mikudagur 29. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í mong ár hevur Petur Skeel
Skarðsá í Funningi gjørt
royndir við seyði og hevur
borið stríð og kostnað av
hesum
royndum
sjálvur.
Hansara stóri dreymur er, at
allur seyður í Føroyum aftur
skal bera glarfiti heldur enn
tálgafiti, og tað er hetta, sum
hann við sínum royndum
hevur arbeitt fram ímóti øll
hesi ár.
Petur er ikki í iva um, at
hin gamli føroyski seyðurin
bar glarfiti, og at tað er út
lendskur seyður, sum er
komin á okkum, ið er atvold
in til, at tálgafiti er komin í
hagar og hagapartar.
Hansara dreymur er eisi
ni, at føroyingar, ið hava
seyðahald, gerast meiri be
vístir um, at tað er munur á
glarfiti og tálgafiti.
Royndirnar, sum funn
ingsmaðurin hevur gjørt,
vísa í stuttum, at tað er
brundurin, sum ger av, um
lombini bera glarfiti ella
tálgafiti. Ber brundurin glar
fiti, kemur glarfiti undan.
Hetta er hansara einfalda
niðurstøða, og hetta er hann
eisini vorðin sannførdur um
eftir royndir øll hesi ár.
Glarfiti snykar, tá tú sker
í turra kjøtið, meðan tálgafiti
brotnar
sum
tálg
undir
knívi.
Petur Skeel er ikki í iva
um, at kjøt, sum ber glarfiti,
er nógv betri enn kjøt, ið ber
tálgafiti.
Heilt síðan 1967 hevur
røktingarmaðurin í Funningi
- í fleiri ár undir vánaligum
umstøðum - gjørt sínar
royndir fyri at finna út av,
hvussu tálgafitin, sum eftir
er, kann fáast burtur.
- Í okkara hagum hava
vit ikki havt teir stóru
trupulleikarnar við tálgafiti,
tí vit hava ikki flutt fremm
andar brundsseyðir, sum vit
ikki kendu, inn í hagan. Tí
kunnu vit siga, at allur seyð
urin Inni í Haga ber glarfiti,
sigur hann.
Aftur í vetur
Petur Skeel Skarðsá hevur
øll hesi ár havt fleiri ær og
brundsseyðir inni í brunds
tíð.
Tá hagapartarnir, sum
hann røktar, eru fríir fyri
tálgafiti, hevur hann tikið
hond í við øðrum hagapørt
um eisini. Soleiðis hevði hann
aftur í vetur einar 50 seyð
ir inni, harav einar 25 ær úr
ymiskum hagapørtum. Enda
liga úrslitið av royndunum
sæst ikki við vissu, fyrr enn
lombini heystið eftir eru
flett, og kjøtið í kjallinum
byrjar at torna. Tá ber til at
staðfesta, um lombini, sum
undan komu í hesi royndini,
bera glarfiti ella tálgafiti.
- Tá eg taki seyð inn úr
øðrum hagapørtum til mínar
royndir, havi eg gjarna langt
frammanundan
hugt
at
seyðinum. Eg velji soleiðis
seyðin sjálvur, og her fari eg
eftir seyði, sum líkist mínum
egna. Tá eg veit, at eg havi við
brund at gera, sum brundar
glarfiti, er einki til hindurs
fyri at hava seyðin í eini 7-8
ár.
Ein partur av arbeiðnum
hjá Petur Skeel Skarðsá er
at skriva stammtalvu fyri
brundsseyð, sum hann ar
beiðir við, og soleiðis hevur
hann stammtalvu fyri allan
brundsseyð, sum hann hevur
havt við í sínum royndum.
- Sleppur brundsseyður,
sum ber tálgafiti, í hagan at
brunda, er skjótt galin endi.
Hann vísir á, at tá hann
fór undir hetta arbeiði, var
ein ávís ”spilla” komin í
hagarnar, sum hann røktar,
men tað eydnast við tíðini at
koma tálgafitini til lívs.
