fríggjadagur 2. mars 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ferðasamband
byggja upp eitt netverk, so
tey eru til reiðar at trína á ar
beiðsmarknaðin eftir lestrar
tíðina.
– Sannlíkt er, at tey flestu
av okkum fáa bjóðað eitt
starv í Danmark eftir loknan
lesnað. Tá ið tann dagurin
kemur, og vit ikki hava nakað
netverk í Føroyum, so sigur
tað seg sjálvt, at byrjað verð
ur í Danmark, sigur Eirikur í
Jákupsstovu.
Samstundis sum útisetar
missa sambandið við ar
beiðsmarknaðin í Føroyum,
hava tey heldur ikki møgu
leikan at fáa ALS stuðul, um
tey ikki fáa eitt arbeiði í Før
oyum beinan vegin tey flyta
heim.
– Tað er ikki so trupult at
rokna út, at um ein við høg
ari útbúgving fer í ALS í eitt
hálvt ár, og síðani fær eitt
høgt lønt starv, og rindar
skatt í 40 ár, ja, so missur
samfelagið als einki uppá
hatta hálva árið. Heldur má
sigast, at tað gagnar sam
felagnum í síðsta enda, stað
festir Eirikur.
Øll hini eru farin
Tað er neyvan ein loyna, at í
Føroyum mangla tey ímillum
20 og 30 ár. Mong leita sær
uttanlands, tí tey halda tað
vera spennandi at royna okk
urt nýtt. Men tað eru avgjørt
eisini summi, sum fara til
Danmarkar, tí øll hini eru har
frammanundan.
– Av tí, at okkara ættarlið
er lítið at síggja í føroyska
samfelagnum, so merkir tað
eisini, at tað verður minni
áhugavert hjá teimum, sum
eftir eru, at vera verandi í
Føroyum, heldur Eirikur.
Hann sigur, at fleiri í
hansara aldri flyta til Keyp
mannahavnar at supplera
nakrar einstakar lærugreinar,
tí tað er ov lítið áhugavert
at vera í Føroyum, tá ið hini
mangla.
– Høvdu vit útisetar verið
meira í Føroyum, so eri eg
sannførdur um, at tað eisini
hevði verið meira áhugavert
at flutt heim, at lisið í Før
oyum, og yvirhøvur at verið
ungur í Føroyum, staðfestir
hann.
Eirikur í Jákupsstovu vísir
á nógvar trupulleikar, sum
ung sita við, tá ið avgerðin
skal takast um at flyta heim
ella vera verandi í Danmark.
Umstøðurnar
hjá
Fróð
skaparsetrinum spæla eisini
ein leiklut.
– Ímynda tær, at eitt blóm
andi lestrarlív var rundanum
Fróðskaparsetrið. Tað hevði
verið frálíkt at komið heim
og upplivað ein pulserandi
høvuðsstað
við
lívligum
ungum lesandi, sum skaptu
nakað í Føroyum. Tað er
bara ikki veruleikin í dag, sigr
Eirikur í Jákupsstovu.
barbara@sosialurin.fo
Høvdu vit útisetar
verið meira í Føroyum,
so eri eg sannførdur um,
at tað eisini hevði verið
meira áhugavert at
flutt heim
– Eg leggi ikki í, hvussu man fær ferðaseðlaprísin
niður. Men niður noyðist hann, um føroyska
samfelagið ynskir okkara aldursbólk at vera partur
av samfelagnum, sigur Eirikur í Jákupsstovu
Mynd: Rebekka Rafael
Mynd: Rebekka Rafael