mikudagur 29. februar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Soleiðis ljóðar boðskap
urin frá Tingfólkunum.
Hetta
fær
mínar
tankar
og
spurningar
inn á tingfólkatalið og
á samsýningar, og um
gjógvin ikki er blivin alt
ov stór millum fólkið og
politikaran?
Tey sum sita í land
sins hægstu størvum eiga
sjálvandi at fáa góða løn,
tí tað eru stórar avbjóð
ingar og skyldur, ið fylgja
við starvinum.
Tá hugsað verður um
tingmannatalið – 33 fólk,
so er tað nokk heimsmet
lutfallsliga, í mun til
fólkatalið. Haldi sjálv, at
ein helvt, t.v.s.17 tingfólk
hevði verið betri. Bæði
landsbúskaparliga og ar-
beiðsliga.
Búskaparliga,
tí tað verður bíligari fyri
landið og arbeiðsligari,
tí eg rokni við at kjakið
hevði verið lyft upp á
eitt hægri støði og gjørt
orðaskiftið greidligari og
meira virkið, og ikki sum
nú, at alt verður tagað
sundur av so nógvum
tingfólki, at málið druknar
í onkisigandi sjabbi, og
har oftast verður farið
eftir ’persónum heldur
enn bólti’.
Tá ein hugsar um
hvørjir førleikar krevj
ast at koma á ting, so
kann sigast, at ídag er
tinggáttin ein av lægstu
’arbeiðsgáttum’,
tí
har
krevjast veruliga eingi
prógv um nakað.
Samanlíkna
vit
ar
beiðsrættindi hjá van
ligum fólki og tingfólki,
so eru tingfólk nógv
øðrvísi og betri fyri, tá
hugsað verður um sam
sýningar. Løn, pensiónir,
koyripengar, møtiskylda
v.m. Øll hesi viðurskifti
setir tingfólkið sjálvt í
verk, uttan samráðingar
og verkfall.
Hesa seinastu tíðina
hava vit hoyrt stóra al
menna ónøgd um koyri
pengar og pensiónir. Á
vanligum arbeiðsplássum
nýtir man lógarfest yvirlit
yvir avstandir bygdanna
millum
og
tilsvarandi
samsýningar, á sama hátt
er við pensiónum, - ógvul
iga líkt frá arbeiðsplássi
til arbeiðspláss.
Spurningurin er, hví
tingfólkið
ger
egnar
skipanir til størri egnan
fyrimun og eisini hvat
signalvirði liggur í hes
um kraddara- og sjálv
søknarlyndi. Sjálv haldi
eg tað minka øgiligt um
trúvirðið sum fólksins
valdi politikkari.
Eisini vil eg koma
inn á henda nógv um
rødda
flatskattin.
Til
tingkvinnuna
Anniku
Olsen – takk fyri at tú
gert tær ómak at lýsa
hvat ein pensionistur fær
burturúr flatskattinum!
-tað hevur verið lýst bæði
á portali og í bløðunum,
men tað hevði verið sera
áhugavert eisini at sæð,
hvat tú og restina av ting
fólkinum fær burturúr
flatskattinum. Øll fáa vit
peningin úr landskass
anum. So hevði eg fingið
betri innlit í hvør bólkur
fær mest burtur úr nýggju
flatskattaskipanini.
Eg spyrji til seinast, -er
hetta demokrati, tá fjøldin
er so ónøgd?
Er tað rímiligt, at
tingfólk ’spreingja alla
vanliga
samsýningar
karmar’ tá um tey sjálvi
ræður?
Og byggja vit á eitt
kristiligt grundstøði?.
Mær rennur í huga
tað sum sagt var um
havnamannin sum býtti
út,”Eg ein stóran og tú ein
lítlan og tú ein lítlan og eg
ein stóran” ella orðatakið
hjá Fleksness (norskur
skemtari), ”eitt er at siga
halleluja, eitt annað er at
gera tað.”
