Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Línubátarnir eiga at fáa tillutaða toskakvotuna á Flemmish Cap Tað er ein­asta rætta, eftir míni meining, og somu áskoð­ an høvdu fleiri, tá hesin spurningurin varð við­ gjørdur í Løgtinginum í farnu viku. Hetta er heldur ikki meira enn rætt og rímuligt, tá tað vóru línubátarnir, sum gjøg­ num áratíggju, ár eftir ár, útvegaðu okkum hesi søguligu fiskirættindi á Flemmish Cap. Føroyska sam­ felagið er vinnarin At lata línubátunum fáa toskakvotuna uppá 2.200 tons á Flemmish Cap við teirri treyt, at fiskurin skal um føroyskan bryggju­kant, verður til gagns fyri alt tað før­ oyska samfelagið. Línuskipini fáa eitt fíggjarligt íkast til rakstur og lønir til manningina, umframt at tey hesa tíð­ ina, tey eru á Flemmish Cap, ikki troyta teir før­ oysku fiskigrunnarnar. Fáa línuskipini kvotuna á Flemmish Cap, ivist eg ikki í, at vit fara at fáa eina útskifting av verandi gomlu línuskipum til frysti­línuskip, ið verður við til at flyta fiski­skapin og fiskafram­leiðslu long­ ur fram á leið. Tað verð­ur gagnligt, bæði fyri dygd­ ina á fiskinum og fiska­ framleiðslu á landi. Føroysku fiskavirkini, ið mangla rávøru fáa at­ gongd til hesi 2.200 tons­ ini av toski, sum vil gera arbeiðið á virkjunum meira støðugt og ávirka rakstrar­úrslitð positivt. Arbeiðsfólkini á fiskav­irkjunum fáa eitt meira støðugt arbeiði, og møguliga koma fleiri fólk í arbeiði, við tað at henda toskakvotan gevur einum 20-25 fólkum støðugt ar­ beiði alt árið. Hetta fer eisini í ávísan mun at koma verkstøðum, handl­ um og øðrum tænastu­ vinnum til góða. Somuleiðis hevði tað økt um útflutningin við tað, at vit koma at tilvirka toskin til ta søluvøruna, sum hevur besta prísin á heimsmarknaðinum, tað veri seg flak, saltfisk v.m., og hetta er gagnligt fyri allar partar, tí vit skulu hava so nógvar krón­ ur fyri hvørt kilo sum gjørligt. Hvør missur so av at línubátanir fáa toska­ kvotuna á Flemmish Cap? Jú tað eru flakatrola- rarnir, sum hava fiskað kvotuna seinastu árini, men eg meti, at hesir tola at vera toska-kvotuna á Flemmish Cap fyri uttan, við tað at teir hava fingið økta toskakvotu í Barents-havninum, sum vit hava gjørt avtalu um við Rusland. Afturfyri fáa russar 50.000 tons av svartkjafti og 13.500 av makreli. Harumframt hava hesir bátarnir konga­ fiskakvotu í Irm­ingar­ havinum, og væntandi loyvi til at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Endamálið við at til­ luta línubátunum kvot­ una á Flemmish Cap er, at tað samlaða før­ oyska samfelagið, tað veri seg eigarar, skip, skips­manningar, fiska­ virkir, arbeiðsfólk á fiska­ virkjum, tilknýttar vinnur á landi, umframt lands-, og kommunukassar, skulu fáa ein størri vinning burtur úr hvørjum kilo av okkara kvotu/tilfeingi enn higartil. Línubátarnir eiga at fáa til­lut­ að toska­kvotuna á Flemmish Cap Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Ósolidariska fylgið Brandur Sandoy Løgtingslimur, og borgarstjóri á Sandi Nú hava borgarstjórarnir norðanvert norðoyatunnilin, og vestanvert vágatunnilin verið úti við yvirlýsing um, at teirra fólk ikki skulu verða við at gjalda framtíðar íløg­ ur í samferðslukervið í Før­ oyum. Hetta er mest ósolidariska útmelding, ið eg havi sæð í mínar dagar. Eitt varð, at lagt upp til at man finnur útav ein­um fíggingarleisti fyri alla fram­ tíðarfígging av sam­ferðslu­ kervinum, men beinleiðis at melda út at tey ikki ynskja at taka lut í fíggingini framyvir, er snøgt sagt at melda seg úr samfelagnum, nú tey hava fingið teirra. Um so er, at tit ið nú fáa ágóðarnar av íløgunum, ið eru gjørdir fyri mínar skatta­ pengar ynskja, at tit skulu ferðast ókeypis gjøgnum okk­ara tunlar, so er tað eitt krav