Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Tað er ov lætt - serliga hjá teimum ungu - at gerast fyri­ tíðarpensjonistur í Danmark, og samfelagið hevur ikki ráð at bera byrðuna. Tí hevur stjórnin gjørt av at broyta verandi skipan, sum kostar samfelagnum knappar 40 milliardir krónur um árið. Uppskotið, sum Mette Frede­riksen, ráðharri í ar­ beiðsmarknaðarmálum, legði fram í gjár, snýr seg um at broyta verandi reglur um fyritíðarpensjón og ta so­ kallaðu fleksjob-skip­anina. Tann størsta broytingin er, at í framtíðini verður fyri­tíðarpensjón ikki latin fólki, sum eru yngri enn 40 ár. Tølini hjá arbeiðs­markn­ aðar­málaráðnum vísa, at 237.469 fólk í Danmark fáa fyritíðarpensjón, og at av teimum eru 33.500 yngri enn 40 ár. Samstundis verða 1,4 milli­ard krónur settar av til eina skipan, sum skal hjálpa teimum veiku ungu til eitt arbeiði heldur enn fyritíðarpensjón. Loksins fáa kommunurnar skyldu til at skipa serlig toymi, har málsviðgerðar innan ymisk viðkomandi øki skulu samskipa hjálpina til tann einstaka borgaran. Fíggingina hevur stjórnin funnið við at skarva av tí almenna stuðlinum til ta sokallaðu fleksjob-skipanina. 53.000 danir eru í hesari skipanini í løtuni. Færri danir skulu hava fyritíðarpensjón Alt ov nógvir danir fáa fyritíðarpensjón, og verandi skipan er ov dýrt fyri samfelagið Grønland kannar viður­ skiftini við útlendskari arbeiðsmegi Fleiri av teimum stóru verkætlanunum, sum útlendsk feløg hava ætlanir um at seta í verk í Grønlandi - eitt nú innan aluminiumsvinnuna, eru í rættiliga stóran mun grundaðar á, at arbeiðsmegin verður útlendsk ta fyrstu tíðina Tað fekk grønlendska lands­ stýrið at biðja tað serliga út­ flutningsráðið hjá danska uttan­ríkisráðnum kanna, hvørj­ar royndir onnur lond við ráevnisvinnu hava av at brúka útlendska arbeiðsmegi. Ser­liga skuldi ráðið kanna, úr hvørjum londum tann fremmanda arbeiðsmegin van­liga er, hvussu løn­ar­lagið er samanborið við tað van­ liga lønarlagið í land­in­um, og hvussu tað er við út­reiðsl­unum til eitt nú mat og bústað. Í sínum kanningum hev­ ur útflutningsráðið hugt at viðurskiftunum í Saudi­ arabia, Sameindu Arabisku Emi­ratunum, Qatar, Malaysia og Avstralia, og niðurstøðan er, at bílig útlendsk arbeiðs­ megi er reglan heldur enn undan­takið. Stórur lønarmunur Um lønarlagið verður sagt, at í nógvum førum er stórur munur á lønini hjá heima­ fólkinum og lønini hjá teirri útlendsku arbeiðs­megini, og at tað er heimafólkið, sum fær ta bestu lønina. Kortini staðfestir kanningin, at í teimum arabisku lond­un­ um og í Malaysia er lønar­ munurin minkandi, tí at tann útlendska arbeiðsmegin fær støðugt betri løn. Í Miðeystri og í Malaysia er ein vanlig mánaðarløn í aluminiumsvinnuni millum 200 og 300 skattafríar doll­ arar ella millum 1.100 og 1.600 krónur umframt frí­ an mat og frían bústað. Út­ flutningsráðið sigur, at teir útlendsku arbeiðstakararnir velja ta lágu lønina uttan­ lands fram um verri kor í sínum heimlondum. Avstralia er tað einasta av teimum kannaðu lond­ un­um, sum hevur eina skip­ an við minstuløn og eitt høgt lønarlag. Hinvegin er Avstralia tað einasta av lond­ unum, sum krevur skatt av lønini. Sosialdemokraturin Mette Frederiksen er ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum Mynd: Polfoto Ap missir veljarar Eftir eina rættiliga støð­ uga framgongd miss­ ir norski Ar­beiðara­ flokkurin veljarar nú. Sambært einari nýggjari meiningakanning hevði flokkurin fingið 30,9 prosent av atkvøðunum, um stórtingsval hevði verið nú. Hetta er 3,6 prosentstig minni enn í einari tilsvarandi kann­ ing fyri trimum vikum síðani. Arbeiðaraflokkurin varðveitir kortini støð­ una sum landsins størsti, tí Høgri missir eis­ini undirtøku og hevði fingið 30,4 prosent, um val var nú. Tann flokkurin, sum ivaleyst man vera mest fegin um ta nýggju kanningina, er SV, tí eftir áhaldandi og stóra afturgongd fær flokkur­ in nú framgongd og hevði fingið 4,7 prosent, um val var nú. Tað er hálvtannað prosentstig meiri enn í seinastu kann­ing. 30.000 bóðu Ólaf stilla uppaftur Seinni í vikuni ella fyrst í næstu viku fer íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, at boða frá, um hann stillar upp til forsetavalið, sum verður í summar. Forsetin fekk nú um dagarnar eina áheitan frá meiri enn 30.000 íslendingum um at stilla upp. Eftir at hava tikið ímóti teimum nógvu undirskriftunum segði Ólafur Ragnar Grímsson, at hann fer at brúka teir næstu dagarnar til at hugsa seg um. Á tíðindafundi aft­ aná segði forsetin, at hann hevur skyldu til at virða áheitanina frá teim­um, sum hava skriv­að undir. Hann segði seg eisini hava skyldu til at hava í huga mein­ingakanningarnar, sum hava víst, at nógvir íslendingar vilja hava hann at stilla upp í summ­ar. Spurningurin um for­ setatíð Ólafs tók seg upp um ársskiftið, tá forsetin í síni nýggjársrøðu segði, at hann kundi gagnað tjóðini betur við at loysa seg frá teimum skyld­ um og byrðum, sum forsetaembætið hevur við sær. Ja til vindmyllur Hjá norðmonnum er eingin ivi um, at sam­ felagið eigur at halda seg til vatn og vind, tá tað ræður um at útvinna elorku. Vatnið er tann best umtókta varandi orkukeldan, men ein nýggj meiningakanning avdúkar, at ein stórur meiriluti av tí norska fólkinum vilja eisini hava elmegi burtur úr vindorku. Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt, taka 84 prosent av teimum spurdu undir við, at elorka verður fingin burtur úr vindmyllum uppi á landi, og heili 89 prosent taka undir við, at vindmyllur verða settar upp á sjónum til at framleiða elorku við. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at undirtøkan fyri vind­ myll­um uppi á landi veksur skjótari enn undir­tøkan fyri øðrum var­andi orkukeldum. Ap og Jens Stoltenberg missa veljarar Mynd: NRK