Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 saman við Skála-Hanusi, sum búði í Syðrugøtu, gjørdi hesin av, at abbi skuldi fáa sessin á báti, sum faðir hansara hevði havt, hóast hann bert var 11 ára gamal. Sostatt kundi abbi hjálpa til við húsarhaldinum. Hetta má hava komið væl við. Tá ið abbi var tilkomin fekk hann lønt Skála- Hanusi aftur, við at lata Líggjasi á Fløttinum, sum var einasti sonur og yngstur av hansara børnunum, fáa pláss á bátinum. Líggjas var rættiliga ungur, tá ið pápin doyði. Abbi bleiv av bestu útróðrar­ monn­um. Hann var skilamaður á sjógvi og bátsformaður, tá ið teir um heystið róðu við seksmannafari og um várið við áttamannafari. Abbi var í mong ár til lands í Íslandi, men hann var bara ein túr til skips við slupp. Skipari tá var versonur hansara, Sámal Jákup við Gil í Norðragøtu. Sagt verður, at abbi var bestur at fiska. Tá ið tað ikki var farandi á sjógvin, velti hann og fekk heiðurstekin fyri vakurt velta bøin. Abbi var ógvuliga gudrøkin mað­ ur. Hansara stólur í Gøtu kirkju stóð sjáldan tómur, og tað skuldi vera góð grund fyri tí, um abbi ikki sat har, tá ið gudstænastan byrjaði. Onkur her í Havn, sum kendi til ættina, hevur sagt mær, at allir teir gomlu vóru avhaldsmenn og sambandsmenn, og soleiðis var eisini við teimum gomlu í Gøtu. Børnini hjá Onnu Katrinu á Dunganum og Petur Paula í Barbustovu Elspa Johanna, gift til Mikladalar við Hans í Nornastovu. Poul Amaliel, giftur við Perlinu Højgaard, ættað úr Rituvík. For­eldr­ ini hjá Naenu. Bergitta, gift við Sámal Jákup Thomsen, í Norðragøtu. Mikal, giftur við Ingu av Toft­ um. Berlin, giftur við Hansinu í Súna­stovu úr Norðragøtu. Búðu á Skála. Emil, giftist til Klaksvíkar við Davidu. Sanna, giftist til Klaksvíkar við Petur á Hædd  Mikkjal abbabeiggi Abbi og bróður hansara, Mikkjal í Barbustovu, bygdu sær hús nærindis gomlu Barbustovuhúsinum, mið­ skeiðis í Syðrugøtu. Abbi bygdi fyrst. Tá ið so Mikkjal er farin undir at byggja, hevur hann hjálpt beiggjanum at laga grundina. Mikkjal abbabeiggi fekk sær konu úr Kúluni á Toftum, Katrinu Olsen. Tey fingu børnini: Elsebeth (Elspa), giftist við Marius Olsen av Húsum. Tey bú­ sett­ust har, men fluttu seinni til Havn­ar. Jóhannes, giftist við Petru Woll­ es úr Leirvík og búsettust í Syðru­ gøtu. Hansina, giftist við Marius Frede­rik Joensen úr Kolla­firði. Tey bú­settust har. Michael Peter, giftist við Annu Margrethu Matras av Norðoyri. Tey búsettust í Klaksvík. Jóhanna, var ógift. Jákup Andrias , giftist við Mariu Solmunde (Miu). Hon var einkja eftir Sofus Solmunde, sum fórst við “Immanuel”. Tey blivu búgvandi í Syðrugøtu. Elisabeth (Betta), giftist við Sámal á Bergi úr Klaksvík. Tey búsettust har. Tað var bara tún ímillum húsini hjá abba og Mikkjal. Sjey børn vóru í hvørjum húsi og ógvuliga góð viðurskifti vóru millum húsini. Tey runnu inn hjá hvørjum øðrum og spældu saman. Tað var sum eitt hús. Hetta tætta vinsemi bant tey saman alt lívið. Mikkjal við tí lætta lyndinum. Abbi var hin avgjørdi og álvarsligi maðurin, meðan Mikkjal hevði eitt lættari lyndi og var altíð eitt stórt smíl. Vit børn vóru góð við hann. Beiggjarnir vóru gudrøknir menn. Sum stórur smádrongur plagdi Palli beiggi at seta sildagørn við abba og Mikkjali. Tá ið liðugt var at seta, og teir sleptu kíkin, plagdu teir at siga okkurt sum: “Jesus verið við okkum” ella “Jesus signi okkum”. Hetta gjørdu teir hvørja ferð. Nógv av Barbustovufólkunum høvdu góðar hendur, og snøgt var tað, tey fingust við. Skal eg nevna nakran ávísan í sambandi við húskið hjá Mikkjal abbabeiggja – tað kundi verið fleiri – so fari eg at umrøða Jóhannes hjá Mikkjali. Hann var maskinmeistari í turki­ húsinum í Syðrugøtu, alt eg minnist. Hann var arbeiðsformaður og um­ sjónarmaður. Jóhannes dugdi alt. Primussurin spældi stóra rollu í hvørjum húsi. Riggaði hann ikki, sum hann skuldi, vóru tað nokk fleiri, sum fóru til Jóhannes við honum at fáa hann afturgjørdan. Tá vóru ongar plastikvørur. Føtini vóru úr leiri og fleiri, ið høvdu verið so óheppin at bróta eitt fat, fóru til Jóhannes at biðja hann um at stifta tað saman aftur. Jóhannes kláraði alt. Jóhanna hevði eisini góðar hendur. Hon starvaðist sum seymi­ kona. Tann, sum eg hevði mest sam­ skifti við, var Betta. Eg haldi, at henni hugnaði so væl í Havn. Tá ið Sámal var til skips, plagdi hon at koma onkrar túrar suður til okkara. Eg kundi trygt fara burtur nakrar dagar at ferðast, tá ið Betta var eftir í húsinum, og okkara børn vóru ógvuliga góð við hana. Allir tríggir brøðurnir, abbi, Mikkjal og Jógvan áttu bát sam­ an við Jákup og Petur Jakku, ommu­beiggjunum á Dunganum, og Jógvani og Líggjas á Mýruni og Petur Jakku hjá Nellu. Hetta var áttamannafar sum æt “Hav­ frúgvin”, ið mest varð brúkt til norðurhavsróður um várið og til grindaróður. Teir tríggir brøðurnir áttu eisini eitt seksmannafar, “Delfinin”, sam­ an við ommubeiggjunum og Líggjas á Fløttinum. “Delfinin” bleiv mest brúkt til útróður um heysti. Mikkjal abbabeiggi og Kathrina fluttu til Kollafjarðar, til dóttrina Hansinu, tá ið tey blivu gomul og doyðu út haðani. Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Í komandi parti verða hugleiðingar um skipslívið í gomlum døgum hjá tí 94 ára gamla Johan Hansen, ættaður úr Kollafirði. Frásøgnin hjá Hensiu kemur aftur 21. mars. Anna Katrina og Petur Pauli í Barbustovu. Petur Pauli doyði av meslingum, hann fekk aftaná meslingagrindini í Gøtu í 1935 Syðrugøtu 1912-14. Tjaldur hjá DFDS liggur á Gøtuvík Katrina og Mikkjal i Barbustovu Gamlir syðrugøtumenn. V.f. Mikkjal og Petur Pauli Mikkelsen, Hendrik Husgaard, Mýru Jógvan og Líggjas Huus