fríggjadagur 2. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ferðasamband
Føroyar
verða eitt
feriustað
Ferðaseðlar Eg vil gjarna verða heima í Føroyum oftari. Men eg unni mær snøgt sagt ikki
at nýta 4000 krónur uppá at koma heim uttan so, at eg kann vera leingi heima. Um prísurin
hevði verið helvtina minni, so hevði tað verið ræðuliga stórur munur á, hvussu ofta eg var
heima í Føroyum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum lesur jura í Keypmannahavn
Barbara Holm
Eins og fleiri aðrir føroyingar
í danska høvuðsstaðnum, so
búleikast Eirikur í Jákups
stovu á Oyrasunds næminga
heiminum á Amager. Hóast
Eirikur lesur í Keypmanna
havn, hevur hann stóran
áhuga fyri hvat hendir í tí
føroyska samfelagnum, og
honum dámar væl at fylgja
við
umvegis
netið.
Men
var tað bíligari at flúgva til
Føroyar, hevði Eirikur leitað
sær heim ofta – eitt nú um
ein ráðstevna um eitt hvørt
áhugavert var á skránni.
– Hevði eg sloppið til
Føroyar og aftur fyri 1500
krónur, so hevði eg væl tím
að at farið til Føroyar, tá
ið okkurt spennandi var á
skránni. Eg kundi til dømis
gott hugsað mær at verið við
til ráðstevnur av ymsum slag,
men fyri 4000 krónur fari eg
ongan veg, sigur Eirikur í
Jákupsstovu.
Jordan í eina viku
Fyri tey, sum liva av lestrar
stuðuli, eru 4000 krónur
rættiliga nógvir pengar. Tey
flestu ferðast heim til Føroya
eina ferð ella tvær ferðir um
árið, men pengarnir kunnu
brúkast til so nógv annað.
– Eg var í Jordan í eina
viku í januar. Har búðu vit
á fimmstjørnaðum hotellið,
og tað var við morgunmati
og øðrum góðum. Tað kost
aði okkum 4000 krónur, sigur
Eirikur við einum skálka
brosi.
Hetta er kanska júst tað,
sum tann einstaki lesandi
hugsar um, tá ið ferðin til
Føroyar skal keypast. Skal
eg fara til Føroyar á páskum,
ella til New York fyri áleið
somu upphædd?
Eirikur í Jákupsstovu er
sannførdur um, at kostn
aðarstøðið á ferðaseðlunum
til Føroyar førir við sær, at tey
lesandi uttanlands á hvørjum
ári missa meira og meira
samband við heimlandið, og
samstundis missa áhugan
fyri at rinda risaupphæddir
fyri at sleppa heim.
– Man missur sambandið
við tey har heima, tá ið man
ongantíð er heima. Facebook
og Skype minka um frá
støðuna, men tú kanst ikki
viðlíkahalda sambandið við
familju, vinir og kenningar
uttan so, at tú viðhvørt upp
livir okkurt saman við teim
um, staðfestir Eirikur.
Tað loysir seg at
stuðla lesandi
Í einari perfektari verð hevði
kapping gjørt, at kostnaðurin
at flúgva til Føroyar var tann
sami, sum tað vanliga kostar
at flúgva ein slíkan tein.
Men spurningurin er hvussu
leingi ein skal droyma um
tann perfekta heimin, sum
kanska ongantíð kemur.
– Eg leggi ikki í hvussu man
fær ferðaseðlaprísin niður.
Men niður noyðist hann, um
føroyska samfelagið ynskir
okkara aldursbólk at vera
partur av samfelagnum.
Tað er júst ímillum 20 og
30 ára aldurin, at tey flestu
fáa sær familjuni. Og tá ið
útisetar fáa sær familju, ja,
so økist frástøðan til Føroyar
enn meira.
– Tá ið føroyingar í Dan
mark fáa sær børn, og tey
skulu rinda fyri ferðaseðlar
til alla familjuna, verður tað
enn meira ógjørligt at fara
heim. Og tá ið so børnini
blíva stór, so sigur tað seg
sjálvt, at eingin hugur er at
fara til Føroyar longur, sigur
Eirikur í Jákupsstovu.
Men tað er ikki einans
hesin trupulleikin, sum les
andi uttanlands sita við.
Eisini møguleikin fyri at fáa
arbeiði í Føroyum minkar, um
tú ongantíð vísir títt andlit í
Føroyum.
– Tað er altavgerandi at
hava eitt netverk í Føroyum,
um tú ætlar tær at fáa tey
góðu størvini eftir loknan
lesnað, sigur hann.
Tey ymsu universitetini í
Danmark gera nógv burturúr
at hjálpa teirra lesandi við at
Man missur sambandið við tey har
heima, tá ið man ongantíð er heima
Mynd: Rebekka Rafael