at vit sum noyðast í skip okkara enn, somuleiðis ferðast ókeypis. Tað hevur onki uppá seg at finna eina loysn, sum letur upp fyri “ókeypis” ferðslu, bæði ígjøgnum undir­sjóvar­ tunlar og við skipi, og sum samstundis leggur byrðuna yvir á allar herðar landsins. Vinnumálaráðharrin Jó­han Dahl kann seta veg­ skattin upp, soleiðis at gjaldið dekkar útreiðslurnar. Á henda hátt høvdu øll í Føroyum goldið fyri infrakervið, bæði hjá fólki í miðøkinum og úr útjaðaranum. Meiri saman­ sett er tað ikki enn so. Hetta hevði eisini gjørt, at lættari varð at farið und­ir útbyggingar á sam­ferðslu­ økinum. Eg vóni at vit innan stutta tíð finna fram til ein leist, sum javnstillar allar borgarar landsins á samferðsluøkinum, tí tað verður ikki við mínari atkvøðu at summi skulu gjalda, meðan onnur ferðast ókeypis, lyfti ella ikki. Tekniski skúli í Klaksvík Gunvør Balle Í síðstu viku var 1. viðgerð av málinum um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík. Í lógaruppskotinum liggur í kortinum, at Løgtingið íalt játtar 36 milliónir komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík. Ongin skal ivast í, at eg eri heit talskvinna fyri at styrkja útbúgvingar og økja um útbúgvingartilboðini í Før­oyum. Men tá vit víðka og styrkja okkara útbúgv­ ingar má tað gerast rætt og við skili. Tí tað skerst ikki burtur, at her er talan um klassiskt dømi um hvussu ofta verður arbeitt politiskt: Vit seta pengar av - ár eftir ár - í hesum føri til Tekniska skúla í Klaksvík, uttan nakrantíð at gera tað grundleggjandi arbeiði. Vit mangla heildarætlanina um innihald og hugsa fyrst og fremst um bygningar og at tað skapar byggivirksemi og arbeiðspláss. Vit mugu fyrst arbeiða yvirskipað: Hvørjar útbúgv­ ingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu út­ búgvingarnar. Við komandi mið­náms- og tekniska depli­ num í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Her skal støða takast til um tað er nóg mikið við einum depli í Norðurøkinum, sum umfatar Kambsdal og Klaksvík? Ella skal ein depil eisini vera í Suðuroy? Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika. Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viður­ skiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat. Her gera vit beint øvugt: Landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at játta 36 mió kom­andi árini at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Stóri spurningurin, ið eg sum løgtingsfólk siti við er: Til hvat? - Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Men hetta er als ikki viðgjørt yvirskipað. Vit eru so slettikki liðug við kjaki um maritimar út­ búgvingar og hvar tær skulu vera. Og hvørjar mat­vøru­ útbúgvingar tosa vit um her? Her liggur onki gjøg­ num­arbeitt álit til grund, bara leysir tankar og ynskir frá lands­stýris­manninum um at fáa ein stóran skúla til sítt øki. Í viðmerkingunum til lógar­uppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táver­ andi landsstýris- kvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið   í Klaks­ vík, og at henda verður sam­ skipað við eina ætlan fyri Eysturoy.” Hetta er júst kjarnin í málinum og sera skilagott orðað. Eg gangi fult inn fyri at ein góður og sterkur út­ búgv­ingar­depil verður skip­ aður í Klaksvík, tí hesum er tað veruliga tørvur á, og ein slíkur  eigur sjálvsagt at samskipast við Eysturoy. Tí vóni eg at landsstýrismaðurin tekur til eftirtektar tað sum eitt samt ting ráddi honum til, nevniliga at lata umsiting sína arbeiða við eini heildarætlan fyri úbtúgvingarøkið Klaksvík/ Eysturoy og lata Løgtingið fáa hetta at viðgera, áðrenn avgerð verður tikin um at seta pening av til víðari útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.