Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Í morgin verða samráðingar ímillum Skipara- og Naviga­ tørfelagið øðrummegin og Fíggjarmálaráðið og Strand­ferðsluna hinumegin, um nýggjan sáttmála fyri yvir­menninar við teimum almennu skipunum. Tað merkir, at samráð­ ing­arnar fevna um sátt­ mál­ar fyri skiparar og stýrimenn við skipunum hjá Strandferðsluni og rann­ sóknarskipunum, Magnusi Heinasyni. Samráðingarnar fevna eisini um yvirmenninar við skipunum hjá Fiskiveiði­ eftirlitinum, men teir eru tænastumenn og kunnu undir øllum umstøðum ikki fara í verkfall. Men tað kunnu yvir­ menninir hjá Strandferðsluni og teir við Magnusi Heina­ syni. Hetta merkir so aftur, at sáttmálarnar við eitt felag, sum hevur við Strand­ ferðsluna at gera, eru ikki meiri enn lidnar, so hongur verkfalshóttanin enn eina­ ferð yvir Strandferðsluni, tí nú skal eitt annað felag, sum eisini hevur manning við Strandferðsluni, til sam­ ráðingarborðið. Størsti trupulleikin í hesum sambandi er Smyril, tí heili fimm fakfeløg eru knýtt at honum. Umframt Skipara- og Navigatørfelagið, er tað Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið, Føroya arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag. Leggjast skal tó afturat, at seinast arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli, hava tey givið Smyrli undantaksloyvi, men við teirri treyt, at hann ikki flutti vinnuligan farm. Samdir um at bíða Sáttmálin ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og ar­ beiðsgevaran, gekk úr 1. Oktober í fjør. Onkrir samráðingarfundir hava verið, men tær bóru ikki á mál. Hinvegin samdust part­ arnir um at halda ein steðg, til samráðingarnar við almenna Fakfelagssamstarvið vóru fingnar frá hondini. Tað eru tær nú, so nú verður farið aftur til sam­ ráðingarborðið. – So fáa vit at vita, um partarnir hava flutt seg nærri hvørjum øðrum hesa tíðina, sigur Eyðstein Djurhuus. Á fyrsta fundinum í morgin fara partarnir at gera støðuna upp og so verð­ ur tosað um sam­ráð­ingar­ gongdina frameftir. Eyðstein Djurhuus, for­maður í Skipara- og Navigatørfelagnum, væntar ikki, at sjálv lønarhækkingin verður tann stóri snávingar­ steinurin. – Eg meti næstan tann spurningin at vera av­ greiddin eftir teimum sátt­ mál­um, sum eru gjørdir við Fakfelagssamstarvið og Maskin­meistarafelagið. Hann sipar til, at hann væntar, at yvirmenninir fáa somu lønarhækking, sum er avtalað í teimum sáttmálunum. Stytri arbeiðstíð og meiri hvíld Men tað eru aðrir snáv­ingar­ steinar, sum kunnu verða hálir at sleppa um – Tað mest avgerandi í hesum samráðingunum verður at finna semju um at laga arbeiðstíð og hvílitíð til teir nýggju altjóða sátt­ málarnar, sum eru settir í gildi. Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at yvirmenninir krevja styttri arbeiðstíð og longri hvílitíð. – Sum støðan er nú, arbeiða yvirmenninir alt ov nógv, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum. – Í samráðingunum fara vit tískil at krevja, at arbeiðstíðin hjá yvir­monn­ unum verður skerd fyri at lúka krøvini í teimum altjóða sáttmálunum. Í løtuni er arbeiðstíðin 2.548 tímar um árið og felagið krevur, at hon verður stytt niður í 2400 tímar. Somueleiðis koma nýggjar reglur um hvílitíð í gildið, so at hereftir skulu yvirmenn hava hvíld minst 10 tímar um samdøgurið og minst 77 tímar um vikuna. Tað ber tó til at gera frávik frá reglunum um hvílitíð, men so skal semja fáast um tað. - Í ringasta føri merkja nýggju hvílireglarnar, at túratalið hjá Strandferðsluni má skerjast. Strandferðslan aftur nú hótt av verkfalli SAMRÁÐINGAR Í morgin verða samráðingar um nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn við almennum skipum og har eru snávingasteinar, sum kunnu verða ringir at sleppa um Leita eftir pengum til pinku­børn Karsten Hansen, lands­ stýris­maður í heilsu­mál­ um, fer nú at leita eftir pengum fyri at vita um heilsuverkið ikki hevur ráð til at kanna pinku­ børn fyri hoyribrek, bein­ anvegin tey eru fødd. Tað hevur hann svar­ að Sirið Stendberg, tingkvinnu, sum hevur spurt hann um útlitini fyri at seta eina skipan í verk, har øll pinkubørn verða kannað fyri hoyribrek, beint sum tey eru fødd. Málið hevur verið frammi fyrr, bæði í sam­ bandi við fíggjarlógina fyri 2012. Men tá boðaði lands­ stýrismaðurin frá, at hetta metti heilsuverkið ikki ráð til við teirri játtan, tað hevur fingið. Málið varð eisini frammi í november í 2010, tá ið Helgi Abrahamsen spurdi um hetta. Tá varð miðjað eftir at seta hetta í verk, men tað hendi onki. Karsten Hansen ásann­ ar framvegis, at tað er sera torført at fara undir nýtt virksemi, sum støðan er. Men hann ætlar kortini at seta seg í samband við Landssjúkrahúsið at vita um tað ikki ber til at finna pengarnar. Tað, sum krevst til hetta endamál, er útgerð fyri 450.000 krónur, um­ framt 600.000 krónur í løn um árið. Talan er um løn til tveir sjúkrarøktarfrøðingar í hálva tíð í part og ein skrivara í hálva tíð. At kanna pinkubørn fyri hoyribrek beinanvegin tey eru fødd, er annars eitt átak, sum Landslæknin og Landssjúkrahúsið hava mælt til at seta í verk. Karsten Hansen sigur, at fer at miðja eftir at finna fígging til neyðugu útgerðina við tí enamáli at seta skipaðu kanningin av pinkubørnum fyri hoyri­ brek verður sett í verk seinni í ár. 148 tímar - Hjá okkum verður høvuðsmálið ikki sjálv lønin, men at skerja 148 tímar av arbeiðstíðini um árið og at fáa meiri hvílitíð, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum