Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Føroyska landsliðið spældi í gjár­ kvøldið venjingardyst í sambandi við venjingarleguna í La Manga í Spania. Dysturin var ímóti Real Murcia úr næstbestu sponsku deild­ini, og endaði dysturin við mál­ leysum javnleiki. Vit frætta av heimasíðuni hjá Fót­bóltssambandi Føroya, at tað sást, at landsliðið framvegis ikki er serliga væl samanspælt, men hinvegin at tað var naskari í mál­ royndunum enn Real Murcia. Heima­síðan framhevjar serliga Jákup á Borg og Klæmint A. Olsen sum tveir av dagsins monnum. Hósdagin kl.11 føroyska tíð spælir føroyska landsliðið ímóti La Union úr triðbestu sponsku deildini. Føroyska liðið ímóti Real Murcia: Jákup Mikkelsen - Jónas T. Næs (Jóhan T. Davidsen), Odmar Færø (Jústinus R. Hansen), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen (Hanus Jacobsen) - Hjalgrím Elttør (Sølvi Vatnhamar), Atli Danielsen, Jákup á Borg (Hallur Hansson), Pætur Dam Jacobsen, Bogi Løkin - Klæmint A. Olsen (Kristoffur Jakobsen) Kristian Joensen, Rene Tórgarð, Erling Jacobsen og Daniel Udsen komu ikki á vøllin. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Tað er tó ikki púra vist, tí nú sigur framherjin sjálvur, at tað er áhugi fyri honum frá øðrum feløgum, og við Ekstra­ blaðið sigur hann, at tað ikki er óhugsandi at skifta til russ­ iskan fótbólt. – Tað eru nógvir góðir spæl­ arar, sum fara til Russlands. Nógvir spælarar, sum áður ikki høvdu gjørt tað, sigur Nicklas Bendtner við blaðið. Hann sigur at enda í sam­ røðuni, at áðrenn hann avger at fara aftur til Arsenal, fer hann eisini at hyggja at øðrum møgu­leikum. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Argentinski framherjin hjá Manchester City, Carlos Tevez, var í gjárkvøldið loksins aftur á vøllinum, eftir at hann í stórari ósemju við felagið hevur hildið seg fullkomiliga burtur. Miseydnaðar samráðingar í øðr­um feløgum hava ført við sær, at hann einki annað val hevur enn at spæla fyri Man­ chester City, har hann hevur sátt­mála. Í gjárkvøldið spældi hann so sín fyrsta dyst aftur í ljósabláu troyggjuni. Tað gjørdi hann við eykaliðnum hjá Manchester City, tá ið hann spældi fyrra hálvleik av dystinum ímóti Preston. Nógv var gjørt burtur­ úr, at Carlos Tevez var við. Eitt nú bleiv dysturin fram­ skundaður, fluttur til betri vøll og spældur handan læstar dyr – alt vegna Carlos Tevez. Hjálparvenjarin hjá Man­ chester City, David Platt, sigur í samrøðu við Daily Mail, at tað er hugsandi, at Carlos Tevez aftur er at síggja á besta lið­ num, tá ið teir møta Swansea 11. mars. albinus@sosialurin.fo Tevez aftur á vøllinum Fótbóltur Carlos Tevez spældi týskvøldið við eykaliðnum hjá Manchester City, og tað er væl hugsandi, at hann ger comeback á besta liðnum í næstum Bendtner um­ hugsar framtíðina Fótbóltur Danski landsliðs­ fram­herjin í Arsenal, Nicklas Bendtner, sum í løtuni er útleigaður til Sunderland, skal eftir ætlan venda aftur til Arsenal í summar Landsliðið fekk javnt í Spania Fótbóltur Føroyska landsliðið spældi týskvøldið javnt 0-0 ímóti Real Murcia á venjingarleguni í La Manga Landsliðið á la manga Real Murcia spælir í næstbestu sponsku deild­ini Mynd: realmurcia.es Ítróttarøki á La Manga