mikudagur 29. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Kæri "vinurinn"! sum tú
plagdi at taka til. Betri
arbeiðsgevara, leiðara og vini
enn Eiriki skal leitast leingi
eftir. Trúgvur sum trølli!
Einki fjas og uttanumtos.
Eg skilti altíð hálvkvødna
vísu, tá eg søkti mær stuðul
og ráð hjá tær Eirikur. Altíð
við tí positiva orðinum á
tín sermerkta upbyggjandi
hátt.
Spontanur, nærlagdur og
virkisfúsur sum fáur. Tað
varð tín styrki í stjórastarv
inum, sum, uttan at tú visti
tað, skuldi blíva títt lívsstarv,
og MBM títt lívsverk, tín
eygnasteinur og stoltleiki.
Tú vart settur til eina
bundna uppgávu at byggja
eina landsumfatandi mjólk
arforsýning. Tað var eitt
ódnartak. Tú visti tíbetur
neyvan, hvussu stór upp
gávan var, sum løgd varð
á tínar herðar. Men sum
altíð bar títt lætta lyndi og
tín ómenniskjaliga styrki
teg fram á leið, allastaðni
har tú komst. Mangir fullu
í stríðnum, men, sum tann
undangongumaðurin
tú
vart, endaði tað altíð við, at
tú stóð stinnur og lá omaná,
tá avtornaði.
MBM hevði neyvan ver
ið tað, sum tað er, um tín
ómenniskjaliga
styrki
og
treiskni ikki var komin inn
í myndina á rætta tíman
um. Tú komst sum ein sem
ingsmaður og frelsandi eingil
uttaneftir við fríska lotinum.
Nýtt blóð, nýggj sjónarmið
og ongar fordómar um at
einki ber til, hevði tú við tær.
Alt bar til! "Tað skal nokk
ganga", "róligur vinurinn!"
vóru millum tínar eggjandi
setningar, tá vit onnur skulvu
í kongunum. Tú gavst mær
ábyrgd og frælsi, men tað
setti ómetalig krøv til tann,
sum tók av.
Mær eydnaðist at standa
tær við lið í mong ár. Helst
míni bestu mennandi ár í
vinnulívinum, har eg ment
ist og lærdi nógv, sum eg í
dag byggi á. Takk fyri tað
"vinurinn". So seint sum fyri
fáum døgum síðani sótu vit
báðir saman í Reykjavík og
umrøddu vinnulívsmál. Og
sum ikki einaferð, hóast
sjúkan hevði fastatøkur, læt
tú tær ikki lynda. Tað gjørdist
okkara seinasta ferð saman,
umframt at eg hitti teg á
stuttu og seinastu vitjan tíni
her heima á klettunum.
Tað er ikki gingið upp fyri
mær at tú, Eirikur ikki ert
millum okkum meir. Eg fari
at sakna teg ómetaliga nóga
sum sparringspartnara. Tá
saknurin kemur, fari eg
at leita fram førningin, eg
fekk frá tær árini, vit høvdu
saman. Tað kann tíbetur
eingin taka frá okkum. Minn
ini eru frísk og løtt at bera.
Tey goymi eg til at taka, tá á
stendur.
Eg fari at sakna spontanu
kaffifundirnar saman við
tær, aloftast ovast uppi,
ytst úti í eystara horninum
við tí fría útsýninum yvir
Nólsoyarfjørð og eystur í
hav. Sjálvt um vit ikki altíð
søgdu so nógv orð, so vóru
tær løturnar á einhvønn
hátt gull verdar fyri meg. Eg
fór altíð útaftur við nýggjari
megi og íblástri. Tú vart mín
kveikjari.
Eg fari at sakna teg sum
vin. Eingin uttan vit báðir
kenna tær løtur, vit høvdu
saman sum vinir, bæði í góð
um og ringum. Vit ferðaðust
saman og hugleiddu nógv
saman. Tú hevði ein sjáld
saman hátt at taka tíni med
menniskju fram um og eggja
til framgongd og positivan
anda rundan um teg, har tú
vart. Tín spontanitetur og
markleysa frælsi tók meg av
bóli. Viðhvørt ræðandi fyri
ein slíkan undirbrotligan
heimføðing sum meg. Men eg
visti, at tú altíð fekst okkum
aftur á beint í øllum góðum.
Takk fyri ferðina ”vinurinn”!
Góða Rannvá, Anna og
børnini. Mínir tankar eru hjá
tykkum, nú boðini komu, um
at tykkara kæri maður, pápi
og abbi andaðist. Mín vón
er, at tit eins og eg í allari
sorgini lata tykkum ugga
við, at Eirikur eftir strævna
sjúkralegu nú varð troyttur
og trongdi til frið.
Friður veri við minninum
um Eirik Ó. Thorvaldsson.
Bjørn Patursson
Undangongumaðurin Eirikur Ó.
Thorvaldsson hevur lagt árarnar inn!
Tøkk
Ein hjartans tøkk verður veitt øllum teimum, sum
sýndu okkum samkenslu, nú kæri maður, faðir,
verfaðir og abbi okkara
Sigurd Simonsen
í Hoyvík
doyði og varð grivin.
Tøkk til Sonju Klein prest fyri troystarorð og
jarðarferðarprædiku. Tøkk til berarar og sangarar.
Tøkk til teirra, sum góvu Hoyvíkar kirkju
minnisgávu. Tøkk til øll tey, sum vendu sær til
okkara fyri at troysta og hjálpa. Vit eru púra
ovfarin og rørd av tí hjálpsemi og kærleika, sum
streymaði til okkara hesar tungu dagar.
Hjartaliga takk fyri øll somul.
Renate, Bernhard, Olga
Julia, Alexander, Victor
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at kæra kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Magda Johansen
ættað úr tórshavn
búsitandi á Strondum
andaðist á landssjúkrahúsinum
mánadagin 27. februar, 74 ára gomul.
Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum
hósdagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Sjóvar Kirkju
fríggjadagin kl. 14.00
Sungið verður úr sálmabókini.
Familjunnar vegna
Dia
tey, ið vilja minnast Magdu, kunnu lata Sjóvar kirkju
eina gávu, konta í peningastovnunum.
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at kæri, maður, pápi,
abbi og langabbi okkara
Amaliar Haraldsen
ættaður úr Elduvík
búsitandi í tórshavn
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
leygardagin 25. februar, 66 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 14.00.
tey, ið vilja minnast Amaliar, kunnu lata
Elduvíkar myndasavni eina gávu, konta í
Bank nordik.
Tórhild