Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tað vera í fínasta lagi, at menn læna brundar millum sín, men í slíkum føri er neyð­ugt, at tú hevur fult álit á, at tann, sum kemur við brund­inum, kennir seyðin og soleiðis veit, hvat kemur und­an. - Vit mugu og skulu kunna hava álit á tí manni, sum kem­ur við brundinum. Petur Skeel sigur, at skalt tú hava ein góðan brund, er neyðugt at hava hann í nøk­ ur ár og á hvørjum ári fylgja neyvt upp, hvat kemur und­ an. Virðisleys seyðasýning Petur Skeel Skarðsá held­ur ikki nógv um tær seyða­sýn­ ingar, sum verða gjørdar um heyst­ar­nar. - Mær tykir, at teir, sum standa aftan fyri hesar sýn­ ing­ar, eru menn, sum halda seg vita alt um seyð. Hvør ger reglugerðirnar, og er tað ikki so, at teir í ávísan mun sýna seyðin hjá hvørjum øðr­um. Teir gera sínar reglugerðir, sýna seyðin hjá hvørjum øðr­ um, meðan aðrir bara mugu lúka treytirnar og verða ikki eftir­spurdir, spyr røkt­ing­ar­ maðurin. Hann heldur ikki, at hesar sýn­ing­ar eru nógv verdar, tá eing­in fylgir krovunum, sum hanga í hjallinum, upp. - Einki ringt um góðan, feit­an og vakran seyð, men tað, sum eg haldi er enn meira avgerandi og týdn­ ing­ar­mik­ið, er, hvat slag av seyði vit hava í Føroyum – ant­in tað er tálgafiti ella glar­fiti, sum seyðurin ber. Tú tú flettir, fært tú longu eina ábending um, hvørt seyð­ur­ in ber glarfiti ella tálgafiti. Er skammrivið hvítt, er tað tálgafiti. Kjøtið, sum grøn­ kast, tá tað byrjar at torna, er tað góða kjøtið, ið ber glarfiti. Petur Skeel Skarðsá held­ur, at Royndarstøðin í Kollfjarðadali saktans kun­ di gjørt fleiri royndir við seyði sum teir, ið fáast við hesi kríatúr, kundu brúkt til okkurt skilagott í sínum arbeiði. At taka ábyrgd Tey fyrstu nógvu árini gjør­di hann sínar royndir úti, men tá hagin í 1980 bygdi seyða­ hús í heimara parti Inni í Haga, fór Petur Skeel at gera sín­ar royndir her. Í 1990 varð bygt upp í hetta húsið. Seinni varð eisini nýtt seyðahús bygt í ytra parti Inni í Haga. - Tá eg fekk høvi at gera mín­ar royndir undir taki, gjørd­ust møguleikarnir nógv betri, sigur Petur Skeel Skarðsá. Røktingarmaður heldur, at hevði tað almenna bygt eina stóra høll Millum Fjarða, har møguleikar høvdu verið at tikið nógvan seyð inn í brunds­tíð, hevði hetta givið góð úrslit beinanvegin. - Hóast umstøðurnar hjá mær gjørdust betri við seyða­ húsunum, eru um­støð­ur­nar framvegis ov vána­lig­ar. Petur Skeel Skarðsá sigur, at hin føroyski seyðurin eftir hansara tykki er flabbutur við kraftmiklari og loðnari gron og hevur lutfalsliga stutt og loðin bein. – Mín meining er, at myndug­leikin eigur at koma upp í og eigur at taka ábyrgd, so­leið­is at føroyskur seyður burturav kemur í allar haga­ part­ar í Føroyum, sigur røkt­ ing­ar­maðurin at enda. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Bygdaráðið í Nes kommu­ nu samtykti á fundi hin 20. februar at gera ein 12 metrar langan bryggju­kant framman fyri M.J. Saltsølu á Toftum. Síðan goymslan byrjaði sítt virksemi, hava skip, sum eru komin við salti, lig­ ið við Nykabryggjuna ella í havn­ini uttan fyri Tofta­ gjógv. Síðan er saltið koyrt norð­ur í goymsluna. Súni í Hjøllum, vara­ borgar­stjóri, upplýsir, at dýp­ið við nýggju atløgu­ bryggju­na verður 7-8 metr­ ar. - Arbeiðið verður boðið út alment. Sostatt fara skip­ ini, sum koma við salti, at kunna brúka hesa bryggju­ na, tá arbeiðið er gjørt. Hann leggur aftrat, at van­liga hava hesi skip eini 3000-4000 tons av salti hvør­ja ferð, tey koma. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at taka hús­ini, sum stóðu niðan fyri vegin í Saltnesi, burtur. Tað er Landsverk, sum tek­ur húsini. Tá Sosialurin tók hesa mynd­ina, var ein partur av hús­un­um tikin, og nú eru tey burtur. Soleiðis broytist eisini bygda­myndin í Nes kommu­nu. Tað er Anna Han­sen, sum nú er á eldra­sam­býli­ num Vesturskin á Toftum, sum átti húsini. vilmund@sosialurin.fo Salt­goymsla fær bryggju Húsini burtur - Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan, sigur røktingarmaðurin - Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi, og hesin hugur er framvegis líka stórur. Ja, eg kann siga, at eg havi tikið seyðin fram um alt, sigur Petur Skeel Skarðsá