Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mentunarfjósið Mentunarbóndin hjúklar um sínar kýr, Ár um ár verða tær mettaðar, so tær kunna geva honum mentunarmjólkina, sum hann so altráður bíðar eftir. Ár um ár, fær hann tær at gýta. Ár um ár somu kýr í flórin skíta. Fullar av mentunarhoyggji og kraftfóðri, standa tær og jótra. Vita væl av at hann stendur klárur við næstu mettuni, bara tær hyggja uppúr, tá síðsta mettan er súr. Mentunarbóndin hjúklar um sínar kýr - so væl at básarnir skjótt hoykna niður og kýrnar skræðna av vælvild, mettar. Tær vóru fyri nógvum árum síðan, á básin settar. Nú er bara eftur at tær verða flettar,, so mentunarbóndin fær - tikið sær síðstu mjólkadroparnar í koppar, kroyst teirra feitu kroppar og kóka sær eina feita suppu av teirra beinum. Og tá eftur er skinnið bera, kanska fer hann at skera, teirra navn í útspenta skinnið. Tástani hyggur, mentunarbóndin feiti, eftur kúnni, hann gloymdi á beiti. Hon hevur í nógv ár bert eti mold og er skitin og kløn uppá hold. Mjólkin er slept og eyguni stór, men enn dugur hon eisini, at skíta í flór. VÀL feb. 2012 Fólkvald ella pengaglað? Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðislesandi Ferðastuðulin til tey fólka­ valdu verður viðgjørdur á Løg­tingi í hesum døgum. Nógv er tosa og nógvir eiðir, eru nokk eisini havdir á lofti. Upp á tíðina siga flest øll, men bíða nú, hvussu er kjakið á tingið? Skjótt fór kjakið yvir í lønina hjá teimum fólka­ valdu. Barður Nielsen segði, at man fær tað, sum man betalir fyri. Hvussu skal hetta skiljast? Er støðan í land­inum so gysilig tí at løg­ tings- og landstýrissfólk fáa so lítið í løn? Rodmundur Nielsen hevði at “smørholinum” Tórshavn. Bill Jusitinussen brúkti orð sum øvundsjúka um upp­ skotstillaran. Segði at talan var ikki um ferðastuðul, men kostnaðarendurgjald. Ok? Og hvat so, tað er framvegis at halda vanliga borgaran fyri stóra rukku at tey fólkavaldu skulu fáa 5-10 ferðir so nógv í ferðastuðul........, orsaka kostn­aðarendurg jaldið eitur tað. Hevði gjarna vilja sæð kvittanir fyri bensin ella diesel, sum kostnaðar­ endurgjaldið skal eitast at vera fyri. Helgi Abrahamsen roynir at sláa tað upp í glens, at vit taka frá vinstra lumma og koyra í høgri, fyri síðani at gera akkurát tað øvugta enn einaferð. Sá enntá at onkur tók vaski­klæðini hjá tingfólkum í Tórshavn við upp í kjakið. Og eg sum helt at tað skuldi kjakast fakliga og sakliga í Løgtinginum. Lønin Nú hevur Bárður Nielsen verði fíggjarstjóri. So átti hann at vita, at flestu ar­ beiðs­sátt­málar hava lønar­ stigar. Um vit fylgja hans­ ara tankagongd, er tað uppá tíðina at vit innføra lønar­ stigar. Latum okkum vera erlig her, nýggju tingfólkini siga tað eisini javnan, tey eru óroynd. Hví skulu so óroynd fáa somu løn, sum tey royndu? Vit fáa jú tað sum vit gjalda fyri. Ein møguleiki hevði verið at lønt eftir hvussu nógv valskeið tey fólkavaldu høvdu sitið. So fingu tey løn eftir royndum. Og so fingu vit eisini tað vit gjalda fyri. At vera fólkavaldur er sjálvandi eitt tignarstarv og skal lønast hareftir, men tað hevði verið eitt hugskot at fylgt tankanum hjá Bárði Nielsen. Soleiðis arbeiðir arbeiðsmarknaðurin, so hví ikki Løgtingið? Fólkavald ella starv? Men eitt vil eg aldrin trúgva tá eg hoyri tað, og tíanverri havi eg hoyrt tað alt ov ofta, og aftur hesuferð. Um