mikudagur 29. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Nú fór mamma – meira
enn 34 ár eftir, at pápi
hevði lagt árarnar inn
eftir drúgva sjúku. Longi
var hjá henni at bíða, og
henni longdist alla tíðina
eftir at síggja hann aftur.
Tá
man
skal
bera
foreldur síni til gravar, so
leita tankarnir ofta aftur
til eina tíð, sum nú er
farin. Hvussu var tað nú
hjá okkum systkjum at
liva saman við foreldrum,
ommum og abbum og við
hvørjum øðrum? Hvussu
var lívið hjá okkum fyri 50-
60 árum síðani? Onkuntíð
hava vit tosa um tað, og so
hava vit upplivað, at onkur
minnist eitt, onkur annar
minnist okkurt annað.
Mamma var miðdepilin
í familjuni, hon stýrdi
øllum
tí,
sum
skuldi
gerast í heiminum. Um
tað altíð varð gjørt av so
ovurstórum og góðum huga,
skal eg ikki koma nærri
inn á. Lat meg lýsa hetta
kvinnuarbeiðið soleiðis, at tá
pápi – sum hóast sjúku var
innløgumaður av teimum
bestu – kom til húsa aftur
við fiski, fugli ella harum, so
átti mamma arbeiðið at fáa
hesar matvørur til høldar.
At hagreiða fisk, at royta
fugl – serliga skarvar vóru
teir seigastu at fáast við,
plagdi hon at siga – og so tað
allar ringasta hon visti, tað
var at fletta harur. Hon kom
ongantíð yvir sína andstygd
fyri harum.
Hon bakaði breyð og køk
ur, og var altíð sera dugna
lig til at gera mat, og hóast
hon ikki setti seg upp sum
lærumeistari fyri okkum
systrar, so hava vit ivaleyst
arvað okkurt av evnunum
at matgera frá henni. Hon
seymaði og bant øll klæðini
uppá okkum børn, og seinni
fekk hon sær bindimaskinu,
so
hon
kundi
binda
troyggjur fyri fólk.
Sum tað plagdi at vera tá í
tíðini, tá tey ungu giftust inn
til verforeldrini, so fingu tey
sum tíðin leið til uppgávu at
taka sær av ommu og abba,
tá tey vóru blivin so gomul,
at tey ikki kláraðu tað sjálvi.
Tað var ikki altíð so stuttligt,
serliga tí abbi úti á Lið, Óla
Jákup í Lambastovuni, fekk
skaða í høvdið og bleiv í
barndømi. Hann kundi finna
uppá ymist, sum vit kunnu
flenna at nú, men sum als
ikki var so stuttligt tá.
Mamma
hevði
ikki
nakað lætt sinnalag, men
tað hevði pápi so í staðin
fyri. Hann plagdi at syngja
fyri henni, tá lagið var ringt.
Pápi var altíð lættur í huga,
og hann var ein av teimum
fólkunum, sum kundi spæla
uppá øll ljóðføri. Orglið
stóð ikki bara til prýðis í
stovuni, eina banjo hevði
hann eisini hangandi, sum
hann dugdi væl at spæla
uppá, og seinastu liviárini
fór hann undir at spæla
fiól. Okkara bestu minnir
frá barndóminum vóru, tá
sangur og spæl ljómaðu út á
geilar – tað skapti so nógva
gleði í okkum øllum.
Pápi fekk tuberklar í rygg
in og lá á sjúkrahúsinum í
eitt ár. Hann var fiskimaður
áðrenn hetta, men hann
mátti so finna uppá okkurt
annað, eftir at hann gjørdist
sjúkur. Hann skaffaði sær
bøkur um ur, meðan hann
lá á sjúkrahúsinum, og tá
bretar komu í Vágar undir
krígnum, fekk hann arbeiði
í eini goymslu hjá teimum.
Har lærdi hann at gera sær
amboð til at arbeiða uppá ur
og klokkur o.a. Eitt nú fílaði
hann sær skrúvublað úr
eini stoppinál. Eftir krígslok
fekk hann sær verkstað í
kjallaranum, og stutta tíð
aftaná keypti hann sær bil
og fór at koyra hýruvogn.
Hann var sera erpin yvir
at sleppa at koyra fínar
persónar so sum Margrethu
prinsessu
og
onkuntíð
danska
statsministaran
og onnur fín fólk. Einaferð
fekk hann eina tænastu
medalju fyri at koyra fyri
tey kongaligu.
Hóast pápi hevði fingið
varandi
mein
av
sjúku
síni, so var hann ikki
tann, sum legði seg afturá.
Hann var sera kreativur,
arbeiðssamur og tolin, og
hann setti stóra æru í at
forsyrgja síni familju. Hann
var td. filmoperatørur fyri
verpápan,
Jóan
Magnus
Olsen, í gomlu dansistov
uni. Hann fór undir at
byggja nýggja biohøll á
Dungasandi, tá kommunan
ognartók lendið undir fyrru
dansistovuni til kirkjugarð,
og ætlanir hansara vóru
fleiri enn bara at byggja eina
nýggja biografhøll. Sørvágs
Bio stendur enn á Dunga
sandi og verður brúkt til
ymisk tiltøk, hóast biograf
urin datt niðurfyri, tá øll
kundu síggja filmar heima
á sjónvarpi teirra.
Pápi var ungur, tá hann
doyði. Hjartað gekk fyri til
endans.
Mamma royndi at manna
seg upp nøkur ár eftir hetta,
tá Hugo Fjørðoy fekk hana
til at arbeiða í kaffistovuni
uppi á flogvøllinum í nøkur
ár. Tá hon fór frá fyri aldur,
var hon eina tíð í húsinum
hjá yngsta soninum, meðan
kona hansara fekk sær
útbúgving til sjúkrasystir.
Eftir
hetta
gjørdist
mamma rættiliga innisæl
og vildi helst vera fyri seg
sjálva. Tá minnið fór at bila,
livdi hon seinastu dagar
sínar á Sýnini í Miðvági. Har
hevði hon tað gott og kundi
vera saman við fólki hon
hevði verið ung saman við.
Nú eru tey saman aftur,
mamma og pápi – og vit fýra
systkin lýsa frið yvir minnið
um tey bæði.
Minningarorð
um foreldur okkara
Kitty May Lauritsen
f. 15.11.1926 – d. 24.01.2012
Laurits Eli Lauritsen
f. 02.09.1915 – d. 22.11.1977
Tøkk
Vit vilja hjartaliga takka øllum, sum gjørdu
gullbrúdleypsdagin ógloymandi.
Stóra tøkk fyri vitjan, gávur, talur og
uppringingar.
Somuleiðis, ein stór tøkk til tykkum, sum á ymsan
hátt hjálptu til á gullbrúdleypsdegnum.
Og ein serlig tøkk til børnini, uttan tykkum hevði
tað ikki borið til.
Vit vilja við hesum, ynskja tykkum øllum eitt
framhaldandi gott 2012.
Heilsan
Ella og Jørmund Skoradal
Tøkk
Vit takka fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Kitty May Lauritsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til David Johannesen, prest, fyri góð
og troystarík orð í kapellinum á Sýnini
og í kirkjuni í Sørvági.
Takk til kirkjutænarar, organistar,
sangarar, berarar og gravarar.
Tøkk til tykkum, sum vóru um hana á Sýnini.
Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og
peningagávur til Sørvágs kirkju.
Tøkk til missiónshúsið Libanon, og tykkum,
sum bakaðu og hjálptu til við ervinum.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Emmy, Mina, Jógvan og Eddie