fríggjadagur 2. mars 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tónleikur
Verturin í X Factor kappingini
í Danmark, 33 ára gamla Lise
Rønne, er við barn. Klæni sjón
varpsverturin er komin 15 vikur.
Einki boð er komið upp á
Posthúsið í Klaksvík, sum varð
sett til sølu fyrst í desmber
mánaði, skrivar Norðlýsið.
Eg verði
klárur
Rólant Waag Dam
Fyrr í vikuni vistu danskir
fjølmiðlar at siga, at tað var
heilt galið hjá Sveini. Før
oyski luttakarin í X Factor
var farin til lækna, tí hann
hevði verið forkølaður í
rúma tíð og nú var hetta av
álvara farið at arga røddina.
Eingin hevði tosað við
Svein sjálvan, tí hann fekk
beinanvegin boð um at
halda munn og einki siga,
fyri ikki at ovbyrja røddina,
men Cutfather greiddi á
X Factor-heimasíðuni frá,
hvussu
havnarmaðurin
fyrst varð sendur til lækna
og síðani ein serlækna, sum
staðfesti at ræddarbondini
vóru hovin og reyð.
– Eg havi gingið og hostað
í einar tvær vikur. Men held
ur enn at binda frið, so havi
eg sungið og vant alla tíðina.
Ræddarbondini vóru rætt
og slætt ovbyrjað. Tí havi eg
eisini fingið greið boð um, at
eg skal beint heim at binda
frið aftaná showið í kvøld,
greiðir Sveinur frá.
– Men nú havi eg so
hildið kjaft í eina viku,
so eg verði klárur og tað
verður eitt feitt show, sigur
Sveinur avgjørdur á mál
inum.
Lovar góða framførslu
Sjálvsálitið bilar ikki hjá 31
ára gamla Sveini. Hann veit
hvat hann dugir og hvat
hann stendur inn fyri. Besta
dømið um hetta fingu vit
farna fríggjakvøld, tá hann
byrjaði showið við trumm
unum, reistist og sang á
pallinum, áðrenn leiðin gekk
út til fjøldina, har hann gav
trummustikkararnar
til
tvey í salinum, leyp upp á
dómaraborði og sang beint
inn í høvdið á Pernille og
hinum dómarunum. Tað sást
eisini, at Sveinur segði eitt
hvørt í mikrofonina, eftir at
hann var liðugur at syngja,
men sum ikki hoyrdist í
sjónvarpinum.
– Eg visti, at framførslan
var góð. Men eg visti eis
ini, at Pernille og serliga
Blachmann fóru at finnast
at onkrum kortini. Tey
skulu jú stríðast fyri sínum
egnu. So eg segði bara:
»Eg veit ikki hvør
byrjar av tykkum,
men tit kunnu gott
lána mína mikrofon«,
greiðir Sveinur frá, sum
ikki heldur, at tað verður
trupult hjá honum í kvøld,
tá framførslan hjá honum
seinast var so væleydnað.
– Nei, tað verður feitt og
eg verði frískur, sigur hann
at enda.
X Factor – Nú havi eg hildið kjaft í eina viku, so eg
verði klárur til í kvøld og tað verður eitt feitt show,
sigur Sveinur, hvørs ræddarbond hava verið so mikið
hovin og reyð, at Cutfather stúrdi fyri honum
Eg verði klárur,
og tað verður eitt
feitt show
Eftir framførsluna seinasta
fríggjakvøld
rósti
Lene
Nystrøm, forsangari í bólk
inum
Aqua,
Sveini
fyri
framførsluna. Beint eftir, at
havnarmaðurin hevði verið
á pallinum skrivaði Lene á
Facebook. – Sveinur rokkar X
Factor í kvøld. Áðrenn Lene
var tað Tim Christensen, ið
ynskti Sveini tillukku við
at vera komin víðari í kapp
ingini við at syngja hansara
lag »Surprice me«.
– Tað er ótrúliga stuttligt
hjá mær, umframt at hetta er
góð reklama eisini. Fólk lurta
eftir teimum og leggja merki
til, hvat tey siga og skriva.
Um tey dáma tað, eg havi
gjørt, so eru tað helst fleiri,
sum fara at gera tað, greiðir
Sveinur frá.
Danskir miðlar hava í
øllum førum lagt merki til
rósandi orðini frá teimum
báðum. Bæði teljast tey
millum
størstu
tónleika
nøvnini í Danmark. Har
umframt er Lene Nystrøm
dómari í tónleikasendingini
Voice á TV2. Kappingin mill
um X Factor og Voice hevur
verið hørð, og dómararnir í
teimum báðum ymsu send
ingunum hava ongantíð gjørt
viðmerkingar um kappingar
neytan. Men ta siðvenjuna
breyt Lene Nystrøm, tá hon
rósti Sveini fyri viku síðani.
rolant@sosialurin.fo
Aqua-Lene og Tim Christensen
Tað er ótrúliga
stuttligt hjá mær,
umframt at hetta
er góð reklama eisini
Lene Nystrøm og Tim
Christensen teljast millum
tey størstu á danska
tónleikapallinum