mikudagur 29. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vestmanna:
Fleiri
staðir
kring landið er skipað so
leiðis fyri, at føroyingar og
útlendingar kunnu koma
higar við kampingbilum sín
um.
Nú ætla fólk í Vestmanna
sær at bjóða teimum ferðandi
sama tilboð. Arbeitt hevur
verið málinum í eina tíð, og
nú er komið so mikið langt,
at ætlanin er vorðin almenn.
Ein liður í hesum er sjálv
andi at fáa loyvi til at fremja
eina slíka ætlan í verki. Og
tí fara fyrireikararnir nú at
søkja kommununa um eitt
øki.
Á bygdarráðsfundi týs
dagin í komandi viku er
nevniliga eitt tilmæli frá
fíggjarnevndini til viðgerð.
Her hevur eitt smápartafelag
undir stovnan sent inn eina
umsókn um loyvi at leiga
eitt gott lendi inni á Fjørð til
kampingpláss.
Spennandi
verður
at
frætta, hvussu fer at gangast
við hesi umsóknini.
snorri@sosialurin.fo
Ynskja fleiri
kamparar til bygdina
Strendur: “At vera avvarðandi
hjá rúsmisnýtara” er eitt evni á
Blákrossveitsluni í Bygdarhúsinum
sunnukvøldið. Maud Poulsen,
Hvalba greiðir frá hesum evni.
Sandur: Kommunnan hevur samtykt,
at Niels Johannes Tjaldrastein
útbyggir barnagarðin fyri 1,7 mió
kr. Arbeiðið byrjar sum skjótast.
(sandportal.fo)
Vágar: Fimm tilboð komu inn
at gera nýggja grundøkið til
skúlan á Giljanesi. Tey verða nú
kannað, og so verður avgerðin
tikin, hvør skal gera tað.
Sundalagið: Gjárkvøldið helt
Jógvan D. Hansen fyrilestur um
danska heimsspekingin Søren
Kierkegaard. Jógvan er kendur frá
útvarpssendingini Filosoffarnir.
Hví siga vit ein øl
(kvennkyn), tá øl
er hvørkikynsorð
(eitt øl)?
Eyðun á Borg, málmaður
Eru virkin
sum longst
Oyri: Í farnu viku vóru
liðin fimm ár síðan dag
tilhaldið Blákollan lat
upp. Dagurin var hildin
við eini hugnaligari løtu,
har Petur Jacob Sigvard
sen hugleiddi. Umboð
fyri kommununa tók
eisini lut og fegnaðust
um virksemið, sum fer
fram í tilhaldinum.
Tað var upprunaliga
Brynjálvur Borðoy, sum
heitti á kommununa um
at stovna eitt dagtilhald.
Her fekst vælvild, og
stutt eftir fekk gamli
barnagarðurin á Oyri
ein nýggjan aldursbólk
inn um gátt.
Her eru í dag góðar og
rúmsáttar umstøður, har
fólk kunnu koma saman
til
ymisk
áhugamál,
ella bara til eitt prát og
ein góðan drekkamunn
hvønn týsdag og hósdag
seinnapart.
-
Tilhaldið
ger
sítt til, at tey eldru í
Sundalagnum eru virkin
sum longst, sum jú er av
stórum týdningi týdn
ingi fyri vælveruna hjá
okkum øllum. Jú meira
vit koma saman og geva
hvørjum øðrum nakað,
jú betri verður trivn
aðurin, verður sagt úr
Sunda kommunu.
Í dag er Winnie Han
sen leiðari fyri Blákollu
na.
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: Tá ein tosar um
Vestmanna, fellur prátið
oftast inn á hondbóltin
ella
kappróðurin,
sum
framvegis sermerkja bygd
arlívið.
Men tað eru eisini onn
ur, ið ikki íðka ítrótt, men
sum kortini dáma væl at
ganga túrar ella renna sær
eitt strekki.
Til tess at lætta um hjá
teimum hevur kommunan
nú gjørt eitt yvirlit yvir
ávísar teinar í bygdini,
har væl ber til at renna og
ganga.
Tað sermerkta við yvir
litinum er, at ein sær eisini,
hvussu langur tann ein
staki túrurin er.
- Ella kanska kann hetta
yvirlitið vísa fólki, um tey
ístaðin áttu at gingið eina
aðra leið, fyri at gera túrin
enn longri, verður sagt úr
kommununi.
Hinvegin frættir kom
munan fegin frá fólki, sum
ynskja ein tein uppmát
aðan, og sum enn ikki er
komin uppá kortið.
Ófør at ganga
kring landið
GOTT LENDI
Á hesum økinum er ætlanin at leggja kampingøkið í Vestmanna
Mynd: Birgir Waag Høgnesen