lønin er ikki nóg góð, aftra fólk seg við at stilla upp! Og eg sum helt at man stillaði upp í politikki fyri at frambera sína politisku hug­ sjónir! Men kanska hug­sjón­ irnar ikki røkka longur enn til matarlepan hjá summum. Um løn skal vera drív­megin, so hava hesi vælsignaðu ella annað fólkavaldu dyggiliga misskilt okkurt. Einasta treyt fyri at koma á ting, er at vera fólkavaldur. Tað er einki krav at ein hevur lisið hasar bøkurnar, tikið hasa útbúgvingina ella havt tað starvið. Løgtingsfólk skulu umboða okkum og fram­bera okkara hugsjónir. Sjálv­andi skulu tey hava løn, men tann dagin tey siga at lønin er avgerandi, so hava tey so dyggiliga mis­ skilt okkurt, og best var at tey trektu seg aftur, og tað beinavegin! Vit borgara vilja hava tráan eftir politiskum hugsjónum, ikki tráan eftir pengum! Aftur til ferðastuðulin Tað tykjist fyri mær, sum at tingfólk ikki skilja øðina og frustratioinina hjá okku­m deyðligu borgarum. Tað er ikki ein spurningur um øvund­sjúku. Ikki ein spurn­ ingur um Tórshavn kontra bygd. Hetta er altso ein spurningur um fúlt órætt­ vísi. Tey, sum hava langa leið til arbeiðis, kunnu søkja um ferðastuðul. Tingfólk fáa óansæð, hvørt tey vilja tað ella ei, 5-10 ferðir so stóran ferðastuðul. Og lágmarkið fyri okkum vanligu varð broytt í 2010. Kostnaðarendurgjaldið verður prístalsregulerða á hvørjum árið. Vit vilja bara at ting­fólk taka seg saman og eisini hjálpa til her í sam­felag­ num. Við avtøku av ferða­ stuðulinum kann sparast 3-4 millionir. Vilja tit tingfólk ikki spara ella hvat? Ella eru tit bara meira líka enn vit onnur? Vil enda við orðinum hjá Bill Jusitinussen, einum mótstøðumanni fyri avtøku av ferðastuðulinum, og ein­ um sokallaðum verja fyri tey veiku í samfelagnum. Bill Jusitinussen í 2010 um lækkanina av ferðastuðulin til vanliga borgaran: “Eitt land við visjónum hevði uttan iva hækkað hesa játtan sum eitt lið í einum kreppupakka, men slík­ar hava vit tíverri ikki í Før­ oyum.” Áheitan frá Autismufelagnum Jørmund Foldbo, formaður Vegna autismufelagið Seinastu tíðina hava vit verið vitni til eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum mill­ um Pedagogfelagið og teirra arbeiðsgevarar. Vit kunnu óivað vera samd um, at verkfallið serliga gekk út yvir veikastu borgararnar í landinum, nevniliga børn­ ini og fólk við skerdum før­ leikum. Tað eru tvinni viður­ skifti, ið vit serliga hava heft okkum við, hóast annað eisini kundi verið nevnt. Tað fyrra er rætturin til undirvísing. Her hava vit sæð, at bara børn við ser­ ligum avbjóðingum hava fing­ið avmarkaða ella onga skúlagongd undir verk­fall­in­ um, hóast skúlin skuldi verið tann sami fyri øll – óansæð før­leikar. Hetta harmar okk­ um almikið. Tað seinna er rætturin at fáa húsfrið í egnum heimi. Her vóru vit vitni til, at fólk skuldu flytast út úr sínum egna heimi á annan stað at búgva. Neyvan hevði nakar av okkum sokallaðu normalu góðtikið eina slíka viðferð. Tí er okkara áheitan á mynd­ugleikarnar henda: 1. Lat okkum tryggja øllum borgarum sama rætt til undir­vísing – eisini tá verk­ fall er. 2. Lat heimið hjá fólki við serligum avbjóðingum, t.d. autismu, vera eitt gott stað at vera - eisini meðan verkfall er. Vegna plásstrot er nógv kjaktilfar ikki komið í blaðið. Men tað kann lesast undir »Viðmerkingar« á heimasíðu okkara www.sosialurin.fo