Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DAGSSKRÁIN fyRI fuNDIN veRðuR heNDAN: 1. val av fundarstjóra 2. frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári Regin Jacobsen, stjóri, fer at greiða frá virksemi felagsins í farna ári. 3. framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Uppskot til ársfrásøgn fyri 2011 við notum fyri P/f Bakkafrost og fyri koncernina, sum eisini inni - heldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2011, er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com 4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapinum Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd felagins upp soljóðandi samtykt: ”Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 1 kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 48.858.065 kr. Vinnings býti verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 26. mars 2012. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinning urin tilsamans 788 mill. kr. Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinnings býti frá 27. mars 2012.” 5. val av nevnd Til hendan aðalfundin standa 3 nevndarlimir fyri vali. Hesir eru Johannes Jensen, Virgar Dahl og Trine Sæther Romuld. Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval kann fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um val av nevndar limum. Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av verandi nevndar- limum fyri 2 ár. 6. Ásetan av samsýning til nevndina Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2012 verður hendan: Nevndarlimir 165.000 kr. um árið, næstformaðurin 206.250 kr. um árið og formaðurin 330.000 kr. um árið. 7. val av limum í valnevndina Til hendan aðalfundin standa hesir limir fyri vali: Gunnar í Liða og Helge Moen. Herumframt skal veljast limur í nevndina í staðin fyri Hans Jacobsen, sum andaðist í desember í fjør. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til aðal - fundin um val av nevndarlimum. Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnar í Liða og Helge Moen og at velja Líggjas í Bø sum nýggjan lim í nevndina, allir fyri 2 ár. 8. Ásetan av samsýning til valnevndina Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í valnevndini fyri 2012 verður óbroytt: Formaðurin kr. 16.000 um árið. Hinir nevndarlimir- nir kr. 8.000 um árið. 9. val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin Grannskoðari felagsins er Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki, R.C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Nevndin skjýtur upp afturval av verandi grannskoðara felagsins at sita til næsta ársaðalfund. 10. heimild til nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv Á aðalfundi felagsins í 2011 fekk nevndin heimild til at keypa egin partabrøv. Heimildin var galdandi til ársaðalfundin í 2012. Nevndin ynskir fram- haldandi at hava møguleika fyri at keypa egin parta brøv. Endamálið er at geva nevndini møgu leika fyri at keypa egin partabrøv í førum, har hetta verður mett at vera ein fyrimunur fyri partaeigarar felagsins. Nevndin setir tí fram hetta uppskot: Nevnd felagsins fær heimild til vegna felagið at keypa egin partabrøv í tíðarskeiðinum frá 26. mars 2012 til næsti aðalfundur verður hildin í 2013. Nevndin kann vegna felagið keypa upp til 10% av egnum partabrøvum til ein kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða kursinum á partabrøvum felagsins, ið handlað verða á børs- marknaðinum hjá Oslo Børs, tá ið keypt verður. Heimildin verður sett inn í viðtøkurnar sum grein 4B, sum verður soljóðandi: ”Í tíðarskeiðnum frá 26. mars 2012 til næsti aðalfundur verður hildin í 2013, hevur nevnd felagsins heimild til vegna felagið at keypa egin partabrøv. Egin partabrøv skulu keypast til ein kurs, sum svarar til almenna kursvirðið á partabrøvunum, men nevndin kann í serligum førum víkja frá almenna kursinum við upp til 10%. Felagið kann ikki eiga meira enn 10% av samlaða partapeningi felagsins.” 