Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Allar tær kvinnurnar í Før­oy­ um, sum taka eitt av nýggju merkjunum av p-pillarum, nýtast ikki at bera ótta fyri blóðtøppi. – Kvinnur, ið nýta p-pillarar, skulu altíð vera til­ vitaðar um teir ymsu vandar­ nar, ið kunnu standast av p-pillarum, men tær nýtast ikki at vera óttafullar orsaka av úrslitinum av nýggjastu kanningunum, sigur Katrin Kallsberg, sum er serlækni í gynekologi og obstetrikki. Vitanin broytist støðugt Ein umfatandi donsk kann­ ing, sum bleiv almanna­ kunn­gjørd fyri fáum mán­ að­um síðani, hevur víst, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-pillarum, eru í tvær ferðir so stórum vanda fyri at fáa blóð­tøpp í bein og lungu saman­borið við tær kvinnur­ nar, ið taka eldru sløgini av p-pillarum. P-pillarar verða flokk­aðir í generatiónir, so­ leiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og 2. generatión, meðan tey nýggjaru sløgini hoyra til 3. og 4. generatión. Tað er inni­haldið av hormonum, ið avger, hvørja generatión tey ymisku merkini hoyra til. – Orsøkin til, at læknar higar­til hava útskrivað tey nýggjaru sløgini av p-pillar­ um, er tann, at tey nýggju sløgini hava eitt lutfalsliga lágt innihald av hormoninum østrogen. Nýggjastu kann­ ingarnar benda nú á, at vit skulu hyggja meira eftir einum øðrum hormoni, gestagen, ístaðin. Nýggju sløgini av p-pillarum inni­ halda nevnliga eitt annað slag av gestagen enn tey eldru sløgini, greiðir Katrin Kalls­berg frá. Hon leggur dent á, at læknarnir ikki hava ávísar avtalur við heili­vágs­ ídnaðin og fáa sostatt onga viðbót ella aðra samsýning við at útskriva ávís sløg av p-pillarum. Verða kunnaðar um vandan Katrin Kallsberg heldur ikki, at tað er ein stórur trupul­ leiki, at læknarnir útskriva tey nýggjaru sløgini av p-pillarum, tí hennara upp­ liv­ing er, at blóðtøppur orsaka av p-pillarum ikki er nak­að, sum er vanligt. – Tað kemur ótrúliga sjálvd­an fyri. Tað eru serliga tær kvinn­urnar, ið júst eru byrjaðar at nýta p-pillarar, sum skulu halda eyga við møgu­ligum blóðtøppi og ann­ars teimum hjáárinum, sum p-pillarar kunnu elva til, sigur Katrin Kallsberg og leggur afturat, at vandin fyri blóðtøppi er størstur tað fyrsta árið, tá ein kvinna nýtir p-pillarar. – Vanliga sigur mann, at bæði læknin og kvinnan sjálv skulu vera uppmerksom upp á tekin um blóðtøpp frá teimum fyrstu trimum mán­að­unum og upp til eitt ár, tí tá er vandin størstur, greiðir Katrin Kallsberg frá. Hon heldur tað vera sera um­ráðandi, at læknarnir eru tilvitaðir um teir ymsu vanda­bólkarnar, tá teir út­ skriva p-pillarar. – Tað er týdningarmikið, at læknarnir kanna, um blóð­tøppur er komið ofta fyri í familjuni hjá kvinnuni, um blóð­trýstið er, sum tað skal vera, og um kvinnan ann­ars hevur eina vanliga góða heilsu. Mínar royndir siga mær, at læknarnir í Føroyum veruliga hugsa seg um, áðrenn teir útskriva p-pillarar til kvinnur, ið ynskja tað. Umráðandi at spyrja seg fyri Umfatandi kanningin, sum er gjørd av øllum donskum kvinnum millum 15 og 49 ár, sum nýta p-pillarar, vísir, at tekur tú p-pillarar, ið hoyra til tey eldru sløgini, so er vandin fyri at fáa ein blóð­ tøpp júst helvtina so stórur, enn um tú nýtir p-pillarar av einum nýggjari merki. Katrin Kallsberg mælir tó ikki teimum føroysku kvinn­ unum, sum taka p-pillarar, ið hoyra til 3. ella 4. generatión, til at skifta til eitt eldri merki til dømis frá 2. generatión. – Tær kvinnurnar, sum trívast við at taka eitt av nýggjaru merkjunum og hava gjørt tað yvir nøkur ár, skulu ikki neyðturviliga skifta merki. Eg haldi tó, at tað er eitt gott hugskot, at tær kvinn­urnar, sum ikki kenna seg heilt tryggar, práta við sín lækna um møgu­ liga at skifta merki, sigur Katrin Kalllsberg. Hon vísir á, at við hesi nýggju vitan­ ini um p-pillarar, eiga allir nýggir brúkarar at byrja við p-pillarum, sum hoyra til 2. gene­ratión. Í teimum donsku fjøl­ miðl­unum hava fleiri ungar kvinnur í seinastuni verið frammi og greitt frá, at tær ikki halda seg hava verið nóg væl kunnaðar um vandan at fáa blóðtøpp, tá tær nýta p-pillarar. Katrin Kallsberg heldur tó, at før­ oyskar kvinnur, ið fara til lækna fyri at fáa p-pillarar, verða nóg væl upplýstar um vandar sum til dømis blóðtøpp, ið kann standast av p-pillarum. – Serliga tær ungu gent­ ur­nar hugsa meira um hjá­ árin, sum ávirka vekt og humør, og tí kann tað hugs­ ast, at tær ikki geva sær far um tað, ið læknin sigur viðvíkjandi blóðtøppum, sigur Katrin Kallsberg og vísir á, at ein altíð skal lesa seðilin, sum liggur í øllum heilivágspakkum, og kunna seg um møgulig hjáárin. Sjálv útskrivar Katrin Kallsberg fyri tað mesta p-pillarar, sum hoyra til 2. generatión. Orsøkin til hetta er tann, at størsti parturin av teimum kvinnunum, sum Katrin Kallsberg kemur í samband við í sínum arbeiði, eru aloftast komnar nakað upp í árini, og tískil áður hava tikið eitt av eldru merkjunum av p-pillarum og hava trivist væl við tí. rannvá@sosialurin.fo Eingin orsøk at fara í panikk P-bollar – Tær kvinnurnar, sum taka nýggjaru sløgini av p-pillarum, skulu ikki fara í panikk. Hevur tú tikið p-pillarar í longri tíð og hevur tað gott, er vandin fyri blóðtøppi lutfalsliga lítil. Tað sigur Katrin Kallsberg, kvinnulækni – Kvinnur nýtast ikki at vera óttafullar orsaka av úrslitinum av nýggjastu kanningunum, sigur Katrin Kallsberg, sum er serlækni í gynekologi og obstetrikki – Kvinnur, ið nýta p-pillarar, skulu altíð vera til­vitaðar um teir ymsu vandar­nar, ið kunnu standast av p-pillarum, men tær nýtast ikki at vera óttafullar