Eingin skal verða í iva
um, at eg ynski alt tað
besta fyri okkara land
fólk!
Nei til
lægri løn!
Sólborg Dulavík
Til Gerhard Lognberg, borgar
stjóra og javnaðartingmann
Sakaris Stórá
Filmslistamaður, Skopun
Nú borgarstjórin og javn
aðartingmaðurin,
Gerhard
Lognberg, á øðrum ári á rað
valdi at úttala seg heldur
keðiliga um »skapandi fjøld
ina« og harvið eisini undir
ritaða, kenni eg meg noydd
an at fáa nøkur ting upp á
pláss.
Helst blandar Gerhard
sømdargávur, virðislønir og
starvslønir. Tað vóru starvs
lønirnar til listafólk, ið blivu
kunngjørdar fyrst í vikuni,
og sømdargávur og ment
anarvirðislønir
landsins
fingu undirritaði og tveir av
okkara fremstu listamonnum
fyrr í ár.
Fyri tað fyrsta, so kennist
tað løgið at blíva lagdur undir
at vera orsøkin til, at fólk
kring landið pínast og gráta,
tí eg havi fingið heilar fýra
mánaðarlønir frá landinum.
Eg søkti um pengarnar fyri
at fáa møguleikan at skapa
tað, sum eg meti meg duga
best, nakað listarliga gev-
andi, ið vónandi gagnar
samfelagnum. Og ikki fyri at
skapa neyð og elendigheit.
Trúgv mær, eg meinti bara
gott við tí.
Fyri tað næsta, so kennist
tað løgið at vera lagdur undir
at fáa pengar fyri at sita
heima og gera einki. Tað er
nú ikki soleiðis, starvslønar
skipanin er meint at virka.
Eg kann sjálvandi ikki tala
fyri alla ta skapandi fjøldina,
men fyri mítt viðkomandi, so
haldi eg ikki, at eg havi sitið
og fingið pengar fyri einki.
Starvslønirnar, ið eg fekk
í fjør og fyrraárið, hava giv
ið mær fíggjarlig kor til at
arbeiða við leikritum, skapa
smærri verk, gera undir
vísingartilfar til føroyska
skúlaverkið og enntá fara
uttanlands at vinna Skopun
onkra altjóða virðisløn. Vónin
er eisini at fáa eina minni
filmsverkætlan í gongd á
Sandoynni í summar. Men
tann hugurin hevur líkasum
fingið ein lítlan smekk, nú
øll list brádliga skal eitast at
vera av tí ónda.
Mentanarvirðisløn land
sins, heiðursgávu til ungt
listafólk, var ikki nakað, eg
bað um, men ein upphædd,
sum eg bleiv kosin til at fáa.
Tað eri eg hjartaliga glaður
fyri og vil nýta høvið enn
einaferð at takka Menta
málaráðnum fyri.
Tað er margháttligt at
kenna seg noyddan at fara
út í miðlarnar at reinsa tað
av sær, at man hevur sitið
og fingið pengar fyri at einki
gera. Men tá tað verður sagt
av sjálvum tingsins røð
arapalli, má svarast aftur.
Ikki var tað meint at starvs
lønin skuldi følast sum silv
urpengarnir hjá Judasi. Og
fyri at siga tað heilt erligt, so
kennist tað heldur ikki so
leiðis.
Eg eri ómetaliga glaður
fyri virðislønina og tær fýra
mánaðarlønirnar, ið vóru
mær untar. Eg fegnist yvir
tað, ið eg havi skapt fyri
starvslønina og virðislønina,
og vónandi kunna onnur eis
ini fegnast um hetta sama.
Tað skal sigast, at avrikini
eru verk, ið ikki høvdu verið
møgulig at arbeitt við, við
síðuna av einum føstum
starvi. Arbeiðsnáðir skulu
til, og eg havi ikki fíggjarliga
bakgrund til at halda ólønta
feriu, at skapa hesi verkini.
