mikudagur 29. februar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er Norðurlandahúsið,
sum hevur tikið stig til
nýggja filmsgrunnin.
– Vit hava stuðlað ávísum
tiltøkum, sum til dømis lut
tøku á filmsfestivalinum í
Lübeck, so hetta er fyri at
fáa meiri skipað viðurskifti
í sambandi við stuðul av
føroyskari filmslist, sigur
Niels Halm, stjóri í Norður
landahúsinum.
Filmsgrunnurin
verður
skipaður í samstarvi við
Klippfisk, og formaður í
nevndini er Jákup Veyhe.
– Føroysk filmslist er á
grulvistøði, men við nýggja
filmsgrunninum koma vit
upp á beinini at standa,
segði kendi skemtarin á tíð
indafundi í gjár.
Tað
verður
ein
fýra-
manna nevnd, sum skal skilja
millum innkomnu umsókn
irnar og gera av, hvør skal
fáa stuðul.
– Tað er sjálvandi ilt at
siga, hvørjar umsóknir koma
inn. Umsóknarfreistin at
søkja er 1. apríl, og 15. apríl
skulu allar umsóknir verða
avgreiddar, og ikki fyrr enn
tá ber til at siga, hvør fær
stuðul, sigur Jákup Veyhe.
Hann sigur, at 200.000
krónur er bæði nógv og lítið.
– Hetta eru nógvir pengar,
tá hugsað verður um, at einki
hevur verið framman undan,
men tað er sjálvandi lítið, tá
hugsað verður um, hvussu
dýrt tað er at framleiða film,
sigur Jákup Veyhe.
Nakað gevur meira
Tað verða sjálvandi ávísar
treytir settar við, fyri at fáa
stuðul.
–
Lýsingarfilmar
fáa
sum meginreglu ikki stuð
ul. Heldur ikki sjónvarps
sendingar hjá almennum
ella privatum fjølmiðlum
fáa stuðul, og tað sama er
galdandi fyri tónleikafram
leiðslur. Hinvegin ber til at fáa
stuðul til dokumentarfilmar,
sigur Jákup Veyhe.
Grunnurin
er
kortini
ikki fyltur við pengum, og
nevndin vónar, at onnur enn
Norðurlandahúsið
fer
at
spýta í.
– Vit hava eitt gott sam
starv við Tórrshavnar Komm
unu, sum stuðlar Klipp
fisk. Tað hevur hinvegin
ikki verið møguligt at fáa
Mentamálaráðið at vera við í
filmsgrunninum, sigur Jákup
Veyhe.
Hann roknar við, at stuð
ulspengarnir verða býttir til
tríggjar stórar verkætlanir,
og fleiri smáar.
– Tá vit tosa um stórar
verkætlanir, so tosa vit í
okkara høpi um kanska
einar 50.000 krónur. Tískil
kann bert blíva talan um
tríggjar av hesum slag. Men
so vænta vit at stuðla fleiri
smærri verkætlanum á 3.000
til 5.000, sigur Jákup Veyhe.
Hann sigur, at stuðul frá
filmsgrunninum kann hava
stóran týdning, um talan er
um størri verkætlanir.
Hevur
tú
pengar
við
heiman
ífrá,
verður
tað
munandi lættari at fáa stuð
ul frá útlendskum stuðuls
grunnum.
Filmsgrunnurin
verður
fíggjaður í fyribils trý ár av
Norðurlandahúsinum.
leo@sosialurin.fo
Føroysk filmslist fingið
bein at standa á
Jákup Veyhe, formaður í nevndini fyri Klippfisk, er ógvuliga fegin um nýggja filmsgrunnin
Mynd: Álvur Haraldsen
Í gjár varð settur á stovn ein filmsgrunnur, sum skal veita stuðul til føroyska filmsframleiðslu, og ein
fýra-mannanevnd skal býta tær 200.000 krónurnar, sum komandi trý árini verða spýttar í grunnin
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein skattur á 0,1% av handl
um við partabrøvum og láns
brøvum hevði ikki givið tað
stóra í landskassan.
– Føroyingar handla væl
minni enn onnur við parta
brøvum, sigur Sigurd Poul
sen, landsbankastjóri.
Hann heldur, at tað eru
fleiri orsøkir til tað.
– Fyri tað fyrsta er tað
rættiliga nýtt við parta
brøvum í Føroyum, og fólk
eru eisini varin. Nógv hava
keypt partabrøv og mist
upp á handilin, sigur Sigurd
Poulsen.
Eitt annað er, at tað ikki eru
so nógvar føroyskar fyritøkur
skrásettar á børsunum.
– Partabrøvini hjá Bakka
frost verða nógv handlað,
men tað eru útlendingar sum
keypa og selja í tí førinum,
sigur Sigurd Poulsen.
ES hevur í hyggju at
áleggja 0,1% skatt á trans
aktiónir við uppruna í ES,
og 0,01% í skatti av trans
aktiónum við gjaldoyra. Tað
verður mett at fara at geva 57
milliardir evrur.
Men so lítið verður handl
að við bæði partabrøvum
og lánsbrøvum í Føroyum,
at ein slíkur skattur ikki
hevði givið nakað nevnivert,
heldur
Sigurd
Poulsen,
landsbankastjóri.
Føroyingar handla lítið
við partabrøvum
ES er í ferð við at leggja ein skatt á handil við partabrøvum
og lánsbrøvum, men tað hevði ikki givið tað stóra í
landskassan, varð tað sama gjørt í Føroyum
At leggja skatt á transaktiónir við parta- og lánsbrøvum
fyllir ikki landskassan, heldur Sigurd Poulsen
Mynd: Álvur Haraldsen