Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. februar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 29. februar 2012 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tað var Havnar Fimleikarfelag, sum hevði nógv flestar lut­tak­ arar við, og eisini endaði við at strúka avstað við øllum gull­merkjunum og so at siga øllum heiðursmerkjunum. Á kvinnu­síðuni varð kappast í gólv og forskotnari barr, með­ an manssíðan kappaðist í lopi, ringum og rekk. Serliga Hannes Agnarsson í smádreingjum gjørdi bart og vann allar kappingarnar, hann luttók í. Tað sama gjørdi Katrin Wardum hjá kvinnunum. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Hondbóltssamband Føroya er í dýrari neyð hvat dómarum viðvíkur, og er støðan somikið álvarslig í løt­ uni, at kappingarskráin verður løgd so hvørt alt eftir hvørjir dómarar eru tøkir. Hetta kemst av teirri orsøk, at dómararnir eru ov fáir í tali – so fáir, at eitt fult umfar ikki kann avgreiðast eina og sama dag. Nú ætlar Hondbóltssamband Føroya at gera nakað við trupul­ leikan. Saman við Dómarafelagnum fer sambandið nú í samstarv við ein danskan dómaraserfrøðing. Hevur royndirnar Talan er um Johnny Tauman, sum er dómaraeygleiðari, men eisini hevur egna fyritøku innan leiðara­ menning. Johnny var eygleiðari til Coca Cola-steypafinalurnar herfyri, har hann serliga legði seg eftir at greina spælskil, persónslyndi, reglustýring og samstarv. Tað er annars í síni heild á hesum sálarliga økinum, at Johnny Tauman ger seg galdandi, og fer hann í hesum átakinum hjá Hondbóltssambandi Føroya og Dómarafelagnum eitt nú at ferðast til skúlar kring landið at greiða frá, hvat tað inniber at vera hondbóltsdómarar og hvørjir hjá­ vinningar spyrjast burturúr hesi leiðini. 25 dómarar vanta Tað er risa stórur dómaramangul í Føroyum, og vil Hondbóltssamband Føroya vera við, at heili 25 dómarar vanta. Átakið saman við Johnny Tauman byrjar í septembur og skal – umframt at skapa fleiri hond­ bóltsdómarar – eisini leggja seg eftir at fáa útbúgvið fleiri dómara­ eygleiðarar. Fyrireikandi arbeiðið undan átakinum er longu farið í gongd, men fer átakið sum nevt í gongd av álvara í septembur. Skilir trupulleikan Johnny Tauman sigur í samrøðu við heimasíðu hondbóltsambandsins, at hann skilir væl trýstið at vera hondbóltsdómari í mun til eitt nú Danmark. – Dómarar í Føroyum standa í hvørjum dysti yvirfyri heilt øðr­um avbjóðingum, enn dómarar gera í Danmark, nevniliga stoltu kensl­ unum, sum lokala fólkið í bygdum og býum hava fyri sínum liði. Tað, sum eg vil, er at útbúgva dómarar til at viðurkenna, at tað er loyvt at vera fegin og errin av at vera útnevndur til at vera dystarleiðari, sum við virðing fyri reglunum stýrir gongdini – heldur enn at vera »dómari« og »feilfinnnari«, sigur Johnny Taumann. Vanta 25 hondbólts­ dómarar Hondbóltur Í eini roynd at fáa fleiri dómarar, fer Hondbóltsamband Føroya og Dómarafelagið í næstum undir samstarv við danskan dómaraserfrøðing. Málið er heili 25 nýggir dómarar Gólv, gentur: Jonna Hansen (HF) . . . . . . . . . . . 21,90 Anja P. Petersen (HF) . . . . . . . . . 21,00 Bjørt Davidsen (Støkk) . . . . . . . . 19,65 Gólv, kvinnuunglingar: Vár B. Árting (HF) . . . . . . . . . . . . 11,37 Gunn H. Persson (HF) . . . . . . . . . 10,64 Edna Maria Debes (HF) . . . . . . . . 10,64 Gólv, kvinnur: Katrin Wardum (HF) . . . . . . . . . . 13,27 Eydna Daniesen (HF) . . . . . . . . . . 11,84 Birita Poulsen (HF) . . . . . . . . . . . 11,84 Forskotin barr, gentur: Jonna Hansen (HF) . . . . . . . . . . . 22,30 Elsbet Dalbo (HF) . . . . . . . . . . . . 19,40 Natalia K. Knudsen (HF) . . . . . . . 18,10 Forskotin barr, kvinnuungl.: Lív B. Árting (HF) . . . . . . . . . . . . . . 8,95 Gunn H. Persson (HF) . . . . . . . . . . 8,40 Vár B. Árting (HF) . . . . . . . . . . . . . 7,80 Forskotin barr, kvinnur: Katrin Wardum (HF) . . . . . . . . . . . 9,85 Birita Poulsen (HF) . . . . . . . . . . . . 9,20 Annika Hansen (HF) . . . . . . . . . . . 8,95 Lop, smádreingir: Hannes Agnarsson (HF) . . . . . . . 18,10 Rani A. Dalsgarð (HF) . . . . . . . . . 17,45 Ragnar Samuelsen (Ljósið) . . . . 16,45 Lop, mansunglingar: Bartal Wardum (HF) . . . . . . . . . . 13,00 Aron Jacobsen (HF) . . . . . . . . . . . 12,40 Rani Petersen (HF) . . . . . . . . . . . 12,20 Lop, menn: Olivur Debes Eiriksfoss (HF) . . . 12,90 Bogi Berg (HF) . . . . . . . . . . . . . . . 12,80 Jóni Christiansen (HF) . . . . . . . . . 12,30 Ringar, smádreingir: Hannes Agnarsson (HF) . . . . . . . 19,05 Rani A. Dalsgarð (HF) . . . . . . . . . 18,15 Christopher Eikhólm (HF) . . . . . . 18,10 Ringar, mansunglingar: Heini Mohr Samson (HF) . . . . . . . 11,05 Bartal Wardum (HF) . . . . . . . . . . 10,75 Rani Petersen (HF) . . . . . . . . . . . 10,75 Ringar, menn: Øssur Debes Eiriksfoss (HF) . . . . 13,90 Olivur Debes Eiriksfoss (HF) . . . 11,95 Ari Sakarisson (HF) . . . . . . . . . . . 11,90 Rekk, smádreingir: Hannes Agnarsson (HF) . . . . . . . 15,15 Christopher Eikhólm (HF) . . . . . . 14,75 Djóni Sakarisson (HF) . . . . . . . . . 12,95 Rekk, mansunglingar: Bartal Wardum (HF) . . . . . . . . . . . 1,00 Rani Petersen (HF) . . . . . . . . . . . . 1,00 Aron Jacobsen (HF) . . . . . . . . . . . . 1,00 Rekk, menn: Øssur Debes Eiriksfoss (HF) . . . . . 6,30 Jóni Christiansen (HF) . . . . . . . . . . 1,40 HF situr á amboðs­ fimleikinum Fimleikur Um vikuskiftið var fim­leikarhøllin hjá FIMI í Gundadali karmur um seinnu steypakappingina í amboðsfimleiki Úrslit: Savnsmynd