Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Skálavík: Á einum fundi í farnu viku var fyrsta stigið tikið til ein Familju- og Mentan­ar­viku sum skal verða um mánaðarskiftið mai/juni í ár. Talan verður um eitt tiltak, hvørs endamál er at skapa betri trivnað, bæði fyri ung og gomul í oynni. Nógv góð støð eru til at skipa fyri eini slíkari stevnu her, men mett verður kortini at best egnaða staðið á Sand­ oynni er í Skálavík. – Skálavík hevur í dag allar teir karmar, sum skulu til fyri at skipa eina slíka mentan­arviku, verður sagt. Á einum felags fyri­reik­ ingar­fundi í Deplinum í Skála­vík varð tosað saman um hesa mentan­arvikuna, sum ein ætlar at hava á hvørjum ári. Til tess at samskipa ætlan­ ina hava fyrireikararnir sett Poul Jákup Thomsen á Skarva­nesi til hetta. Hent átak Tað var Skálavíkar kommuna sum hevði tikið stig til henda fyrireikandi fundin, har um­ boð fyri feløg og stovnar úr allari oynni vóru við. Her vóru umboð fyri kommununa, Kunningar­ stov­una, Depilin, Kelduna, dansi­feløgini, Kamping­ felagið og fleiri einstaklingar við. Semja var um, at hetta var eitt sera viðkomandi átak fyri oynna, og at staðið var væl valt. Her er gott havnarlag, kirkja og samkomuhús, stórt bygdarhús, FIFA-vøllur og har­aftrat tann stóri og væl út­gjørdi Depilin. Mong ymisk tiltøk kunnu hugsast at vera á skránni við eitt slíkt tiltak, sum skal venda sær til allar aldurs­ bólkar. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi tiltøk skulu skipast sum venda sær til allar aldursbólkar. Tí verða eisini fleiri tiltøk fyri tey sum eru farin um tey seksti. Longu nú er greitt, at Familju- og Mentanarvikan í Skálavík endar við gudstænastu sunnudagin og fólkafundi í Núpsdali. – Vit vóna, at fólk í allari oynni fara at taka væl undir við stevnuni, soleiðis at hetta kann gerast eitt aftur­vend­ andi tiltak, siga fyri­reik­ar­ arnir. snorri@sosialurin.fo Gott navn til nýggjan stovn Mentan og familjan í hásæti Hvannasund: Um ein góð­an mánað letur tann nýggi dagstovnurin upp á Fossánesi. Í hesum sambandi hevur Hvannasunds komm­una avgjørt at bjóða út eina kapping um navn til henda stovnin. – Vit ynskja at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møgu­liga samljóðar við virk­semið á stovn­inum, verður sagt úr komm­ ununi. Uppskot um navn skulu verða kommununi í hendi áðrenn 12. mars. Virðis­lønin uppá 3000 krónur verður latin fyri besta uppskotið. Annars letur nýggi dag­stovnurin upp 2. apríl. Hann hevur bæði rúm fyri børnum í vøggu­stovu- og barna­ garðs­aldri, og fer har­ aftrat at kunna hýsa frí­tíðar­skúla fyri børn í 1. til 3. flokk. snorri@sosialurin.fo Familju- og Mentanarvikan í Skálavík endar við guds­ tænastu sunnudagin og fólkafundi í Núpsdali Er tað meiningin at landsskatturin skal bert verða nýttur til at lívga Vágar og Norðoyggjar? Sólvit Simonsen, Sandur Sandur: Føstulávintsskemtið í Virkinum prógvar enn, at fólk dáma væl sjónleik. Spælt er fyri fullum húsum og enntá við eykasýning. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Kollafjørður: Poul Martin Bendix hevur fingið 3,4 mió kr. at granska víðari í eini verkætlan innan biofysikk. Klaksvík: Sunnudagin verður seinasta møtið hildið í samkomuhúsinum Betesda. Hetta verður nú niðurbrotið, og nýtt byggjast á sama staði. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Kambsdalur: 1. mai er ætlanin at leiðarin til nýggja dagstovnin skal setast. Dagstovnurin letur upp í heyst. OYGGJASTEVNA Í summar er ætlanin at koyra eina ætlan av bakkastokki, sum ein vónar kann gerast eitt afturvendandi tiltak fyri alla Sandoynna kring landið GOTT STAÐ Skálavík hevur allar teir karmar sum ein Familju- og Mentanarvika krevur. Tað skal standa sína roynd í summar