samstarva og samskifta.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvið er lønt samsvarandi avtalu
millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið. Mánaðarlønin
er kr. 40.798,97 umframt kr. 6.446,24 í eftirlønargjaldi. Tann, ið settur
verður, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar
bygnaðarbroytingar á miðnámsskúlaøkinum.
Umsóknin
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Jóhonnu á Bergi,
forkvinnu í stýrinum fyri Føroya Handilsskúla, tlf. 549000.
Umsókn við lívsreynsli og viðkomandi prógvum skal verða Føroya Handils
skúla í hendi í seinasta lagi 5. mars 2012.
Umsóknin verður stílað til:
Føroya Handilsskúli
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Att.: Stýrið
ella sum teldupostur til adressuna hsh@hsh.fo
DeilDarStjóri til
Føroya HanDilSSkúla
á kambSDali
Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn
Tlf. +298 317177 | Fax 313374 | www.fh.fo
Mánadag, mikudag og vikuskiftisblaðið
restina av januar-ársfjórðingi
Gjald kr.
100
Gjald kr.
hald
Sosialin
Tórsgøta 1 · Boks 76 · FO-110 Tórshavn
NavN:
Bústaður:
tel.:
teldupostur:
eg bindi meg hervið til:
sosialin jan.-ársfj. fyri kr. 100,-
vikuskiftisblaðið jan.-ársfj. fyri kr. 50,-
Send eini sms-boð við tekstinum SOS HALD 100
ella SOS HALD 50 til 1940 Kostnaður er
ávíkavist 100 og 50 kr. umframt vanligt SMS gjald
50
Vikuskiftisblaðið
restina av januar-ársfjórðingi
Tekna teg við fylla lepan niðanfyri og send
til Sosialin, ella gjøgnum sms-boð við navni
og bústaði. Eisini er møguleiki at tekna hald
gjøgnum teldupost á bokhald@sosialurin.fo