mikudagur 29. februar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Henda søgan byrjar við, at Elsebeth
Magnusdatter av Toftum og Poul
Joensen í Syðrugøtu giftust í 1790.
Tey fingu fimm børn, ið komu til –
tríggjar synir og tvær døtur.
Peder Poulsen, nevndur Pætur,
oldurabbi, var elstur. Hann var
føddur 1794 og doyði í 1839 – 45 ára
gamal. Hann hevði konu av Blank
skála – Barbaru Simonsdatter. Tey
fingu fýra børn – ein son og tríggjar
døtur. Tað er tó ikki frá hesi Barbaru
ættarnavnið stavar. Ein onnur
Barbara hevur verið undan hesari.
Av teirra fýra børnum var lang
omma, Elsebeth Pedersdatter, fødd
1824, elst. Hon giftist við Johannes
Mikael Mikkelsen, Havna Jóannis,
langabba, ættaður úr Havn. Tá
hann 7 ára gamal misti pápan, fór
hann til Fuglafjarðar til ommu sína,
sum var bóndakona í Heimistovu,
og hann vaks upp har. Beiggin var
Poul Pedersen, Pól í Barbustovu,
f. 1826. Hann var giftur við Onnu
Jacobsdatter
úr
Blásastovu
í
Norðragøtu. Hinar báðar systrarnar
giftust norður til Gjáar. Súsanna Fr.
Pedersdatter, fødd 1833, giftist við
Jógvan í Blásastovu. Elsebeth Elena
Pedersdatter, fødd 1835, giftist við
Klæmint Joensen í Nýggjustovu.
Mátti taka ábyrgd av
heimi bert 11 ára gamal
Elspa í Barbustovu og Havna Jó
annis giftust í Nes kirkju 28. juni
1859 og búsettust í Syðrugøtu. Abbi,
Petur Pauli í Barbustovu, var elstur
av teirra fimm børnum. Tá ið hann
bara 11 ára gamal misti pápan, mátti
hann saman við mammuni taka
við ábyrgd av heimi og smærri
systkjunum. Hetta hevur ikki verið
lætt hjá honum. Álvarsemi, ábyrgd
og nøgdsemi eyðkendi hann alt lívið.
Hann var ógvuliga arbeiðssamur
og hevði stórar likamligar kreftir.
Eisini var hann sera røkin í øllum,
hann hevði um hendur.
Tá í tíðini var eingin Almanna
stova at fara til. Vit fáa eitt lítið
innlit í, hvussu hart tað hevur verið
at missa forsyrgjaran frá fimm smá
børnum. Mamma hansara tøtti fyri
triðing. Tað vil siga, at hon fekk tógv
frá bóndum. Tá ið langomma hevði
bundið tríggjar skipstroyggjur, átti
hon ta einu, sum hon kundi keypa
tað mest neyðturviliga fyri.
Fyri at spara lýsið í kolini,
plagdi hon at baka drýl, tá ið myrkt
var blivið. Tá brúkti hon ljósið frá
grúgvuni til at binda við. Eisini
hjálpti mánalýsið, sum kom niður
ígjøgnum lítla gluggan í tekjuni.
Um morgnarnar plagdi ein
drýlabiti at liggja klárur til hvønn
teirra. Men sum abbi plagdi at siga:
“Tá ið Harrin leggur sína signing til,
lagar alt seg til tað besta”.
Bað um navnið í dreymi
Um navnið Petur Pauli er at siga:
Ætlanin var, um hetta bleiv ein
drongur, at hann skuldi eita Pætur
eftir abbanum í Barbustovu. Meðan
Elspa, mamma hansara, gongur og
bíðar, og tíðin nærkast, at hon skal
føða, kemur ein maður til hennara
í dreymi. Hann spyr, um hann ikki
kann fáa navnið á dronginum, sum
hon fer at fáa. Hetta hendi tvær
ferðir. Hon var undarliga við, tí hon
kendi ikki mannin. Triðju ferð hann
kemur, er ein kona við honum, hon
nevndist Greta inni í Oyri. Hon
sigur: “Elspa, kennir tú ikki Pól á
Látrinum?” Hon kendi hann ikki, tó
at hann var ommubeiggi langabba.
Soleiðis bar tað á, at abbi kom at
eita Petur Pauli.
Pól á Látrinum var deyður nøkur
ár framman undan. Hann fostraði
Poul, beiggja Havna-Jóannis upp.
Pól var bara 3 ár, tá ið pápin doyði.
Hann bleiv verandi á Eiði, festi búgv
har, og var nevndur Havna-Pól, og
er nógv ætt eftir hann.
Brøðurnir áttu eina systir, Anna.
Hon bleiv fødd ein mánað aftaná, at
pápin doyði. Hon bleiv verandi hjá
mammuni, sum breyðføddi tær við
ymsum hondarbeiði.