Hví Gerhard Lognberg
hevur slíkan ampa av akkurát
stuðlinum til listafólk, skilji
eg ikki heilt. Tað eru so
nógvar stuðulskipanir í Før
oyum, og játtanin til Ment
anargrunn Landsins, er lut
falsliga lítil. Hóast breyðið
og ferðaseðilin um fjørðin
kostar tað sama hjá okkum
øllum
Gerhard átti heldur at
hugsað um alt tað góða, ið
listin ger fyri samfelagið,
bæði fyri tjóðina, men sanni
liga eisini á einum lokalum
støði.
Sjálvur eri eg útbúgvin
innan
filmshandverkið
í
Kabelvåg, sum er ein lítil
bygd í Noregi, ikki nógv størri
enn Skopun. Men at Kabel
våg hevur tikið listina til sín,
hevur gjørt lítlu útróðrar
bygdina til eitt tað fagrasta
mentanarumhvørvið í Noreg.
Bygdin hevur bæði listaskúla
og filmskúla, samstundis
sum hon dregur nógv fólki
til sín.
Tað er eingin loyna, at eitt
ríkt mentanarlív er gott fyri
umhvørvið á staðnum. Tað
gevur ungdóminum gott í
beinið og ríkar gerandisdagin
hjá íbúgvunum.
Nei, listin er ikki av tí
ónda. Men Gerhard skal hava
loyvi at hava sína meining
um tey, ið skapa hana. Men
tað kennist sera sárandi
og niðrandi, bæði fyri meg
og mína familju, at fáa so
keðilig orð um ein sjálvan,
borin fram fyri allari tjóðini
av tingsins røðarapalli.
Eg fari hvørki at biðja
Gerhard, ella Javnaðarflokkin
koma við eini umbering. Eg
skal heldur ikki biðja hann
grundgeva fyri, hví júst
mítt verk og yrki skal niður
gerast og kallast at »..søpla
almennan pening burtur!«
og »misbrúk av almennum
pengum«. Men tað hevði
verið upp á sítt pláss, um
Gerhard brúkti ein minni
háðandi, og meir virðiligan
tóna um sínar borgarar. Ser
liga tá hann talar frá landsins
hægstu tign.
At arbeiða við list er ikki
eitt fíggjarliga gevandi ar
beiðið. At summi unna mær
so illa tær krónurnar, ið eg
fái, er harmiligt. Men tað er
so tann luturin, ið eg nú eina
ferð havi valt, og hann vil eg
halda fast við í viðgangi og
mótgangi.
At enda, vil eg ynskja
teimum, ið nú hava fingið
starvsløn, hjartaliga tilukku.
Tað er tykkum væl unt.
Við vón um at mítt ar
beiðið gevur nakað til Før
oyar og ikki minst til Sand
oynna.
Fullkomuliga hol í høvdið
Dagfinnur Danbjørg
At Tekniski Skúli í Tórshavn
av
Mentamálaráðnum
er
kravt at spara 3,2 mill. kr.
við teirri fylgju, at m.a. 45
næm. færri verða tiknir inn
til SIT-Bil , SIT-Hár og SIT-
Byggitøkningar, 3 lærarar
verða uppsagdir og spart
verður upp á viðlíkahald má
sigast at vera fullkomuliga
hol í høvdið. Tí júst í kreppu
tíðum við arbeiðsloysi ræð
ur um at bjóða teimum ungu
útbúgvingar, í staðin fyri at
lata tey fara úr fólkaskúl
anum til onki, og at skapa og
varðveita arbeiðspláss m.a.
við viðlíkahaldsarbeiði.
At tílíkt kann koma fyri í
einum samfelaga, har tosað
verður í álvara um at lata
nøkrum fáum 100-tals mill.
kr. av felagsognini, meðan
aðrar 100-tals mill. kr. í mvg-
og skattaeftirstøðu eru frið
halgaðar, er ovboðið.