Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tónleikur Bárður Johannesen er tilnevndur sum Ársins sangari á danska tiltakinum CB Taste Awards. Atkvøðast kann á chartbase.dk Festivalur Heimskendi írski popparin, sum var við í dreingjabólkinum Boyzone, spælir á Summar Festivalinum í august Bæði løgini eru betri Keating til Klaksvíkar SAMLEIKI – Blachmann segði, at eg skal finna mína femininu síðu. Áður hevur hann sagt, at tú ikki kanst fara inn á nakað alment WC, uttan at síggja eitt mannfólk gráta. Hann mótsigur sær sjálvum og er tað nakar, ið hevur identitet í X Factor, so er tað eg, sigur Sveinur Í kvøld verður temaið í X Factor sokallað mash-up. Stutt sagt merkir tað, at tvey løg verða sett saman til eitt. Hjá Sveini verður talan um eina samanrenning mill­um popp og rokkuttan punk­ tónleik. Teksturin, Sveinur skal syngja, er tann frá sang­ inum »E.T« hjá Katy Perry, meðan lagið er »Misery Business« hjá Paramore. – Tað verður mega feitt. Faktiskt verða bæði løgini betri av hesum. Heldur enn at hava tvey hálvfeit løg, hava vit nú gjørt eitt feitt lag burtur úr hesum báðum sang­unum, fortelur Sveinur. Panamore er ein popp­ uttur rokkbólkur frá USA, sum eisini hellir yvir í punk við­hvørt. Á okkara leiðum kenna vit helst best lagið » Ignorance« frá 2009, meðan bólk­urin eisini hevur havt løg við í tveimum Twilight- film­um og í filminum Trans­ formers. Katy Perry er stóra popp­prinsessan úr USA, sum fekk sítt gjøgnumbrot við sang­inum »I Kissed a Girl« í 2008. Síðani hevur hon vunnið eina ør­grynnu at virðis­lønum. rolant@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov Hann hevur verið ovast á popptindunum við dreingja­bólkinum Boyzone. Hann hevur hittað sum solistur. Hevur fing­ið eina langa røð av heiðurs­løn­um og viður­kenn­ingum. Hann hevur tvær ferðir sungið fyri páva­num. Og hevur sung­ið duettir sam­ an við øðr­ um heims­ k e n d u m sang­arum. R o n a n K e a t i n g hev­ur í meira enn 15 ár verið eitt stórt navn í altjóða popp­ tónleiki, og írin er fram­vegis virkin við fram­ førslum og útgávum. Í august kemur hann til Føroya at spæla á Summar Festivalinum. Ronan Keating gjørdist í 1993 partur av dreingja­ bólkinum Boyzone, og næstu seks árini høvdu teir eina langa røð av hittum kring heimin. Grundfesti var í Írlandi og Bretlandi, har Boyzone eru eitt tað størsta poppnavnið nakran­ tíð, men Boyzone rukku langt út í heimin við sínum tónleiki. Boyzone hevði 19 sangir á UK Top 40 og 21 sangir á írska hitlistanum. Seks ferð­ ir vóru teir ovast á bretska hit­ list­anum við stak­ fløgum. Boyzone gavst um aldar­skiftið, og eftir tað hev­ur Ronan Keating givið 9 fløgur út sum solistur. Boyzone seldu umleið 20 milliónir fløgur, og Ronan Keating hevur árini síðani Boyzone selt umleið 25 millión­ir fløgur. Eirikur@sosialurin.fo Katy Perry og rokkarin Sveinur Gaard Olsen er eitt spennandi bland Poppari Ronan Keating Kendir sangir hjá Keating When You Say Nothing At All If Tomorrow Never Comes Lovin’ Each Day The Way You Make Me Feel Life Is A Rollercoaster Baby Can I Hold You