11. heimild til nevnd felagsins at hækka partapening felagsins Á aðalfundi felagsins í 2011 fekk nevnd felagsins heimild til at hækka partapening felagsins. Heimildin var galdandi fram til ársaðalfundin í ár. Nevndin skjýtur upp, at heimildin at hækka partapeningin verður endurnýggjað. Tað verður skotið upp, at markið verður 10% av partapeningi felagsins. Fyri at geva nevndini fleksibilitet verður skotið upp, at nevndin fær heimild at seta fortekningsrættin hjá verandi partaeigarum til síðis í sambandi við hækkanir, grundaðar á hesa áseting. Endamálið við uppskotinum er at gera manna- gongdina einfaldari í sambandi við kapital- hækkingar til at fíggja víðari vøkstur og fyri at veita møguleika fyri at bjóða partabrøv sum gjald í sambandi við keyp, har hetta verður mett at vera ein fyrimunur fyri felagið. Endamálið er eisini at hava møguleika fyri um neyðugt at styrkja kapitalgrundarlagið undir felagnum. Nevndin hevur tí hetta uppskotið: Nevnd felagsins fær heimild til í einum ella fleiri førum at hækka partapening felagsins við eini nominellari upphædd áljóðandi upp til kr. 4.800.000. Nýggju partabrøvini skulu vera íhendihavarapartabrøv og skulu fylgja teimum reglum, sum eru ásettar í § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndin kann taka avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi partaeigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini verða inngoldin kontant. Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi til næsta vanliga ársaðal- fund, sum verður hildin í 2013. Heimildin verður sett inn í viðtøkurnar sum ein nýggj grein 4A, sum verður soljóðandi: ”Nevnd felagsins fær heimild til í einum ella fleiri førum at hækka partapening felagsins við eini nominellari upphædd áljóðandi upp til kr. 4.800.000. Nýggju partabrøvini skulu vera íhendihavarapartabrøv og skulu fylgja teimum reglum, sum eru ásettar í § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndin kann taka avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi partaeigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini verða inngoldin kontant. Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi til næsta vanliga ársaðalfund, sum verður hildin í 2013.” Til samtyktar av uppskotinum til viðtøkubroyting omanfyri sambært pkt. 10 og 11 á dagsskránni krevst sambært § 106 í partafelagslógini, at uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum. 12. uppskot til viðtøkubroytingar Í samband við at nýggj lóg um parta- og smápartafeløg (løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011) er sett í gildi, setur nevndin fram hesi uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins: 1) Broyting av § 5, stk. 1 Sambært § 94, stk. 2 í nýggju partafelagslógini er freistin at kalla inn til aðalfund broytt soleiðis, at freistin er í minsta lagi 3 vikur og í mesta lagi 5 vikur. Samsvarandi hesum verður skotið upp, at § 5, stk. 1 í viðtøkum felagsins verður broytt soleiðis: "Aðalfundur verður innkallaður við í minsta lagi 3 vikurs og í mesta lagi 5 vikurs freist." 2) Broyting av § 5, stk. 5 Sambært § 90, stk. 2 í nýggju partafelagslógini skulu partaeigarar fyri høvðusleiðsluni skrivliga seta fram krav um at taka upp ávíst evni til dags skránna á aðalfundinum. Slíkt krav skal setast fram í seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin skal haldast. Samsvarandi hesum verður skotið upp, at § 5, stk. 6 í viðtøkum felagsins verður broytt soleiðis: "Partaeigari hevur rætt til at seta fram uppskot til viðgerðar av einum evni til aðalfund felagsins um viðkomandi partaeigari sendur uppskotið skrivliga til nevndina í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn aðal fundurin verður hildin." 3) Broyting av § 5, stk. 6, 1. pkt. Sambært § 89, stk. 2 í nýggju partafelagslógini kunna partaeigarar, sum eiga 5% av kapitali felagsins, skrivliga krevja eykaaðalfund í felagnum. Samsvarandi hesum verður skotið upp, at § 5, stk. 7, 1. pkt. verður broytt soleiðis: "Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð frá aðalfundinum, nevndini, ella grannskoðara felagsins, ella tá ið partaeigarar, sum eiga 5% av partapeningi felagsins, seta fram krav um hetta." 4) Broyting av § 6, stk. 1, litra c, § 14 og 16 Sambært nýggju reglunum er heiti á ársroknskapi broytt til "ársfrásøgn". Samsvarandi hesum verður skotið upp, at § 6, stk. 1, litra c verður broytt soleiðis: "Framløga av ársfrásøgn til góðkenningar." § 14, stk. 1 verður broytt soleiðis: "Ársfrásøgn felagsins verður grannskoðað av einum grannskoðara, sum verður valdur av aðalfundinum fyri eitt ár í senn." § 16, stk. 1 og stk. 2 verða broytt soleiðis: "Ársfrásøgn felagsins verður undirskrivað av nevnd og stjórn felagsins og verður áteknað av felagsins grannskoðara. Felagsins ársfrásøgn verður uppgjørd samsvarandi reglunum í roknskapar- og partafelagslógini og samsvarandi góðum roknskaparsiði." 