Húsini í Barbustovu
Húsini hjá ommu og abba minnist
eg soleiðis: Lítil durur, haðani ein
hurð gekk beint inn í roykstovuna.
Við síðuna var hurð, sum gekk inn
í eitt rúm, har borð og vask var.
Gólvið her var lagt við hellum og
sá vakurt út. Nær vatnið er innlagt
veit eg ikki at siga. Nøkur ár hava
omma og abbi havt moldgólv í
roykstovuni, men so bleiv trægólv
lagt á. Tað var evnað til úr einum
ógvuliga stórum viðabuli, sum
abbi hevði funnið ein dag, hann
var á floti og hevði sleipað til lands.
Húsini høvdu, sum vanligt var tá,
koyggjureising, so við tann veggin
vóru koyggjur, og beinkir vóru fram
við hinum veggjunum. Men inn
ímóti skilavegginum til stovuna
stóð komfýrur mitt fyri, og við
síðuna av var torvbrík. Í rúmligu
stovuni var vindeyga við hvítum
gardinum og heklaðari blondu og
song við hvítum seingjarteppi við
frynsum.
Í stovuni var borð, og stólarnir,
sum stóðu runt borðið, vóru ógvu
liga vakrir. Setrið var ljósari enn baki
og smá hol vóru í tí runda setrinum.
Absalon á Skála, ommubeiggi,
hevði keypt teir í Onglandi. Har var
bíleggaraovnur. Klokka við loddum
og rósinmálaðari skivu hekk á
vegginum. Undir loftinum hekk
vøkur lampa, sum omma hevði
arvað av Dunganum. Í sambandi
við koyggjureisingina var kovi, har
hurðin var frá stovuni. Eitt seingjar
pláss, haldi eg, var afturat í stovuni,
antin koyggja ella forhang fyri.
Borðið í roykstovuni kundi sláast
upp á veggin, tá ið tað ikki bleiv
brúkt. Kúgvin stóð í kjallaranum,
har var jarðarmunur, so eg haldi
ikki, at tað var fullur kjallari.
Abbi bar 680 pund
Abbi var serliga kendur fyri sína
styrki og likamsevni. Tá ið hann
bygdi sær húsini, bar hann ein
stein úr Norðaru Á, og var hann við
í laðingini í vegginum. Tá ið húsini
blivu niðurtikin, varðveittu eftir
komararnir hendan steinin. Hann
vigar 680 pund og sæst uttan fyri
hjá abbasoninum Dánjal Paula
Dalbø. Steinurin liggur har sum
eitt hav og sigur sína tigandi søgu
um sterkar menn og roysnisbrøgd í
teirra dagligu tilveru. Ikki fyri at fáa
rós ella heiðursmerki, men tí teirra
kargi gerandisdagur kravdi tað.
Kendi munin millum
títt og mítt
Abbi var ógvuliga greiður í hesum,
hvat er mítt og hvat er títt. Tað
hendi, tá ið teir settu línu, at onkur
kom og setti línuna niður yvir teir.
Um so hendan línan stóð, tá ið
teir drógu aftur, og onkur fiskur
loysnaði á fremmandu línuni, tók
abbi sær ikki fiskin, nei, hann tók
og krøkti hann betur uppá og slepti
so niður aftur.
Abbi var hjálpsamur og boð
vóru send eftir honum, tá ið nakað
var áfatt í bygdini. Hann vandaði
sær væl um matin. Tað var ikki
lukkuligt, tá ið vit ótu turran
fisk, um vit tveittu skræðuna og
ikki høvdu etið alt, sum var úti í
uggunum. Maturin var ein Guds
gáva!
Av tí, at pápi hansara átti bát
Heilsan til Naenu á 85 ára degnum:
Barbustova í Syðrugøtu
At Naena Danielsen er eitt fróðarfólk er longu komið fram í hennara íkøst í røðini um Hensiu
Jacobsen, har Naena greiðir frá síni ommuætt á Dunga, sum Hensia giftist inn í. Hon hevur
eisini annars mangan dugnað Miðvikuni eins og hon dugnaði FF-blaðnum í síni tíð.
Naena verður 85 ár tann 5. mars. Sum eina serliga heilsu til Naenu verður í hesi Miðviku
prentað part av hennara frásøgn um abbaættina í Barbustovu í Syðrugøtu.
Naena er eitt fróðarfólk. Vit eru mong, sum ynskja henni tillukku
við teimum 85 árunum, sum ikki merkjast á henni. Skipsklokkan
er av fyrsta "Hvítanesi", har Sigurd, maður Naenu, var
ein av eigarunum
Í hesum túni lá Barbustova. Húsini vinstrumegin eru tey hjá Jákup Andreas
hjá Mikkjali í Barbustovu. Húsini høgrumegin er fyri oman Oyruna