Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fínasta slag at seta okkum á svartalista – Er Edna ringasta dømi, sum Føroya Fiskimannafelag hevur at vísa á í føroyskari fiskiskipavinnu, stendur væl til, tí vit hava hildið allar avtalur. Tað veit Jan Højgaard eisini væl, sigur útgerðarmaðurin og skiparin á ísfiskatrolaranum, Ednu, Suni Jakobsen Vilmund Jacobsen Tað eru nøkur ár síðan, at Føroya Fiskimannafelag byrj­ aði at hótta við at seta skip á ein sonevndan ”svartalista”, um tey ikki halda seg til galdandi sáttmálar og avtalur. Fyrst í hesi vikuni – mána­ dagin hin 27. februar – kom so fyrsta skipið á svartalista hjá felagnum. Skipið er ís­ fiskatrolarin, Edna, sum Sp/f Undir Vørðuni í Havn eigur. Svartilistin við Ednu, sum einasta skipi, er kunngjørdur alment á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag, og her verður víst á, at mann­ ingin, sum var á makrelveiði við skipinum í fjør summar, bara hevur fingið umleið 25% av síni hýru. Lagt verður aftrat, at stevnt er eftir hýruni, sum manningin eigur til góðar. – Reiðarin er eisini klag­ aður til fútan fyri brot á lógina um makrelveiði fyri 2011, sigur Føroya Fiski­manna­ felag. Vælhýrdur reiðari Tað er Suni Jakobsen, sum eigur Ednu, og sjálvur er hann eisini skiparin á ísfiska­ trolaranum. – Eg haldi, tað er í fín­asta slag, at Føroya Fiskimann­ afelag hevur sett okkum á svartalista. Er Edna ringasta dømi, sum felagið hevur at vísa á, stendur væl til. Vit hava hildið allar avtalur, og hetta eru avtalur, sum Jan Højgaard, felagsformaður, hevur góðkent, sigur ein sannførdur útgerðarmaður og skipari. Suni Jakobsen vísir á, at Jan Højgaard kann ikki leypa frá avtalum, sum hann sjálv­ ur hevur góðkent. – Tú kanst ikki selja ein bil fyri 50.000 krónur, og tá hann er seldur siga, at tú kortini vilt hava 100.000 krónur fyri bilin, sigur útgerðarmaðurin og skiparin. Góður stemningur Sosialurin spurdi eisini Suna Jakobsen, hvussu stemning­ urin er millum manningina umborð á Ednu. – Her er góður stemningur og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevur einki at koma eftir, sigur útgerðarmaðurin og skiparin á ísfiskatrolaranum, Ednu. vilmund@sosialurin.fo – Her er góður stemningur, og Jan Højgaard hevur einki at koma eftir, sigur útgerðarmaðurin og skiparin á ísfiskatrolaranum, Ednu, Suni Jakobsen Mynd: Skipalistin ... Jan Højgaard kann ikki leypa frá avtalum, sum hann sjálvur hevur góðkent... (SUNI JAKOBSEN) ...reiðarin er eisini klagaður til fútan fyri brot á lógina um makrelveiði fyri 2011... Føroya Fiskimannafelag Útróðrarmenn vilja hava lut í makreli – Ein umsókn um lut í føroysku makrelkvotuni, sum vinnuligir útróðrar­ menn standa saman um, er á trappuni og verður send Fiskimálaráðnum heilt skjótt, sigur útróðrarmaður, sum Sosialurin hevur tosað við Vilmund Jacobsen Útróðrarmenn hava seinastu tíðina savnað seg saman um eina felags umsókn um lut í makrelkvotuni. Sum skilst, er talan um flestu bátar og útróðrarmenn, sum eru aktivir og lúka treyt­ irnar sum virknir útróðrar­ menn. Bólkurin av útróðrar­ monn­um er sjálvandi ikki altíð hin sami, men ryggurin er hin sami. Tað eru menn, sum ár um ár rógva út og burtur av hava útróður sum livibreyð, men so eru tað aðrir, sum kanska rógva út í nøkur ár – og síðan fara í aðra vinnu. Sosialurin hevur skilt, at hugskotið aftan fyri umsókn­ ina er, at teir, sum til eina og hvørja tíð eru virknir í vinnuni, skulu eiga lut í einum ávísum prosentparti av føroyska makrelparti­ num. Náttúrligur rættur – Útróður er elsta vinna av sínum slag í Føroyum, og tí halda vit tað vera so sjálvsagt, at vit eisini eiga lut í hesum tilfeingi. Veiðan eftir toski og hýsu er minkað nógv yvir eitt 10-ára skeið og somuleiðis eisini veiðivirði. Samstundis hava vit sæð, at inntøkurnar í uppsjóvarvinnuni er eks­ ploderaðar. Her er ein for­ skjóting farin fram, og vit duga ikki at síggja, hví út­ róðrarvinnan skal bløða fyri, at aðrir partar av fiskivinnuni skúma róman. Útróðrarmaðurin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at veiðan eftir toski er minkað við 54% og veiðan eftir hýsu við 65% yvir eitt 10-ára skeið. Veiðivirðið er minkað við enn størri pro­ sentparti enn minkingin í nøgdini. – Taka vit Noreg, eiga útróðrarmenn umleið 15% av heildarkvotuni hjá Noregi, sum táttar í 190.000 tons. Útróðrarmaðurin sigur, at tað kann vera líka mikið, hvussu bólkurin av útróðrar­ bátum velir at brúka sína tillutaðu kvotu. – Men vit meta avgjørt, at vit eiga okkara náttúrliga lut og rættvísa part av heildarkvotuni av makreli. Sum skilst, standa flestu – um ikki allir – vinnuligir útróðrarmenn aftan fyri umsóknina, sum nú er á veg til Fiskimálaráðið. vilmund@sosialurin.fo Útróðrarmenn vilja eisini hava sín prosentvísa part av føroysku makrelkvotuni Mynd: Tilvildarlig