5) Broyting av § 6, stk. 1, litra g) Nevnd felagsins hevur sett eina grannskoðara- nevnd. Undir hesum umstøðum skjýtur nevndin upp, at viðtøkurnar verða broyttar soleiðis, at aðalfundurin eisini á aðalfundinum skal taka støðu til samsýningina til limirnar í grannskoðara- nevndini. Samsvarandi hesum, verður § 6, stk. 1, litra g) broytt soleiðis: "Ásetan av samsýning til nevnd felagsins og felagsins grannskoðaranevnd." 6) Broyting av §§ 7, stk. 2 og § 8, stk. 1 Sambært § 84, stk. 1 í nýggju partafelagslógini er ásett, at luttøka partaeigarans á aðalfundinum kann verða treytað av, at viðkomandi hevur boðað felagnum frá sínari luttøku innan 3 dagar fyri aðalfundin. Eisini ásetur nýggja lógin í somu lógargrein, at treytin fyri atkvøðurætti er, at viðkomandi partaeigari er skrásettur eigari av partabrævi sínum 1 viku, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Samsvarandi hesum verður skotið upp, at § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins verður broytt soleiðis: "Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt fyri partabrøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku, áðrenn aðalfundurin verður hildin." Eisini verður skotið upp, at § 8, stk. 1 í viðtøkum felagsins verður broytt soleiðis: "Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum." 7) Broyting í § 10, stk. 3 Sambært § 139 í nýggju partafelagslógini er ásett, at aðalfundurin skal samtykkja leiðreglur fyri samsýning til limir í leiðslu felagsins. Samsvarandi hesum verður skotið upp at broyta tilsvarandi § 10, stk. 3 í viðtøkum felagsins soleiðis: "Aðalfundur felagsins hevur samtykt leiðreglur fyri samsýning til felagsins leiðslu sambært § 139 í parta- og smápartafelagslógini." 13. ymiskt Einki mál er til viðgerðar undir hesum punkti á dagsskránni. Bakkavegur 9 · FO-625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, til P/f Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@ bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000. Luttøkuskjalið, sum samstundis er ein umbøn um atgongumerki og atkvøðuseðlar til aðalfundin, má verða móttikið av P/f Bakkafrost í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars 2012, kl. 24.00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísur fulltrú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á teldupostadressu ruha@bakkafrost.com. Ársfrásøgn fyri 2011 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum Ársroknskapurin 2011 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum verða almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com frá og við fríggjadegnum 2. mars 2012. Skølini liggja eisini frá hesum degi frammi til skjals fyri partaeigarar felagsins á skrivstovu felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar. Tað er ikki sett nøkur freist fyri partaeigararnar at seta spurningar til dagsskránna ella skjøl, sum hoyra við til skránna. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065 partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Í § 7 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørja DKK 1 teir eiga í partapeningi. § 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi: ”Partaeigarar hava rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigarar í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið felagið um atgongumerki til aðalfundin. Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella við ráðgeva. Partaeigarar felagsins kunnu møta við fulltrúa, sum vegna partaeigaran kann greiða atkvøðu við at fyrivísa skrivliga fulltrú. Fulltrúin skal vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longri enn eitt ár. Atgongd til aðalfundin hava umboð fyri Oslo Børs og fjølmiðlarnir.” Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at "Á aðalfundinum hevur partaeigari atkvøðurætt, um hann í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hevur biðið um ein atkvøðuseðil." Felagið hevur útnevnt Nordea, Middelthuns gate 17, Oslo, org. Nr. 911 044 110 til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum. Glyvrar tann 1. mars 2012 P/f Bakkafrost vegna nevndina Rúni M. Hansen, nevndarformaður BoðAð veRðuR vIð heSum tIl ÁRSAðAlfuND í P/f BAKKAfRoSt AÐALFUNDURIN VERÐUR HILDIN Í HøLUM FELAGSINS Á BAKKAVEGI 9, 625 GLyVRAR, mÁNADAGIN 26. mARS 2012, Kl. 15.00 INNKALLING TIL AÐALFUND Í P/F BAKKAFROST www.sansir.fo