Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Skattainntøkurnar hjá landinum fyri februar mánað vóru 15,2 milliónir krónur minni enn somu tíð í fjør. Fýra mánaðir fyri harðskap Randi Jacobsen Tað er munur á bardaga, og tá ið onkur uttan nak­ að leggur á ein annan. Ómotiveraður harðskapur verður revsaður hart. Eitt dømi um tað var í Føroya rætti mikudagin, har ein 22 ára gamal maður varð dømdur fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava sligið og skallað ein annan mann. Og hann er fleiri ferðir áður dømdur fyri harðskap. Hann varð eisini ákærd­ ur fyri at hava sligið ein annan mann, men hes­in mintist so lítið til hend­ing­ ina, og hann segði eisini, at hann vildi ikki melda. Men hann hevði fingið at vita, at tað var neyðugt, um hann skuldi kunna fáa endurgjald fyri tonnina, sum brotnaði. Hetta varð tannn 22 ára gamli maðurin frídømdur fyri. Sligin og skallaður Hin, sum varð sligin og skall­aður, segði í rættinum, at hann varð sligin í síðuna uttan fyri eitt vertshús og datt oman gjøgnum trappurnar. Tá ið hann kom á føtur aftur, kom tann 22 ára gamli maðurin og skallaði hann. Ein tonn brotnaði og tvær aðrar loysnaðu. Tann­ lækna­rokningin var góðar 15.000 krónur. Tann 22 ára gamli mað­ urin noktaði at hava sligið nakran. Hann mintist bara til eitt skeldarí uttan fyri vertshúsið. Hann segði, at hann hvørki hevði verið fullur ella ávirkaður av rúsevnum. Tað var ikki tí, hann einki mintist. Einki koyrikort Hann varð eisini dømdur fyri at hava koyrt bil við ong­um koyrikorti. Ein politistur, sum hevði verið á náttarvakt, hevði møtt tí 22 ára gamla mann­inum koyrandi bil, og politisturin visti, at tann 22 ára gamli hevði mist koyrikortið. Tá ið politist­ urin kom heim, ringdi hann á støðina og boðaði frá. Sjálvt um tann 22 ára gamli maðurin noktaði at hava koyrt bilin, varð hann dømdur 11.000 krónur í bót fyri tað. Ákærin segði, at mað­ urin fýra ferðir áður er dømdur fyri harðskap. Teir dómarnir vóru allir heilt ella partvís treytaðir. – Tú hevur fingið fleiri møguleikar, men nú gongur tað ikki longur, segði ákær­ in. Verjin kravdi frídøming fyri allar ákærur. – Eg eri harmur um at møta tær aftur her í rætt­ inum. Nú ber ikki til longur at geva tær fleiri møgu­ leikar, og tí má revsingin vera treytaleys, segði dóm­ arin. Samanlagt var dóm­urin fýra mánaða fong­suls­ revsing, 11.000 krón­ur í bót, at gjalda tann­lækna­rokn­ ingina og sakar­máls­út­ reiðsl­urnar. Tann 22 ára gamli mað­ urin tók við dóminum. Ein 22 ára gamal maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Dómurin varð so harður, tí hetta varð fimtu ferð, hann var í rættinum ákærdur fyri harðskap Leo Poulsen Búskarparráðið kemur hvønn fyrsta mars og fyrsta september við sínum tilráðingum um føroyska búskapin. Í Búskaparráðnum sita Thomas Dam, cand.merc, formaður, Durita Tausen, cand.scient.oecon og Gunn Danielsen, cand.polit. Ráðið hevur býtt til­ráð­ ingina upp í tríggjar høv­ uðsbólkar: • Stórt hall á almenna rakstrinum • Lágur vøkstur í búskap­ inum • Nettofráflyting seinastu árini Rátt verður til í fyrsta bólk­ inum, at meira verður spart, nú útlitini til búskaparligan vøkstur ikki eru so góð. – At landsstýrið hevur lækkað marginalskattin er nakað, sum vit ikki eru ímóti. Og so vítt vit hava rokn­að okkum fram til, so ger tað ongan mun sæð í longri perspektivi, um pen­ sjónin verður skattað við inn­gjald ella útgjald, sigur Thomas Dam, formaður í Bú­ skaparráðnum. Hann mælir kortini til ein skattareform, og ognar­ skatt­ur er nakað, sum Bú­ skaparráðið hevur mælt til áður. - Tað hevur verið gjørt ov lítið við at skapa landinum neyðugar inntøkur, og tí verður so mikið meira týdn­ ingarmikið at seta sparingar í verk, fyri at viga upp móti vantandi inntøkunum, sigur Thomas Dam. Ikki sláimaskinuna Tað verður alneyðugt at rationalisera raksturin hjá landinum, og tað gerst bert við at effektivisera og skera burtur dupultfunktiónir. – Men tað er eingin loysn at nýta sláimaskinuháttin og skera at líka yvir ein kamb. Tað verður neyðugt at fara inn og hyggja eftir hvørjum øki sær fyri at vita, hvussu rationaliserast og effektiviserast kann, sigur Thomas Dam. Landsbankin boðaði í síðstu viku í teirra frá­ greið­ing frá, at neyðugt er, at húsarhaldini aftur fara at nýta pening, og Búskaparráðið var inni á tí sama. Ein grafur vísti, at hálv­tíðar og langtíðar nýtslu­ keypini vóru alt ov lág. – Tað er neyðugt, at húsar­ haldini aftur far at keypa lutir, sum kunnu kallast hálvtíðar- og langtíðarkeyp. Tað eru lutir sum møblar, sjónvarp byggitilfar húsar­ halds­tól og líknandi. Hag­ tølini vísa greitt, at ger­ andiskeypini neyvt fylgja lønar­gjaldingunum, sigur Thomas Dam. Afturvendandi tilmæli um nýskipan í fiskivinnuni er eisini við í frágreiðingini hesaferð. – Vit mæla til, at gjald verð­ur lagt á fiskiloyvini, tá tey verða handlað, og um hetta ikki verður gjørt, eigur eitt tilfeingisgjald at verða lagt á vinnuna, sigu Thomas Dam. Hann nevndi eisini stutt uppskotið hjá undanfarna fiskimálaráðharra um rull­ andi 12 ára loyvi. – Tað er gott á tann hátt, at tað heldur virðinum á skipi og fiskiloyvi uppi, men tað ger tað hinvegin trupult hjá nýggjum aktørum at sleppa inn í vinnuna, sigur Thomas Dam. Frágreiðingin nam eisini við nettofráflytingina, og nevndi dømi um tiltøk fyri at fáa føroyingar at venda heim aftur til Føroya. Tung tøk takast Búskaparráðið legði sína hálvárligu búskaparfrágreiðing fram fyrrapartin í gjár, og serliga á trimum økjum verður neyðugt at seta tiltøk í verk frágreiðing Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, legði í gjár vár búskaparfrágreiðingina fram Formaðurin í Tænastumannafelagnum heldur fram í tvey ár afturat. Mein­hard Gaardlykke var afturvaldur – uttan mót­valevni – á aðalfundinum í felagnum miku­kvøldið. Turid Arge, næstformaður og skrivari, stóð eisini fyri valið, og hon varð afturvald.