- Ymiskt er kring landið,
hvønn
dent
bóndur
og
seyðamenn annars leggja í
hetta við føroyskum seyði
og glarfiti. Eg kenni góðar
seyðamenn, sum vita ógvu
liga væl um seyð, men sum
ongantíð
sleppa
veruliga
fram at, leggur hann aftrat.
Seyðurin er lívið
Funningsmaðurin
byrjaði
longu sum smádrongur at
ganga burtur í haga saman
við pápa sínum og øðrum
góðum
monnum.
Pápin
hevði ikki góða heilsu, og tá
hann gjørdist sjúkur og doyði
longu í 1969, var tað Petur,
sum kom í hansara stað.
- Tá pápi mín doyði, hevði
eg langt síðan tikið yvir – ikki
sum valdur røktingarmaður,
men longu um fermingar
aldur hevði eg tikið yvir
røktina í okkara húsi, sum
pápi hevði.
Petur hevur altíð havt
áhuga og eldhuga fyri seyði
og seyðahaldi, og hesin hug
ur er framvegis líka stórur.
- Ja, eg kann siga, at eg
havi tikið seyðin fram um alt.
Tað, sum hevur upptikið meg
mest og hevur tikið ein hóp
av tíð, orku og eisini hevur
kostað mær nógvan pening
gjøgnum fleiri ár, eru mínar
seyðaroyndir. Tá tú ár um ár
hevur nógvan seyð inni, skal
hann eisini føðast, og tað
kostar bæði tíð og pengar,
leggur hann aftrat.
Sjálvur greiðir Petur Skeel
Skarðsá soleiðis frá, hvussu
hann minnist, at seyður og
seyðahald vórðu umrødd í
hansara barnaheimi:
- Tað fyrsta, eg minnist,
var, tá gráskeggutir menn
úr øðrum bygdum plagdu at
sita á bonkarendanum inni
hjá okkum og spyrja pápa,
hvørjar seyðir teir skuldu
sleppa. Um hetta mundi var
eg eini 6-7 ára gamal. Pápi
var nærlagdur, hevði stóran
áhuga fyri seyði og røktaði tá
tveir hagapartar.
Petur Skeel Skarðsá sigur,
at í sínari tíð høvdu teir, sum
áttu seyðin, stórt álit á røkt
ingarmonnunum.
- Tað vóru teir, sum gingu
burtur í haga, og tað vóru
teir, sum kendu hvønn seyð
í haganum.
Neyðugt nærlagni
Petur Skeel hevur einki
ímóti, at fletting og annað
verður gjørt lættari við, at
menn senda seyð aðrastaðni
til flettingar, men hetta eigur
eftir hansara tykki at gerast
undir ábyrgd og við nær
lagni.
- Tá stórir vøruvognar
ella lastbilar bakka inn móti
rættunum, fylla bilin við
seyði, og eigarin ikki sær
hann aftur, fyrr enn krovini
eru komin upp at hanga – ja,
tá missir tú skjótt tamar
haldið á støðuni og royndini
at fáa tálgafituna burtur. Tá
veitst tú ikki longur, hvør
seyðurin er, og tí kanst tú
heldur ikki stýra hesum
betri og øðrvísi eitt annað
ár, leggur funningsmaðurin
aftrat.
Røktingarmaðurin heldur
Ótroytti
ligur
stríðist
hann fyri
føroyska
seyðinum
- Eg haldi, at myndugleikin eigur at koma upp í og
eigur at taka ábyrgd, soleiðis at føroyskur seyður
burtur av kemur í allar hagapartar í Føroyum. Tað sigur
funningsmaðurin, Petur Skeel Skarðsá, sum alt sítt
lív hevur havt stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi
tá pápi mín doyði,
hevði eg langt síðan
tikið yvir – ikki sum
valdur røktingarmaður,
men longu um
fermingaraldur hevði
eg tikið yvir røktina í
okkara húsi
PETUR SKEEL SKARÐSÁ