Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðasamband Skal landið tryggja bíligari ferðaseðlar? Ferðaseðlar Prísirnir á ferðaseðlunum hjá Altantic Airways avspegla tað, sum tað kostar at reka eina flogleið millum Føroyar og útlandið, men skuldi tað almenna tryggjað, at kostnaðurin á ferðseðlum fór niður? Vit hava spurt nøkur fólk um tað – Hatta er ein ringur spurn­ ingur at svara. Kappingin hevði verið tað besta, og mær dámar illa, at landið blandar seg uppí slík viður­ skifti. Men eg haldi heldur ikki vit kunnu bíða longur, tí vit noyðast at fáa bíligari ferðaseðlar. Hatta við Norwegian er bara »snik snak«, so eg haldi ikki vit kunnu bíða eftir teimum. So landið noyðist at fara uppí, tí tað líkist ongum, at tað er sum tað. – Eg haldi ikki, tað er ein beinleiðis uppgáva hjá landinum at tryggja bíligar ferðaseðlar. Heldur skal landið skapa karmar fyri at marknaðurin/vinnan kann skaffa okkum teir. Tí tá ið landið skal veita okkum tænastur, so endar tað ofta við at vera bæði dýrari og verri tænasta, enn um tær vera loystar í privata geiranum. - Kapping eftir jøvnum treytum millum fleiri útbjóðarar er helst besti kjansurin fyri at fáa dygdina upp og prísin niður. Prísurin er tó ikki einasta parametur. Tí tað er hóast alt betri at rinda ein hægri miðalferðaseðlaprís og hava javnt og gott samband alt árið, enn t.d. at fáa bíligar ferðaseðlar frá mai til september, og so kanska ikki sleppa til ella frá landinum restina av árinum. - Tað at flogvøllurin er longdur er eitt stig, sum skapar betri fortreytir fyri kapping á flogleiðini til Føroya. Landið átti eisini at tikið av avgjøld, sum vera løgd á flogferðsluna, soleiðis at møguligt er at koyra prísirnar niður. Og so er tað umráðandi, at møguligir kappingarneytar hjá Atlantic, sum vónandi bjóða seg fram, fáa somu treytir og krøv sum Atlantic at virka undir. Eitt nú at røkja flúgving alt árið. Dámar illa at landið blandar seg Ingi Sørensen samfelags­ viðmerkjari Malan Eyðunsdóttir tónleikari Kári Mikkelsen journalistur og viðmerkjari Jón Tyril tónleikastjóri hjá G! Festivalinum – Landið áleggur teim ferð­ andi ein skatt á 120 kr. um­ vegis keiina ella flogvøllin. Harumframt eigur og rek­ur landið eitt partafelag – Vága Floghavn – sum eisini leggur nakrar kostnaðir á tey ferðandi fyri ta tænastu tey veita. – Í fyrsta umfari eigur man at hyggja uppá tey av­ gjøld sum eru, tí um tey verða avtikin, minkar tað um ferða­seðlakostnaðin einar 3-400 kr. Um valt verður ikki at skatta tey ferðandi, merk­ir tað, at landið ikki fær hendan peningin inn í skatti. Somuleiðis um Vága Flog­havn ikki kann leggja avgjøld á ferðaseðilin má fígg­ing finnast aðra staðni frá til raksturin á felagnum. Alt annað líka merkir tað, at hetta so skal fíggjast av skatt­ gjaldaranum. Skatt­gjaldarin rindar nokk í skatti sum er. Tað merkir so víðari, at um­raðfestingar mugu til á útreiðslusíðuni hjá Lands­ kassanum, um hetta skal bera til. – Nú er flogvøllurin longd­ ur og farið verður undir at nútímansgera farstøðina í Vágum í næstum. Hetta er gjørt fyri at fáa kapping um ferða­fólkini frá fleiri flog­feløg­um. Áðrenn annað verður gjørt eiga vit at bíða eftir, hvørja ávirkan ábøt­ur­ nar, sum eru gjørdar á flog­ vallarviðuskiftini roynast. – Eg vænti, at kapping á økinum er betri. Júst nú er tað Atlantic, sum er einsa­ malt á marknaðinum, og tí noyðast tey ikki at seta prísin niður. Fyri meg tykist tað sum, at tað ikki er sunt, at landið fer inn og blandar seg. Um landið fer inn, so hava útlendsk flog­feløg ikki møguleika fyri at røkja rutuna. Men tað er avgjørt ov dýrt at ferð­ast út Føroyum, men vit føroyingar mugu allar­ helst viðurkenna, at vit altíð fara at rinda eitt sindur meira enn danir, tá ið vit skulu úr landinum. Hetta tí, at vit jú eru so fá, at tað er órealistiskt at droyma um at sleppa til Keyp­mannahavnar fyri nakrar hundrað krónur. Men hinvegin átti Atlantic at havt fleiri av teimum heilt bíligu ferðaseðlunum. Og tikið avgjøldini av súlu­ ferðaseðlunum, tí tað líkist ongum, at ein sokallaður »ókeypis« súluferðaseðil kosta yvir 1000 krónur. – Sambandið hjá føroyingum út í heim er tann størsti fløskuhálsurin, vit yvir­høvur liva við í dag, og tað er ein álvarsom forðing fyri vøkstri í Føroyum. Eg haldi tað er líka týdningar­mikið at flyta seg ímillum lond, sum tað er at flyta seg ímillum oyggjar, so eg haldi vit skulu byggja upp eina líknandi skipan sum Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðir hava í dag til flog­rutuna. Tað tekur tveir tímar úr Havnini til Suður­ oyar og nakað tað sama úr Vágum til Keyp­manna­ havn. – Landið skal tí inn at fíggja ferðaseðlarnar, og eg ivist ikki í, at landið hevði fingið tað inn aftur. Um tað bar til at búgva í Føroyum og arbeiða aðrastaðni, ella øvugt, so hevði hendan viku­liga pendl­ingin millum lond­ini avgjørt eisini ganga land­inum í síðsta enda. Eg sigi ikki, tað skal bera til at ferðast hvønn dag uttan­ lands, men nakrar ferðir um vik­una má vera málið, um vit vilja útvikla okkara vinnulív. Eiga at hyggja upp á avgjøldini Marita Rasmussen stjóri í Vinnuhúsinum Kapping er betri Landið má uppí Tað privata veitir bíligari tænastur